- - -
Innleiðing
Landið, Columbus og Leivur Eiriksson settu fótin á,
skuldi blíva mikil tjóð, sum skuldi koma at standa í fyrstu
røð í stríði mannaættarinnar fyri frælsi og fríum virkishugi.
Fyri fjøld av europearum var USA tað játtaða landi við
gulli á gøtunum... og við ótømandi møguleikum.
Frælsishugur teirra, sum við Mayflower løgdu frá landi í Plymouth í Englandi og lendu á Cape Cod í Massachusetts í 1620, var teimum í blóði borðin og vildu tey taka land í Amerika, sum skuldi gerast betri enn tann gamli heimurin.
Grundfesti høvdu teir heimanífrá í Magna Carta,
Habeas Corpus og parlamentarismuni og bretskari siðvenju
á hesum øki, sum ikki var aðrastaðni í Europa, sum um
hetta leitið leið undir harðræði einaveldiskonga.
Hesin førningur hevur ligið sum støði undir USA í dag.
Innleiðingin til amerikonsku grundlógina byrjar við hesum hábærðsligu orðum »We the people of the United States...« sigur ikki so lítið um endamálið at byggja landið.
Henda grundlóg hevur verið frymilin hjá fleiri øðrum londum, sum seinni fingu fullveldi, og er eisini ein fyrimynd í
okkara ætlaðu nýggju grundlóg, um vit vakna aftur
úr dvala og fáa upp í lag...
- - -
Týsdagin 8. juni - The Big Apple
Farið var til London snimma morgunin eftir, og lendu vit á Heatrow flogvøllinum um middagsleitið.
Úr London var fari til New York við jumbojet – eitt ordans jetflogfar, sum í stødd mest minti um eitt skip.
Lendu á JFK floghavnini í New York 7,5 tímar seinni í besta veðri. Lokaltíðin er nú kl. 13.30.
Beint tvørturímóti tí vit høvdu hoyrt um teir bondsku og harligu amerikonsku immigratiónsmyndugleikarnar, blivu vit móttikin av smílandi og prátingarsomum »Immigrants Officers« ,sum vilja práta um hvar vit koma frá og undrast yvir okkara grønu pass, og hví vit ikki høvdu tey reyðu, sum danskarar vanliga brúka (hjá okkum er hetta hentleikapass).
Okkurt skemt um, at mítt skegg var heldur longri enn víst á passmyndini, og at tað helst kom av tí langa flúgvitúrinum, flentu vi báðir at.
Vit greidu so frá okkara tilknýti til Danmark við okkara »homerule« v.m. og siga frá okkara støðu sum »colony« og ynskið um »independence«, og hetta skiltu teir væl – høvdu sjálvir verið koloni hjá bretum, sum at kalla øll staðarnøvn herumleiðir bera boð um.
Vit taka ein taxa inn til »The Big Apple«, sum New York verður kallaður. Sum altíð, tá man koyrir inn í ein stórbý, gongur ferðin gjøgnum eina kakafoni av ljótum forstøðum við eini blandingi av ógvuliga missháttum vinnubygningum og meira og minni miserablum bústaðarbýlingum til teir »lægru« klassarnar, hesir, sum altíð verða settir aftast í køina, og fáa tey vánaligastu byggiøkini at seta búgv í.
Tá vit hava koyrt í umleið eitt korter, dagar Manhattan knappliga fram, og okkara forvæntingar um henda metropol blíva við brestin innfríaðir. Bygningarnir daga himmalhøgt burtur úr dagsbrúnni sum ein stórur samlaður massi eins og eitt fata morgana.
Aftaná umleið ein hálvan tíma við taxa, í gøtum millum fjallahøgar bygningar, eru vit komin til 232 West 29th. St. mitt á Manhattan, har vit skulu búgva á Holiday Inn Hotel, ein bygningur í »bert« 15 hæddum í einum býarparti, har meðalhæddin á húsunum er um 20-25 hæddir. Býarparturin eitur Chelsea – júst tað sama sum býarparturin í Londan, sum vit kenna so væl.
Taxabilførarin, sum at kalla onki hevði sagt allan túrin, vísti seg nú, tá vit siga farvæl, at verða ein sera fryntligur maður og spurdi hvaðan vit komu, og tá vit søgdu Faroe Islands, var hann eitt sindur ørkymlaður, men tá ið vit søgdu, at oyggjarnar lógu norðanfyri Skotland, visti hann hvar áleið vit komu, og ynskti okkum at »Have a good day«.
Tá vit hava installera okkum á hotellinum, kom fjáltur á onkran av okkum at sleppa út í býin at »uppliva« – klokkan var bara hálvgun fýra, og vit fóru til stroks.
Leiðin gekk beinleiðis til Empire State Building, tað stóra ikonið í New York, og tá vit komu fram og standa undir hesum velduga bygningi, sum er 102 hæddir høgur, sígga vit, at opið er, og vit fara inn og keypa billettir heilt uppá toppin.
At hetta er ein bygningur, sniðgivin í Art Deco stíli, sæst tíðiliga innan tá man trínir inn í henda flotta bygning og inn í eina forhøll fult designað í Art Deco – eitt satt meistaraverk í arkitektoniskum stráliglansi. Sum vit ganga nakað upp í bygningin, síggja vit bordar á veggjum, loftsgesimsar, rekkverk í trappum, gólvmynstur og lampur – alt í hesum sama Art Deco stíli. Arkitektarnir vóru: Shreve, Lamb & Harmon.
Bygningurin var so nógv sum til bar, gjørdur úr præfabrikeraðum bygningslutum, sum komu aðrastaðis frá í landinum, har teir vóru framleiddir, og síðani sendir til byggiplássið við 5. Avenue í New York, har teir vóru settir upp á pláss í bygninginum.
Uttan eru tey lodrættu vindeygabondini, sum fáa bygningin at virka enn hægri, klødd og dekorerað við rustfríðum stáli í Art Deco.
Tað sum kundi undra, var, at bygningurin, sum stóð liðugur í 1931, er so vælhildin, og vit fingu skjótt ta fatan, at newyorkarar vóru góðir við henda bygning, og hann verður ofta nevndur av guidum,sum taka sær av ferðandi, og á gøtunum eru skelti, sum vísa til hvar Empire State stendur.
Uppi á 86. hædd er uttandura útsýnispallur, sum er tjokkaður av fólki og her hoyrast øll tungumál, og entusiasman sæst í eygnabráðinum hjá vaksnum og smáum – kvinnum og monnum.
Útsýni her er tað besta í New York, og tú sært allan býin og út har býurin endar, og eingjagarðarnir taka við, og allar brúgvarnar, havninar og áirnar, og heilt til havs.
Sum tú stendur heruppi, sæðst hvussu tættur býurin er, og hvussu nógvir høgir bygningar standa lið við lið í beinum rekkjum, eins og í ymsum vinklum hvør at øðrum. Her frá síggjast ongi grøn øki burtursæð frá Central Park og onkur hissini grønur blettur og man undrast yvir, at menniskjan kann búgva í einum sovorðnum hurlivasa og fjøld av høgum húsum og skýskravarum.
Apropos skýskravarum, hoyr her, hvat kendi amerikanski arkitekturin, Philip Johnson, sum hevur teknað fleiri skýskravarar og m.a. er kendur fyri at tekna tann kontroversiella bygningin til AT&T Headquarter, hugleiðir um skýskravarar:
Philip Johnson:
»Eg haldi, tann áhugaverdi spurningurin er, hví menniskjan ynskir at byggja upp til himmals...«
»Skýskravarin bleiv ein partur av tí kommersiella heiminum, tí vit høvdu onga religión sum vit kundu úttrykkja...«
»Fólk hava ymsar meiningar um, hvussu skýskravarin bleiv til, men í øllum mentanum er tað í grundini bert ein orsøk, og hon er, at mann byggir høgt grundað á religiøsa trúgv ella fyri at vísa seg...«
»Hetta ynski um at byggja høgt tykist sum ein náttúrlig trongd, akkurát sum sex og slagsmál...«
»Hugsa bert um søguna um Babelstornið. Hon snýr seg um vald
– vald og dominans...«
Og hetta verður sagt í einum amerikonskum arkitektatíðarriti um tann postmodernistiska bygningin, sum Philip Johnson teknaði til AT&T:
»Við AT&T bygninginum risti tann stílmedvitandi Philip Johnson – býarmenniskja, stuttligur og vandin – upp í byggisiðin, sum gjøgnum trý ártíggir var sovnaður dovisliga í banalum glas- og stáltolkingum av modernismuni av so at siga øllum arkitektum, sum tá teknaðu høvuðssæti til vinnuvirkir.«