Fyrsta gitingin um landsliðið

Venjingin í dag gav ikki boð um nógvar broytingar í liðuppstillingini

 

Føroyska landsliðið vandi í dag fyri fyrstu ferð í Athen undan EM undankappingardystinum móti Grikkalandi fríggjakvøld. Hóast talan var um ferðmikla venjing, so gav hon millum fáar og ongar ábendingar um liðuppstillingina.

 

Les eisini: Nøsablóð og ísposar í Athen

 

Lars Olsen var væl nøgdur við avrikið móti Ungarn á Tórsvølli her yri. Hann hevur allar ellivu, sum byrjaðu inni tann dystin, tøkar til dystin fríggjakvøldið. Tí er líkt til, at tað verða fáar ella ongar broyting í uppstillingini til dystin móti Grikkalandi.

 

Ivamálið undan fráferðini til Grikkalands var serliga Viljormur Davidsen, sum til dagligt spælir í Vejle. Hann hevur verið sjúkur, men spældi farnu viku aftur og er við.

 

Les eisini: Hoppandi til Athen

 

Hóast onkur venjing var við uppstilling, so er tað altíð torført at meta um í fyrstu venjingini. Í teimum uppstillinginum tóktist rímiliga greitt, at liðið kemur at líkjast nógv tí, sum spældi móti Ungarn frá byrjan.

 

Lars Olsen hevur fyrr havt gott eyga á Gilla Sørensen, sum kann geva liðnum eitt sindur av ferð, ið manglaði móti Ungarn. Her er ein møguleiki, at Lars Olsen velur at blanda kortini, so at Sølvi Vatnhamar endar uttanfyri, men hann spældi somikið væl móti Ungarn, at tað verður torført at rættvísgera.

 

Les eisini: Viljormur og Gilli klárir aftur

 

Í verjuni hevur Lars Olsen innkalla Odmar Færø aftur. Landsliðsvenjarin tykist hava gott eyga á miðverjanum hjá B36, men eisini her verður torført at rættvísgera at koyra Atla Gregersen á bonkin. Liðskiparin hjá Víkingi hevur verið ein kærkomin rødd í aftastu rekkju.

 

Tveir aðrir, sum hava byrjað inni fyrr í hesi EM undankappingini, eru Róaldur Jakobsen og Pól Jóhannus Justinussen. Róaldur hevur evnini at stýra einum dysti við sínum neyvu avleveringum og góða yvirblikki, meðan Pól Jóhannus Justinussen hevur kropsstyrkina til at vinna nógvar tvídystir. Felags fyri báðar er tó, at teir ikki hava tikið av møguleikanum í dystunum har teir byrjaðu inni.

 

Landsliðið venur aftur fyrrapartin í morgin á leikvøllinum hjá Panionios. Talan er um ein heldur niðurslidnan leikvøll, men sjálvur vøllurin er í góðum standi.


Fyrsta metingin er, at liðið verður eins og í dystinum móti Ungarn:

Føroyar: (4-2-3-1)

Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson - Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Christian L. Holst - Jóan Símun Edmundsson