møguleikarnir vóru nú størri. Tað tóktist tó ikki at geva úrslit, tí Páll Mohr Joensen lyfti ov høgt, tá hann var leysur. Og Jens Martin Knudsen hevði tvær ferðir framúr bjargingar. Tann seinna av hesum var eftir [...] perlu-máli, sum uttan samanbering var besta detaljan í dystinum. Rógvi setti sjálvur álopið ígongd, tá hann sendi Jákup á Borg avstað. Og tá Jákup so sendi innfyri, drønstútaði Rógvi umvegis tvørtræið í kassan [...] rokaligar hendingar móti dystarenda. Rættiligt rok kom í, tá Rógvi Jacobsen varð snýttur fyri tað, sum hann helt vera brotsspark. Og tað hóvaði runavíkingum lítið, at Christian Høgni Jacobsen blandaði seg upp
hvørji ting geva gul kort. Dagfinn Olsen er formaður í Fótbóltsdómarafelagnum, og hóast hann ásannar hetta, so heldur hann samstundis, at tað er hampuliga avmarkað, hvat kann gerast í so máta. - Vit dómarar [...] kann at, men sum heild var talan um positivan og konstruktivan kritikk, sigur Karl. Eitt var tó, sum hann fýltist á, og tað var uppmøtingin frá feløgunum. Bert 8 av 16 feløgum høvdu sent umboð til fundin
Hammer sigur við norska oljupressu, at hann fer at tryggja, at føroyska oljufelagið verður frammaliga og sera virkið í komandi leiting á landgrunninum. Við sær tekur hann og hansara fólk drúgvar royndir og [...] norskum øki. Við Hammer & Co á liðnum roknar norska oljupressan við, at hetta fer at ganga skjótari. Hann sigur eisini, at ætlanin er nú at leita eftir norskum íleggjarum, sum kunnu seta pengar í Faroe Petroleum
Forsætisráðharrin hevur tí einki val. Hann kann ikki geva umbering, uttan at gera seg inn á grundleggjandi fortreytir fyri aldargomulm donskum fólkaræði. Tískil kann hann bert harmast. Danmark er vorðið eitt [...] myndugleikar og fjølmiðlar. Hetta er eingin lættur setningur, men jú longur bíðað verður við at greiða hann, jú truplari verður uppgávan. Sosialurin
talan um nakað nýtt valstríð. Hann viðgongur, at tosað hevur verið um hetta. Og hann sigur seg eisini hava fingið beinleiðis fyrispurning um møguleikan. Ein møguleika, sum hann tó avgjørt hevur takkað nei
fekk føroyska liðið kalt vatn í høvdið. Andrew Cunningham varð spældur leysur á føroysku hálvuni, og hann legði Real Salt Lake City fram um 1-0. Andrew javnaði Føroyar høvdu aðrar royndir í fyrra hálvleiki [...] Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur roynt ymsar uppstillingar í venjingardystunum í USA, og hann heldur seg hava fingið fleiri møguleikar, tá ið landsliðið skal takast út aftur. Á veg heim Føroyska [...] ), Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Jónhard Frederiksberg (Andrew av Fløtum, 55.) Rógvi Jacobsen (Hans Pauli Samuelsen, 60.)
forboð ímóti at ganga her. Soleiðis sigur John Johansen, sum býr í Reynagøtu 18 úti á Reyni í Havn. Hann er sera misnøgdur við, at kommunan kann lata eitt øki mitt inni í sonuni í Havn soleiðis liggja í [...] ferðast, sigur John Johannessen, sum hetta vikuskiftið ikki fekk motorsúkklu sína út úr kjallaranum. Hann heldur hetta ikki vera rætt, og rópar nú varskó. Fyrr vóru tað fyri tað mesta heilsusystrarnar, sum [...] nú er trupulleikin so stórur, tí vit vita ikki, hvør eigur allar bilarnar, vísir John Johansen á. Hann sigur, at tað eru fólk, sum arbeiða í landsumsitingini í Tinganesi, hjá tryggingarfeløgunum, í La
fólk at aftra seg við at fara út og fáa eina listarliga uppliving, heldur Helgi Fossádal. Og tí var hann eisini millum fyrstu áskoðarnar, tá Heystframsýningin lat upp leygardagin. - Tað er mín uppgáva at [...] av persónligum áhuga, tí eg eri altíð forvitin eftir at síggja nýggja list, sigur Helgi Fossadal. Hann heldur, at stóru hølini á Skipasmiðjuni geva framsýnarnum nakrar eyðsýndar fyrimunir, sum Listasavnið [...] n eitt gott alternativ til framsýningarnar á Listasavninum, og hon hongur eisini sera væl, heldur hann. Helgi Fossádal hevur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar til tann tvídrátt, sum upprunaliga hevði
blóðgaður í somu løtu, sum hann kemur á dekkið, fer altíð at hava munandi betri góðsku enn trolarafiskur, har ein partur av fiskinum hevur verið fleiri tímar í posanum, áðrenn hann kemur á dekkið. Vit høvdu [...] trolararnir. Tað er ikki einans, tí teir veiða stórar nøgdir, men fyrst av øllum, tí teir styggja upsan, hann verður órógvaður í síni náttúrligu jagstran eftir føði, og tekur tí ikki húk. Ein háttur at minka
um tey ætla sær at avlíva eina kettu ella ein hund. Tað er tað tryggasta og besta at gera, sigur hann. Í sambandi við eitt rættarmál um avlíving av einum hundi, gjørdi dómarin í Føroya rætti í farnu viku [...] fólk til okkara fyri at fáa avlíva eitt djór, og eisini bøndur biða okkum avlíva djór fyri seg, sigur hann. Avlívingin hjá djóralækna verður framd við sproytum. Fyrst fær djórið eina sproytu, sum tað sovnar [...] djórið í høvdið, men tað er einki serliga tespiligt, og tað skal ikki kiksa, sigur Lars Mohr Nielsen. Hann heldur sum landsdjóralæknin, at best er, um ein djóralækni avlívar djórið.