Valdemar Lutzen 110 ár jólaaftan

110 ára gamalt, og setur sølumet 10. árið á rað.

Í gjárkvøldið, jólaaftan, vóru 110 ár síðani, at handilsvirkið Valdemar Lützen varð stovnað. Høgni Lützen, stjóri, sigur, at tað byrjaði við byggitilfari og koli, men handilsvirkið lagaði seg til tíðina við teimum vørum, ið kravdust. Hann vísir á, at nógv fólk hava starvast á virkinum – ein heilur hópur í fleiri enn fimmti ár.

 

- Í 1904 stovnaði Valdemar Lützen handilsvirkið Valdemar Lützen A/S í fabrikkini hjá Østrøm, har hann seldi byggitilfar og kol. Hetta var tó byrjanin til handilsvirkið Valdemar Lützen, sum liggur á Skálatrøð í dag. Valdemar broytti vøruúrvalið eftir tí tørvi, sum var árini framyvir. Eisini keypti hann skip sum silgdu við farmi til handilsvirkið hjá sær, umframt annan farm til Føroya úr útlondunum, sigur Høgni.

 

Fjøltáttaðar søluroyndir

Ikki kann sigast annað, enn at handilsvirkið hjá Valdemar Lützen hevur roynt seg innan nógvar ymiskar tænastur og vørur. Í 1930 fevndi virkið um frystivirki, og í árunum 1925-1947 seldi Valdemar Lützen eisini olju og petrolium fyri Esso. Eisini hevur Valdemar Lützen leigað stór skip úr útlondum, sum komu við byggitilfari og kolalast nakrar ferðir um árið. Men núverandi virkið byrjaði eisini við búnýtisvørum.

 

- Í 1952 hendi enn einaferð nýskipan innan handilsvirkið. Tað var Anni Lützen sum gjørdi lítla búnýtisdeild á Bryggjubakka. Tá ið abbasonur Valdemar Lützen, eisini nevndur Valdemar Lützen, kom aftur eftir lokna útbúgving, var klædnahandilin hjá Heinesen í Vágsbotni - har, sum Miðlahúsið í dag leigar frá Valdemar Lützen - lagdur afturat virkinum. Her varð amboðshandil latin upp, sum abbsonurin gjørdist leiðari á, sigur Høgni. 

 

Fram til miðskeiðis í 1980unum, varð síðani avgjørt at flyta amboðshandilin út á Skálatrøð, soleiðis at amboð og byggitilfar nú var samlað á sama stað í nýggja byggimarkaðinum á Skálatrøð. 1. juni 2004 lat handilsvirkið í Vágsbotni so aftur, eftir 51 ár undir leiðslu av Valdemar Lützen, yngra.

 

Framvegis virkið

Høgni Lützen, núverandi stjóri, gjørdist sostatt í 2003 fjórða ættarlið, sum hevur tikið við í amboðshandlinum á Skálatrøð. 

 

- Her valdi man at koyra við sama leisti, har ið tænastan var í hásæti og hevði kappingarførar prísir. Tó so valdi man at víðka um vøruúrvæli soleiðis, at man rakti ein breiðari málbólk - millum annað byggivinnuna, eins og rustfríða heilsølu til skipa og maskinmarknaðin í Føroyum, sigur Høgni. 

 

- Útlitini eru góð fyri fyritøkuna hjá Valdemar Lützen. 2014 er um at vera av, og staðfestast kann enn einaferð, at sølumet er sett - tíggjunda ár á rað.