Svenning av Lofti 70

- stórt føðingardagshald í Ebenezer - yvir 600 gestir

Ovari salur í Ebenezer var fullsettur longu áðrenn klokkan var sjey mikukvøldið, 16. september. Svenning av Lofti hevði bjóðað til sjeyti ára føðingardag og hevði heitt á fólk um at møta stundisliga. Gestirnir fingu sanniliga nakað fyri “pengarnar.”


Ein skrá var gjørd, sum fylti eina tættskrivaða A4 síðu. Á skránni stóð, at veitslan skuldi enda kl. 22.30 Hetta lat seg heilt klárt ikki gera, og ikki fyrrenn kl.23.30 endaði føðingardagshaldið. Hetta sýntist ikki at nerva gestirnar, tí fólkið sæt við stórum áhuga og eygleiddi skránna, sum meistarliga varð umsitin av Páll á Lakjuni, ein av nærmastu samverkamonnunum hjá Svenningi ígjøgnum nógv ár.


Meðni fólkið heilsaði upp á Svenning og fann sær sitipláss, sang Ebenezer-kórið eitt breitt úrvæl av kendum sangum, sum var við til at seta góða stemningin í gongd longu frá byrjanini av.


Sonur Svenning, Marner, sum bæði syngur, yrkir og skrivar løg, sang tann væl kenda sangin “Nú er løtan.” Svenning hevði ynskt, at sonur hansara framførdi sangin longu í byrjanini, tí hendan løtan, sum Svenning sjálvur tók til, saman við stórum skara av familju, vinum og kenningum, er løtan, tá ein veruliga skal liva og gleðast.


Osmund Justinussen, sum eisini er ein av vinmonnum Svennings ígjøgnum mong ár, bjóðaði gestunum vælkomnum.


Nú er løtan

Tað sást greitt á Svenningi, undir øllum kvøldinum, at hann hevði skilt at nú var løtan. Hetta var eisini ein stór løta fyri hann, har hann veruliga gleddist og frøddist. Hann hevði eisini stóra orsøk til tað, tí hann fekk nógv gott og nógv rós at hoyra, sum var ein sonn viðurkenning av tí breiða arbeiði, sum hann, saman við konu síni, Birgit, hevur gjørt í mong ár, bæði á tí andaliga og tí borgarliga økinum.


Í hesum sambandi kann vera vert at nevna tað, sum William Heinesen segði, tá hann bar fram eina kvøðu


til Christian Matras, tá hesin fylti fimti: “Eitt tað sakasleysasta, ein maður kann gera, er at halda føðingardag. Hevur tú einki gott at siga um hann, so sig heldur einki, í staðin fyri at órógva hann í sínum veitsluhaldi, meðan hann situr og frøir seg yvir, at nú er fjørðurin rógvin so langt. Men hevur tú eitthvørt lystiligt at siga, so sig tað og ver við til at styðja upp undir hansara æru og vælferð.”


Gestirnir tiknir á bóli

Tvær ferðir undir haldinum vórðu gestirnir tiknir á bóli. Tá ein tími var farin, hoyrdist inn frá gongini ein heldur sjáldsamur sangur. Hurðin fór upp, og inn eftir miðgongini kom eitt syngjandi kingokór. Tey gingu upp til pallin og har sungu tey so aftur ein kingosálm. Kórið kemur úr Tjørnuvík. Hetta var eitt serligt ynski hjá Svenningi, sum ígjøgnum mammuna hevur ættarrøtur í Tjørnuvík, har hann eisini eigur nógv rík barnaminnir.


Løtu seinni, undraðust gestirnir yvir at hoyra honblástur úti í gongini. Uml. 30 fólk úr Frelsunarherinum, øll í eyðkenda búnanum, komu við trummu og hornblástri í skrúgongu upp á pallin. Tey spældu lagið “Framá Kristi stríðsmenn.” Hetta var ynski frá Svenningi, hvørs størsta ynski er, at allir trúgvandi føroyingar gerast slíkir Kristi stríðsmenn, sum hyggja fram eftir. Tá tey vóru komin upp á pallin leiddu tey felagssangin “Eg eri á veg til Landið.” Hesin sangurin gekk rættuliga í løttum og glaðum Frelsunarherstíli.


Hesi tvey innsløgini settu sítt serliga fingramerkið á kvøldið.


Skemtiliga føðingardagsbarnið

Hjørleif Vang tók sær av tí skemtiligu síðuni av Svenningi, sum hann lýsti væl við at taka ymiskt fram, sum Svenning annaðhvørt hevur sagt ella gjørt ígjøgnum árini, ikki minst undir hansara mongu møtiferðum bæði heima og burturi. At Svenning hevur humor er eingin í iva um, sum kennir mannin. Hjørleif tók nakað soleiðis til: “Um ein ikki klárar at flenna eftir eini søgu hjá Svenningi, so gerð man tað kortini, tí Svenning flennur so hjartaliga sjálvur......hann dugir at síggja tað skemtiliga við sær sjálvum .....Svenning hevur ein smittandi látur.”

Hjørleif segði frá eini vitjan hjá Svenningi úti í Nólsoy fyri nógvum árum síðani: “Hann gekk í húsini við traktatum. Svenning bankar uppá og út kemur ein maður. Hann tekur í hondina á manninum og sigur “góðan dag, hetta er Svenning av Lofti,” tá svarar maðurin aftur, “ja góðan dagin, hetta er Niels á Botni.”


Hjørleif dugdi meistarliga væl at lýsa føðingardagsbarnið frá tí skemtiligu síðuni, tí láturin rungaði um allan salin, at allarhelst hevur onkur av teimum gomlu brøðrunum í Ebenezer vent sær í grøvini. Hjørleif skuldi havt fingið nógv meiri tíð til sítt innslag.


Lívið í myndum.

Eisini sóu vit lívið hjá Svenningi í myndum, sum vórðu vístar á stórskýggja. Hanna Andreassen á Eiði hevði meistarliga skipað eina power point framsýning av myndunum. Myndir frá barnaárunumn á Eiði, ungdómsárunum í Havn, og myndir av góðum løtum upp ígjøgnum manndómsárini til dagin í dag. Eisini sóu vit myndir av foreldrunum, og í tí sambandinum greiddi Svenning frá, at mamma hansara kom til persónliga trúgv á Jesus, meðni hon lá á song við Svenningi sum nýføddum í føvninginum. Svenning segði, at mamma hansara segði honum hetta, tá hann var vorðin 40 ára gamal, og at hetta tá gjørdi eitt stórt persónligt ynntrykk á hann.


Steðgurin

Tá ein góður tími var farin vórðu gestirnir bodnir niður í salin í neðra. Har vóru tvey sjálvtøkuborð sett upp við fleiri sløgum av tvíflísum, sum gagnaðist sera væl. Eisini var ein stór føðingardagskaka á borðinum, sum var yvitrekt við marcipani, har ymiskar myndir av Svenningi vóru feldar niður í marcipanyvitrekkið. Onkur helt, at teir næstu dagarnar fara fólk at ganga við myndum av Svenningi í búkinum.


Gestirnir sótu ikki við borð undir steðginum, men tað var lagt upp til, at fólk fekk høvið at heilsa upp á hvønn annan, og gestirnir sýntust at stórtrívast, tí prátið gekk ómetaliga væl. Tað má sigast, at tað er so nógv lættari at hondtera eina tvíflís, tá tú ikki skal sita, enn at standa og práta við fullum tallerki av viðskera og einum koppi í hinari hondini.



Sangløta

Svenning ynskti ikki, at orðið skuldi vera frítt, men heldur at brúka løtuna til eina serliga sangløtu við bæði felagssangi, kórsangi, solo- og bólkasangi. Løtan var eisini meiri at líkna við eina serdeilis góða sangløtu heldur enn eitt vanligt føðingardagshald. Svenning ynskti eisini, at navn Guds skuldi verða lyft høgt hetta kvøldið, og tað varð tað eisini við tí breiða sangúrvali, sum gestirnir fingu at hoyra.


Hóast Svenning er gamal prentari, so valdi hann ikki at prenta eitt sanghefti til løtuna, sum annars er ógvuliga vanligt, eina hátíðarløtu sum hesa. Allir felagssangirnir vórðu vístir á tí ógvuliga stóra stórsskýggjanum, sum fyllir nærum alt vindeygapartíið, har sangkórið situr. Ístaðin fyri at sita og bula niður í eitt sanghefti, so kundu gestirnir rætta seg upp og syngja við á stórskýggjanum, og geva sanginum alla tað luft sum var í lungunum; og felagssangurin gekk eisini ómetaliga væl. Ein sonn frøi fyri sangglaðar sálir.


Fjøldbroytt sangluttøka

Ebenezer-kórið, dupultkvartettin og sangbólkurin “4” við Marner av Lofti, Jákup Zachariassen, Gunnar Justinussen og Petur Jacobsen, og Jóannes á váli við klaverið og Kári Holm Jacobsen við guitarinum, góvu sanginum veingir hesa løtuna í Ebenezer, og ikki at gloyma trummusláarin, sum alt kvøldið sæt “innibyrgdur” í einum “glasbúri,” meðni hann meistarliga pískaði til sínar trummur, sum vissuliga tryggjaði felagssanginum løttu rytmuna.


Maria Hentze (Maria í Ullvøruhúsinm) hevði eina solo.

Svein Petersen úr Hvalba, sum hevur ferðast sum sangari við Svenningi hesi seinastu árini, heilsaði føðingardagsbarninum við eini solo.

Oddmar Marsten úr Klaksvík sang ein sang, sum hann og Svenning týttu til føroyskt í 1960, tá teir vóru ungdómsvinir í Keypmannahavn. Sangurin eitur: ”Í mínum hjarta er gleði.”

Mirjam Carlsen sang eina solo við Ebenezer-kórinum í bakgrundini.

Gunnar Justinussen sang um Vallaran.

Heini Lútzen og Leigh Hjaltalin sungu hvør sína solo, sum hevði eitt trivaligt íslett av Ísraelskum tónum; ikki so løgið, tí Ísrael er bæði eitt hjartamál og eitt ferðamál hjá føðingardagsbarninum.

John Færø úr Klaksvík sang eina solo. Hann hevði úttrykt ynski um at fáa loyvi at syngja sangin, “Vaktur av nýggjum.” John skrivaði hendan sangin fyri 16 árum síðani, aftaná eina óvæntaða vitjan av Svenningi, sum leiddi til eina endurnýggan í hansara persónliga lívi.

Marner av Lofti, sonur Svenning, sang sangin “Halleluja,” sum Svenning hevur skrivað orðini til og Marner hevur gjørt lagið. Svenning greiddi frá, at íblástin til sangin fekk hann undir fíggjarkreppuni í 1991 meðni hann sæt og hugdi eftir einum sjónvarpsmøti í BBC. Sjey ár seinni, tá Marner kom heim at ferðast, sum var ein av teimum, ið var farin av landinum orsaka av fíggjarkreppuni, skrivaði hann lagið til sangin.

Birgit av Lofti hevði ein solosang, sum hon sjálv hevði skrivað. Birgit hevur gjørt nógv við at syngja, og hon er ímillum veteranarnar í Ebenezer-kórinum. Tí var tað eisini náttúrligt fyri hana, at hon bar eina syngjandi heilsu til mann sín á hansara sjeyti ára degi.


Talarar

Sum allareiða nevnt, so var orðið ikki frítt. Svenning var kanska ræddur fyri eini flóðaldu av orðum um so hevði verið. Tað vóru kortini nøkur, sum fingu avmarkaða tíð á skránni at bera fram eina persónliga heilsan til føðingardagsbarnið:


Heðin Mortensen, borgarstjóri, takkaði Svenningi fyri hansara trúgvu tænastu i skúlaráðnum,

Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, lýsti Svenning sum ein av lyklapersónunuum í felagnum og takkaði Svenningi fyri trúgva tænastu ígjøgnum mong ár.

Tordur Niclassen bar fram eina heilsu, har hann takkaði Svenningi og Birgit fyri, at tey mangan høvdu verið góð í ráðum.

Poul Færø nevndi m.a. at Svenning var ein persónur, sum var eyðkendur av at lurta eftir innskotum frá Heilaga Andanum, og at hetta hevði mangan borið signing við sær.

John Færø bar eina hjartanemandi tøkk til Svenning, samstundis sum hann sang eina solo.

Øssur Berghamar, ein av kenningum og vinum Svennings heilt frá fimti árunum, nevndi, at hann og Svenning settu sær fyri sum ungir menn at biðja fyri Guds leiðslu í lívinum hjá hvørjum øðrum. Úrslitið varð, at Harrin leiddi teir báðar út í trúboðaravirki, Øssur til Danmarkar og Svenning á heimavølli. Eisini nevndi Øssur, at Svenning í yngri árum hevði verið málmaður í B36, men at hann gavst við hesum, og kanska var tað tí, at Svenning hevði eitt betri mál at verja.


Tá Øssur hevði talað, setti hann seg við klaverið, meðni Ebenezer-kórið sang sangin “Rópa av frøi,” sum Svenning hevur gjørt orðini til og Øssur hevur skrivað lagið. Tey, sum kenna til tann eyðkenda Ísraelska fólkasangin, kundu hoyra, at Øssur hevur megnað meistarliga at geva lagnum eitt Ísraelskt íslett, til stóra gleði fyri teir mongu Ísraels-vinirnar, sum vóru komnir at heilsa upp á Ísraelsvinin. Svenning skrivaði sangin fyrst í sekstiárunum, og hann er skrivaður yvir Sálm.100.


Eisini undirritaði fekk høvið til at bera fram eina heilsu, og nýtti høvið at takka Svenningi fyri eitt tiltakandi vinarband ígjøgnum 44 ár.


Endi

Tá klokkan var komin út ímóti 23.30 steig Svenning fram á pallin, har hann kvitteraði, saman við konuni, hvussu glaður og takksamur hann var fyri kvøldið.   


Poul Jóhan Djurhuus