Nýggjur maður í ÍF málinum

Takið hjá Jákupi Mikkelsen er at fáa betri hýr á liðnum hjá ÍF, sum í dag fær vitjan av KÍ

Týskvøldið visti in.fo at siga, at Jákup Mikkelsen nú hevur ábyrgdina av ÍF liðnum. Jákup er væl kendur í Fuglafirði. Tá ið hann síðsta heyst bað farvæl, hevði hann verið ÍF málverji í fimm ár.

Fyrsta avbjóðingin hjá nýggja venjaranum verður seinnapartin ímóti barndómsfelagnum KÍ.

Jákup Mikkelsen var fyrstu ferð á vøllinum sum ÍF venjari hóskvøldið, so hann hevur ikki havt nógvar møguleikar at ávirka nýggja liðið:

-At eg havi tikið hetta upp á meg í tríggjar vikur kemst av, at eg – eftir at hava spælt saman við hesum monnunum í fleiri ár – veit, hvat teir eiga at megna. Mín setningur verður at fáa teir at vera í góðum hýri og at trúgva upp á evnini, sum eg veit, at teir eiga, sigur Jákup Mikkelsen.

 

ÍF hevur akuttan tørv á nýggjum málverja. Predrag Markovic er givin í Fuglafirði, og Haldrím G. Hansen er skaddur. Ein møguleiki er, at Jákup Mikkelsen sjálvur fer millum stólparnar at standa. Meiri sannlíkt er tað tó, at tað verður 19 ára gamli Tóri Tormóðsson Traðará, sum verður málverji ímóti KÍ. Jákup Mikkelsen var millum áskoðararnar, tá ið næstbesta ÍF liðið í gjár í 2. deild vann 3-0 ímóti B68 á Svangaskarði. Tá vardi Tóri ÍF málið.

Bogi Reinert Petersen er tøkur aftur eftir leikbann, og Bartal Eliasen og Ari Ó. Ellingsgaard eru tøkir aftur eftir leikbann. Tað verður ikki roknað við, at Adeshina Lawal verður førur fyri at spæla ídag.

 

KÍ hevði fyri tveimum vikum síðani gyltan møguleika at taka fjórða plássið frá HB, sum tapti grannauppgerðina ímóti B36. Klaksvíkingar tóku ikki av. Avrikið á heimavølli ímóti AB, sum fór avstað við 3-1 sigri, var ikki sannførandi, og nú er takið hjá Mikkjali Thomassen at fáa sínar menn at vísa betri hugburð og at fáa nakað burtur úr evnunum.

Mayowa Alli er farin av landinum. Ivaleyst verður Ísak Simonsen vongverji í vinstru. Høgri vongverjin, Sørmundur Kalsø, er skaddur. Henry Heinesen er fleiri ferðir fyrr í ár fluttur aftur á vongverjan, tá ið brúk hevur verið fyri tí.

Jóannes Bjartalíð og Tórur Justesen hjá KÍ og Leivur Joensen og Poul Nolsøe Mikkelsen hava verið í Finnlandi við U-21 landsliðnum.

ÍF vann í sætta umfari 3-1 á heimavølli ímóti KÍ. Tá ið liðini hittust í Klaksvík á norðoyastevnu, endaði tað við málleysum javnleiki.