Umhugsa at friða lundan

Nú fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, at tosa við restina av landsstýrinum um at friða lundan.

Tað sigur hann, nú Bjørt Samuelsen, tingkvinna, hevur spurt hann, um hann ætlar at taka nøkur stig fyri at verja lundan, nú hann er serstakliga illa fyri.

Jacob Vestergaard staðfestir, at hagtøl vísa, at lundastovnurin er í minking, og at hann er illa fyri.

Veiðitøl vísa eisini, at so at siga onki verður tikið úr stovninum, samanborið við veiðuna fyri nøkrum fáum árum síðani.

- Einstøk lokal átøk eru sett í verk um at banna veiðu.

- Men vera nøkur stig tikin afturat, er støðan næstan at javnmeta við, at ongin veiða er av lunda, serstakliga um fleiri lokal átøk verða sett i verk í framtíðini, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Hann sigur, at hann hevur reist málið á landsstýrisfundi um løgtingslógin um fuglaveiðu skal broytast, so at landsstýrismaðurin fær heimild at friða fugl ávíst tíðarskeið, um stovnurin er illa fyri.

Men tá varð var avtalað, at málið verður tikið upp aftur eftir ólavsøku.

- Hetta er tó ikki gjørt enn, men verður ætlandi umrøtt innan stutta tíð, sigur Jacob Vestergaard.