Umráðandi at broyta kósina!

Hákonjukturur og hall

Nú er tann stundin komin, at veljarin hevur endaligu avgerðina, og skal fella sín dóm yvir førda politikkin seinastu 4 árini.

Tað eru góðar tíðir við nógvum virksemi og lítlum arbeiðsloysi. Í so máta kunnu vit vera vælnøgd.

Men hetta eigur ikki at elva til dølskni og líkasælu 

Ovurstór vandamál liggja nevniliga og lúra beint undir vatnskorpini.

Vit hava hákonjuktur við undanvindi og viðstreymi á so at siga øllum økjum, - og álíkavæl framhaldandi hall á fíggjarlógini, og harumframt eitt bygnarligt hall uppá 750 mio kr.

 

                                                                Vánaligt politiskt handverk               

Vit hava eitt heilsuverk, sum bløðir við stórum læknatroti, plásstroti og vantandi útgerð. Vit hava eitt almannaverk, sum ikki megnar at røkja mangar av sínum, grundleggjandi uppgávum viðv. veitingum til sjúk, brekað og avlamin .

Harafturat eru nógvar barnafamiljurnar stak illa fyri, og rættuliga nógv fólk, bæði einsamallir uppihaldarar og pensionistar liva framhaldandi í stórum fátækraváða.

Ì bestu tíðum, við ovurhondsstórum inntøkum til samfelagið, má hetta sigast at vera út av lagi vánaligt politiskt handverk, sum her er latið úr hondum.

 

                                                                Fólkaflokkurin gjarar út

Flokkurin við tí misvísandi navninum –(fólka)-flokkurin, sum er - og altíð verður ein djúpt asosialur flokkur, og onki sum helst ynski hevur um at bøta um korini hjá tí meiniga fólkinum, gjarar nú út við skattalætta til miðal og láginntøkur.

Øll vita, at tá høvi var at geva skattalætta til tey, sum hava mest brúk fyri tí,  tá valdi fólkaflokkurin ístaðin at geva skattalættan til tey, sum høvdu nógmikið frammanundan.

Í samband við forskatting av pensiónunum var tyngri endin enntá vendur niðureftir, við eini reelt hægri skatting av láginntøkunum.

Skattalætti var sostatt ikki untur miðal- og láginntøkunum tá, - og hví skal hann vera tað nú - kann man við góðum grundum spyrja?  

 

                                                Atkvøðukeyp til røkt av seráhugamálum

Hví skulu teir nú knappliga betra um heilsu og almennaverkið, geva pensionistum ein lætta, hjálpa barnafamiljum og leingja barnsburðarfarloyvi, tá hetta ikki hevur verið uppá tal fyrr?

Er tað ikki bluff, sum altíð, - fyri at fáa nakrar atkvøðir, so seráhugamálini kunnu røkjast enn betur?

Og hvuss ætlar so fólkaflokkurin at innfría hesi gyltu vallyfti, um hann so undantaksvís skuldi meint tað -  og hvar skal peningurin koma frá?

Svarið er lættkeypt!.

Hann sigur at vit skulu halda kósina! Við øðrum orðum, fíggingin skal koma frá framhaldandi ónormalum vøkstri, og sjálvsagt - uttan at nakað verður gjørt við ovurhonds skeiva býti av virðunum í samfelagnum.

 

Bjørn á Heygum