Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at andstøðan skal vara seg fyri at vera so frelst, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina og sparingar á ymsum økjum. Hann segði í Løgtinginum í dag, at andstøðan hevur sjálv ein part av skyldini fyri, at sparingarnar eru so ógvusligar.
Hann staðfestir, at nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal gerast, hevur samgongan ein karm at halda seg innanfyri.
Hetta er ein karmur, sum Løgtingið hevur samtykt í vár og tí skal hann haldast.
Men hann vísir samstundis á, at eitt tað endaði við, at Løgtingið skerdi útreiðslurnar 20 milliónir meiri enn landsstýrið ætlaði.
Tað var ein stórur meiriluti av Løgtinginum, har eisini Tjóðveldi og Miðflokkurin vóru við, sum samtykti hesar eyka sparingarnar fyri 20 milliónir krónur.
- Tí haldi eg slett ikki, at Løgtingið skal spæla so frelst, tí tað hevur sína ábyrgd av støðuni, helt hans Pauli Strøm.
Hann vísir í hesum sambandi á, at alt Løgtingið, og sostatt eisini Tjóðveldi og Miðflokkurin, samtykti at seta eyka sparingar í verk fyri tríggjar milliónir á ávikavist, almannaøkinum, heilsuøkinum og á mentamála- og skúlaøkinum.
Samstundis skuldi Innlendismálaráðið, 3,5 milliónir eyka, umframt aðrar sparingar, sum landsstýrið ikki hevði ætlað.