Frá sínum læknum hevði ein 66 ára gamal maður í Kanada fingið at vita, at hann skuldi kanska bíða eini 12 ár, áðrenn hann kundi fáa eitt nýra. Men so leingi hevði hann ikki hug at bíða, so hann fór setti seg í eitt flogfar til Evropa, og á einum sjúkrahúsi í Pristina í Kosovo fekk hann nýtt nýra at kalla beinanvegin.
Hann og aðrir sjúklingar, sum hava fingið nýra á sjúkrahúsinum í Kosovo, rindaðu millum 200.000 og 800.000 krónur fyri nýrað og skurðviðgerðina. Nýruni hevði sjúkrahúsið fingið frá fátækum fólki í Eystur- og Miðevropa, og fyri eitt nýra fingu fólk góðar 100.000 krónur.
Tíðindini um nýrahandilin í Kosovo komu fram, tí ein maður úr Turkalandi fall í óvit, tá hann var á veg aftur til hús eftir at hava verið sjúkrahúsinum í Pristina og latið annað nýrað. Løgreglan fór upp í málið, tí sambært lógini í Kosovo er tað bannað at selja og keypa mannagøgn. Tíðindastovurnar skriva, at málið er vorðið heldur pínligt, tí ein av monnunum aftan fyri nýrahandilin er fyrrverandi heilsumálaráðharri í Kosovo. Teir báðir høvuðsmenninir, ein ísraelsmaður og ein turkiskur skurðlækni, eru rýmdir, og løgreglan leitar nú eftir teimum.