gjørdar í Havn. Og tá ið nýggir landsstovnar síggja dagsins ljós, er niðurlagið tað sama, at alt má og skal liggja í einum og sama býi, sum er um at hokna undan hesi búskaparligu yvirupphiting. Eg kundi hildið [...] varskó! Farið og byggið alt landið! Ikki, sum nú, bara ein bý! Tann mest vanlukkuliga broytingin, sum hevur viðvirkað til núverandi hørðu sentralisering, var tá ið løgtingsvaldømini – mest sum yvir nátt – [...] eg sjálvsagt mínar hugsanir mest um Klaksvík, næst størsta býin í landi okkara, sum eg meti verða fyri vanbýti, tá um íløgur landskassans í landsstovnar ræður. Nógv er mist úr Klaksvík, millum annað sum
fólk er við strondina í dag, hitin er um 36-38 stig. Hetta er jú juni mánaði, so sesongin er ikki rættiliga byrjað enn, so her er ikki nær so nógv fólk sum í juli og august, tá hitin her verður um 40-45 [...] dagin við at fyrireika okkum til at fara til Key West, sum er sunnasti parturin av USA. Hetta er ein samanblanding av tangum og oyggjun av korallum, sum er livandi vera, ið er sera viðkvom og tolir illa [...] áður sagt, so er so langt eyga røkkur sandstrond út móti havinum, og tí fyri okkum so lívgevandi golfstreymi, sum her er einar 30 til 35 stig heitur, meðan hann, tá hann kemur til Føroyar er um 8-10 stig
Minnini skola oman yvir okkum. Vit hava næstan ikki tosað um annað, síðan vit komu. Her er enn líka deiligt, sjálvt um tað er nógv broytt. Á ein hátt er alt vaksið, men samstundis er alt líkasum krympað [...] húsinum til eitt prát. Her var hagi, tá tær vóru lítlar, og nú stendur eitt mentanarhús, ið er ein perla í altjóða høpi, halda tær. ? Her er ein kolosal broyting, sigur Lykke, sum næstan ikki fær afturhald [...] Konmansmýra var hagi, og Hoyvík er sum ein nýggjur býur. Og kortini, so liggur Nólsoyggin har, kanska nærri enn nakrantíð, og enn liggja russarar á fjørðinum. ? Ja, tað er líkasum alt er vorðið styttri. Fyrr tóktist
við er á høgum stigi. Somuleiðis at neyðugt, at verkafólkið er væl útbúgvið, bæði tá ræður um teirra starv, men sanniliga eisini tá talan er um trygd og tilbúgving. Tíðindi bórust í útvarpinum um dagarnar [...] í eini oljuvinnu, tí talan er um leiðir, har dýpið er stórt, streymurin harður og bylgjurnar til tíðir høgar. Oljuvinna undir slíkum umstøðum er ikki vandaleys, og neyðugt er tí, at myndugleikarnir seta [...] verður spurt, um landsstýrið ætlar at góðtaka sjónvarpsfráboðanina hjá onkrum oljusamtaki, ið er farið undir virksemi í Føroyum, um at tað ikki verður rúm fyri at skatta oljufeløgini. Til hetta er at siga,
kann gera, er at halda føðingardag. Hevur tú einki gott at siga um hann, so sig heldur einki, í staðin fyri at órógva hann í sínum veitsluhaldi, meðan hann situr og frøir seg yvir, at nú er fjørðurin rógvin [...] Justinussen, sum eisini er ein av vinmonnum Svennings ígjøgnum mong ár, bjóðaði gestunum vælkomnum. Nú er løtan Tað sást greitt á Svenningi, undir øllum kvøldinum, at hann hevði skilt at nú var løtan. Hetta var [...] sangin “Nú er løtan.” Svenning hevði ynskt, at sonur hansara framførdi sangin longu í byrjanini, tí hendan løtan, sum Svenning sjálvur tók til, saman við stórum skara av familju, vinum og kenningum, er løtan
fyri hesum hvøkkinum, og ikki ber til at siga annað, enn at tað er torført og mangan fløkjaslig at liva í eini ljóðleysari verð, og tað tekur ið hvussu so er sína tíð at laga seg eftir slíkum. Eg veit [...] her í stórbýnum bar eyga við almennu fráboðanina um andlátið, tí talan var um ein stillføran gerandispersón, sum ikki legði í at leika í um geilar og tún, men sum veruliga gjørdi mun har hann var [...] høghúsini við Austurbrún. Eg sat og arbeiddi og var langt burtur í egnum tonkum, tá ið húsavørðurin kom á gátt við einum rættiliga rísutum fremmandamanni, einum deyvum føroyingi, sum húsavørðurin tók til, og
ongantíð sjálv funnið uppá at farið upp mitt um náttina, um tað ikki var tí, eg hevði eina avtalu við Amou. Fyri hana er hetta við at fara tíðliga upp tó ikki nakar trupulleiki – tað er rutina, ein vanasak. Hon [...] kvinnufrígerðing. - Tað er gott, um ein kvinnu er vøkur og sterk, men hevur hon ikki respekt fyri manni sínum, er alt annað líkamikið. Týdningarmiklasti eginleikin hjá eini kvinnu er heilt greitt, at hon dugir [...] --- Í vestafrikanska landinum Niger er tað, at man hevur nógvar konur, eitt tekin um, at man er vælhavandi og væl fyri í samfelagnum. At kvinnurnar ikki fara út um heimið vísir, at maðurin ikki hevur tørv
ofta tosað um hendan óvanliga framburðin, og plagdi at taka til spurningin hjá Poul Enok, lærara, tá ið hesin um tað mundið, tá ið vøllurin varð tikin í nýtslu, hevði fregnast hjá Haldgrími, um gøtumenn [...] fjepparum. Eina frægari byrjan kundi Víkingur ikki fáa. Bláa blóðið í LÍF og GÍ hevði nú siglað sambræðingina og framtíðina. Nú er Haldgrím farin. Gøtubygdir hava mist ein av sínum stóru synum, sum meira enn nakar [...] títt treysta víðskygnið gav okkum og lýsa frið yvir minnið um bóndan í Guttastovu, sum ikki søplaði sínar talentir burtur, ímeðan hann bíðaði eftir boðunum um at koma heim í Harrans ævigu bústaðir. Víkingur
ÍF-B68 NSÍ-AB ------- Fótbóltslagið í Klaksvík er gott. Í morgun lá kavi á vøllinum, og ivi var um, um tað fór at bera til at spæla fótbólt í dag. Nú er dysturin ímóti Víkingi liðugur, og aftur í dag eydnaðist [...] Grundspælið hjá gestunum er betri. 75) 0-0 Eftir frísparksframlegging frá Hjalgrími Elttør, vinnur Jonas Flindt Rasmussen nærdyst, og tað er um reppið, at bólturin fer inn um Geza Turi. Í næsta Víkinga álopinum [...] átti uppleggið. Álvur F. Christiansen er farin av vøllinum, og í hansara stað erJóhan Jacobsen komin inn á KÍ liðið í høgru. 70) 0-0 Tað er framvegis málleyst, men tað er Víkingur, sum oftari vitjar í bro
time-out »forvirringen total«. Fleyr kærdi um dystin, fekk viðhald, men ÍF kærdi síðani aftur. Í skrivandi løtu er endalig avgerð ikki tikin um málið. Tað er eitt sindur býtt at hugsa sær, at hesin dysturin [...] byrjanin hjá Mjølni kom í hæddina, tá tær síðani taptu 1-3 móti Drátti á Giljanesi. Tað er ongantíð fyrr hent, at Mjølnir er byrjað við at tapa tríggjar teir fyrstu dystirnar í meistaradeildini hjá kvinnum. [...] meira um leiðsluna hjá sær. Í Gundadalshøllini vann ÍF 3-1 móti Fleyr, men tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Ein uppstillingarfeilur hjá ÍF í fjórða setti, sum eingin legði merki til fyrr enn langt aftaná