Fabio Capello lagt frá sær

Enski landsliðsvenjarin Fabo Capello hevur lagt frá sær í kvøld.

Sky Sports sigur í kvøld, at tað er ósemja um, hvør skal vera liðskiparia enska landsliðnum, sum hevur elvt til uppsøgnina.

Enska fótbóltssambandi hevur tikið liðskiparabandið frá John Terry í kjalarvørrinum á eini ákæru, hann hevur hangandi yvir høvdinum um rasismu ímóti Anton Ferdinand, sum spælir við QPR.

Hetta er ein ákæra, sum skal fyri rættin, men ikki fyrrenn eftir EM í summar og tað fekk enska fótbóltssambandið at taka liðskiparabandið frá Terry.

Men Capello var ikki samdur í hesum og hevur verið á fundi við enska fótbóltssambandið tað mesta av degnum.

Eftir hansara tykki er Terry ósekur til hann er dømdur og hann vil framvegis hava hann at vera liðskipara.

Ùrslitið av fundinum var, at Capello segði upp og er sostatt ikki enskur landsliðsvenjari longur.

Tað er komið heilt óvart á fleiri viðmerkjarnar, at hetta skuldi verða endin, men onkur heldur kortini, at hann hevur ikki følt, at hann kundi halda fram eftir eina so grundleggjandi ósemju við fótbóltssambandið og hesum tók hann avleiðingarnar av alt fyri eitt.

Mett verður, at Tottenham venjarin, Harry Redknapp, stendur fremstur í huganum á enska fótbóltssambandinum at taka við eftir Capello.