Torres ella ei?

Í kvøld bresta tvær tær størstu fótbóltstjóðirnar saman, tá Týskland og Spania skulu spæla seinnu hálvfinaluna í HM endaspælinum í Suðurafrika. Tað er longu greitt, at Holland verður mótstøðuliðið í hesum 19. HM endaspælinum.

 

Venjarin hjá Spania, Vicente Del Bosque, hevur higartil havt álit á Liverpool framherjanum, Fernando Torres, hóast hesin ikki hevur megnað at skorað í HM endapælinum enn. Nú er so spurningurin um Del Bosque velur at halda fast við Torres, tí í fjórðingsfinaluni gjørdi Arsenal liðskiparin, Cesc Fabregas, tað gott tá hann kom inn í hansara stað. Fabregas hevur ein skaða at dragast, men Del Bosque sigur at hann er klárur.

 

- Tað gekk væl hjá honum at vejna, men mánadagin vóru vit bangnir um hann. Hann fekk eitt spark í sama stað, sum hann hevði ilt áðrenn, men hann er tøkur til dystin í kvøld, Vicente Del Bosque.

 

Stóri spælarin hjá Týsklandi hevur verið maðurin við 13-talinum, Thomas Muller. Hann hevur leikbann og kann sostatt ikki hjálpa sínum landsmonnum í kvøld. Sami Khedira, Arne Friedrich og Cacau hava allir skaðar at dragast við, men eru allir tøkir til dystin í kvøld.

 

Hálvfinalan verður í kvøld klokkan 19.30