Her eru seinastu flytingarnar í Premier League

Tvey London-feløg hava keypt væl inn í dag

Flytingarvindeygað í Premier League er júst afturlatið. Nógv virksemi hevur verið hetta seinasta døgnið, har tað serliga hevur verið Manchester United, ið hevur gjørt nógv um seg á altjóða leikaramarknaðinum. Niðanfyri kann lesast um fleiri av mest áhugaverdu skiftunum hendan síðsta dagin.

 

Í gjár segði Manchester United farvæl við Javier Hernandez, ið bleiv seldur til Bayer Leverkusen, meðan Adnan Januzaj varð útleigaður til Borussia Dortmund. Avloysari er tó keyptur og lesast kann um hann í leinkinum, sum stendur skamt niðanfyri.

 

LES: Heimsins dýrasti tannáringur

 

Tað hevur eisini verið nógv virksemi í eystara partinum av London, har West Ham húsast. Bara í dag eru heili fýra nýggir leikarar kunngjørdir í felagnum. Teir eru Alex Song, Nikica Jelavic, Victor Moses og Michail Antonio. Her eru tríggir teir fyrstu allir spælarar, sum vanligi Premier League-fjepparin kennir, meðan Michail Antonio er keyptur frá Nottinham Forest úr næstbestu deildini.

 

Chelsea hevur eisini gjørt um seg í dag, har tveir styrkir eru keyptir til verjuna. Teir eru Papy Djilobodji, sum er keyptur úr franska Nantes, meðan bláa London-felagið eisini hevur ognað sær unga Michael Hector frá Reading, sum tó verður útlæntur til júst Reading komandi árið.

 

Ein onnur áhugaverd søga er, at Saido Berahino úr West Bromwich hevði eitt brennandi ynski um at sleppa at skifta til Tottenham, men hetta sýtti West Bromwich honum. Í almennum skrivi á Twitter sigur Saido Berahino seg vera so vónbrotnan um miseydnaða skiftið, at hann ikki hevur ætlanir um at spæla nakran dyst við West Bromwich. Livst so spyrst, hvat endin verður av hesum málinum.

 

Av øðrum skiftum kunnu nevnast, at Aston Villa hevur keypt Joleon Lescott frá áðurnevnda West Bromwich. Eisini hevur Southampton keypt nýggjan miðverja úr Skotlandi. Hann eitur Virgil van Dijk, ið hevur umboðað Celtic og er hálendingur.

 

Felags fyri øll tey stóru feløgini í Premier League hevur verið, at tey hava keypt fitt av leikarum inn. Tó er eitt felag undantikið, ið er heldur kent fyri at vera eitt sindur afturhaldið á transfermarknaðinum, og tað er Arsenal. Petr Cech er einasti spælarin, sum Arsene Wenger hevur tímað at brúkt pengar upp á í summar, og tí stendur Arsenal eftir við júst teimum somu útileikarunum, sum vóru til taks í síðsta kappingarári. Millum Arsenal-fjepparar hevur tað verið væl kent, at ynski var um at fáa ein nýggjan framherja til felagið, men hetta verður altso av ongum á hesum sinni.