Næsta ár skulu íløgur gerast í Tórshavnar Kommunu fyri 224 milliónir krónur. Tað er úrslitið, nú Tórshavnar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Tað var bara meirilutin, sum atkvøddi fýri fíggjarætlanini, tí minnilutin, tey trý umboðini fyri Tjóðveldi, atkvøddu blankt.
Næsta ár verður skattaprosentið og barnafrádrátturin tað sama sum í ár, ella ávikavist 20,25 prosent og 8.000 krónur. - Tað er fyri at skapa grundarlag fyri enn meira framgongd, segði borgarstjórin. Hinvegin segði hann ikki, hvussu nógv tað skal lækka. - Tað skal viðgerast nágreiniligari, men lækkast skal tað, sigur hann. Annars eru rakstrarútreiðslurnar settar at verða 487 milliónir krónur umframt 152 milliónir krónur, sum kommunan fær í endurgjaldið frá landinum fyri at yvirtaka eldraøkið.
Borgarstjórin sigur, at Tórshavnar Býráð hevur seks átaksøki innan vinnulívið. Sjóvinnan, útbúgving og gransking, íverksetan, mentanar- og býarlív, ferðavinnan og skjótar og góðar tænastur til vinnuna í síni heild.
Í hesum sambandi verður Tórshavnar havn bygd út og Sjóvinnuhúsið á Vestaru Vág verður innrættað.
Næsta ár er kommunuskatturin mettur at vera 642 milliónir og tað er 3,7 prosent høgri enn í ár. Partafelagsskatturin er mettur at vera 18 milliónir krónur sum er sama upphædd sum í ár.
- Nú verður av álvara farið undir at fyrireika stóran nýggjan skúla í vesturbýnum og eftir ætlan kunnu fyrstu børnini og lærararnir trína inn í ein stásiligan Vesturskúla um nøkur ár. Næsta ár eru 10 milliónir settar av til skúlan, men ferð verður sett á arbeiðið í 2016, og byggingin verður ætlandi fíggjað við láni. Tá ið Vesturskúlin er liðugur, verður Hoyvíkar skúli raðfestur og tá ið hann er gjørdur eru allir skúlar í kommununi brynjaðir til nútímans undirvísing. Arbeiðið at gera brúnna tvørtur um Sandá, verður liðug á ólavsøku, har eru 55 milliónir settar av næsta ár.
Samstundis heldur arbeiðið við Tórsvølli fram og peningur er settur av til at byggja høllina í Gundadali út saman við øðrum ætlanum á ítróttarøkinum.
Býráðið ætlar eisini at geva teimum 14 -18 ár betri umstøður soleiðis, at hesin aldursbólkur hevur nógv spennandi tilboð í býnum. - Tí verða 500.000 krónur settar av til serlig ungdómstiltøk í miðbýnum fyri tey 14 - 18 ára gomlu. Á her á www.in.fo seinni í kvøld: Tórshavnar Kommuna taka eina milliard í láni
|