»Flot! Helt fantastisk. Utroligt!«
Lovorðini tróta ikki. Eftir 40 ár uttanlands eru systrarnar Lykke Zachariassen og Lív Søholm, áður Zachariassen, aftur í Føroyum. Tær hava tikið sær eitt langt vikuskiftið í Føroyum og eru ovurfegnar um hesa ferðina aftur í tíðina, sum tær hava gjørt.
Lykke og Lív eru døtur hjá Gulak og Inger Zachariassen. Gulak, sum var sonur Gudrun og Jógvan Zachariassen landslækna, hevði handil í Havn. Í 1964 flutti familjan til Danmarkar, og síðan tá hava tær báðar ikki verið í Føroyum. Tá var Lykke 16 ár, og Lív var 9 ár.
Lykke var eitt rend í Føroyum í 1965, annars hevur hon ongantíð vitjað. Í dag býr 55 ára gamla Lykke á Mallorca, har hon hevur sína egnu fótklinikk, og 49 ára gamla Lív er jarðamóðir í Aalborg.
Ikki tykkum at siga, so er ómetaliga nógv broytt, síðan tær fóru úr Føroyum, og vit settu teimum tí stevnu á Norðurlandahúsinum til eitt prát. Her var hagi, tá tær vóru lítlar, og nú stendur eitt mentanarhús, ið er ein perla í altjóða høpi, halda tær.
? Her er ein kolosal broyting, sigur Lykke, sum næstan ikki fær afturhald av øllum, hon sær.
Málið kámast
Samrøðan gongur fyri seg á donskum, tí Lív hevur gloymt føroyska málið. Lykke hinvegin tosar og skilir væl føroyskt, men hevur verri við at lesa málið.
? Tað eru so nógv hugtøk, sum eg ikki kenni, og eg havi eitt sindur ilt við at fylgja við. Tað er verri at lesa, men øll tosa føroyskt við meg, og tað gongur fínt. Spaniólar tosa hart og skjótt. Føroyingar eru meiri seigligir. Tosa lágt og spakuliga, so tað gongur væl, sigur Lykke.
Við sær hevur Lykke sonin, 10 ára gamla Erik Rodrigez Zachariassen, sum hon fekk sum 45 ára gomul. Hann skilir bara spanskt.
? Ja, eg fekk hann seint, men hann er ein gáva, tí eg misti eitt barn, greiðir Lykke stillisliga frá.
Bæði hon og sonurin hava varðveitt navnið Zachariassen, hóast hon er gift í Spania.
? Í Spania varðveita kvinnurnar eftirnavnið. Tá so børn koma afturat, fáa tey eftirnavnið hjá báðum foreldrunum. Fáa tey so aftur børn, so dettur eftirnavnið hjá mammuni burtur, og soleiðis vinnur pápanavnið kortini til síðst, sigur Lykke og flennir.
Hóast tær bara hava verið ein hálvan dag í Føroyum, tá vit tosa við tær, hava tær longu sæð nógv.
? Vit hava koyrt runt og klikkt myndir sum ørar. Alt skal í kassan, alt skal goymast í høvdinum. Eg eri komin hendan túrin fyri at fáa javnvág. Nøkur ting skulu líkasum fáast upp á pláss, sigur Lykke.
Allir sansir opnir
Beinanvegin tær komu, fóru tær niðan á Varða, har tær vuksu upp.
? Minnini skola oman yvir okkum. Vit hava næstan ikki tosað um annað, síðan vit komu. Her er enn líka deiligt, sjálvt um tað er nógv broytt. Á ein hátt er alt vaksið, men samstundis er alt líkasum krympað, sigur Lív.
Tær minnast, at Havnin tá kom ikki upp á knøini av tí høvuðsstaðnum, tær nú síggja. Býurin stegðaði niðri í Gundadali. Húsini hjá Honnu-mostur (Hanna við Høgadalsá, blðm.) lógu úti í oyðimørkini siga tær, men í dag eru tey umgird av grannaløgum. Alt argjalandið er sum ein nýggjur heimur, halda tær, Konmansmýra var hagi, og Hoyvík er sum ein nýggjur býur. Og kortini, so liggur Nólsoyggin har, kanska nærri enn nakrantíð, og enn liggja russarar á fjørðinum.
? Ja, tað er líkasum alt er vorðið styttri. Fyrr tóktist tað, sum tað var langur vegur í skúla, men tað tekur bara fimm minuttir at ganga. Alt er broytt, men vit eru ikki vónbrotin kortini. Høvdu tað verið háhús, sum høvdu stungið seg upp, so kanska, men stílurin er tann sami, litrík og tøtt hús. Tað er sjarmerandi, sigur Lív.
Allir sansir eru opnir, og serliga føroyska luktin, hava tær eisini heft seg við.
? Úti luktar reint og frískt. Og inni luktar av fiski, haldi eg. Tað var so heimligt, tá vit smakkaðu luktin av knettum í gjár. Tað er ein føroyskur luktur, sigur Lykke.
Nakið og vælvaksið
Ein stór broyting til tað betra, halda tær vera mongu og vælvaksnu urtagarðarnir allastaðni í Havn. Teir sóust ikki áður. Og kortini hava Føroyar varðveitt tað nakna og óspilta, tí náttúran liggur so tætt við.
Tær práta allatíðina. Nærmast ovfarakátar. Spenningurin er stórur teirra millum, og Lykke avdúkar, at hon vaknaði longu klokkan 6 í morgun.
? Eg haldi tað var friðurin, sum vakti meg. Í Spania hoyrast altíð skutarar og larmur. Her var bara fullkomiliga kvirt, sigur hon.
Í morgun hava tær verið og svomið, og tær bera Svimjihøllini alt tað besta. Mest hugtiknar vóru tær av teimum 70 ára gomlu ommunum, sum kavaðu av trímetur-vippuni.
? Tað sært tú onga aðrastaðni. Kanska er tað tí, at tit hava so góðar umstøður, halda tær og minnast afturá, tá tær svumu uttan fyri í hylinum í Gundadali.
Komnar útum ógvaðust tær við nógvu bilarnar, men siga í somu vending, at soleiðis er tað alla staðni. Tá tær vóru lítlar vóru tveir lastbilar og onkrir hýruvognar. Men tær undrast um, at tað síggjast so fáar súkklur.
? Vit súkklaðu meira, haldi eg, sigur Lykke.
? Tað minnist eg ikki, svarar systirin.
Ørar av gleði
Og so vóru tær aftur við minnini. Næstu dagarnar skulu tær vitja gamlar vinir, og leygarkvøldið skal vera stór systkinabarnaveitsla til heiðurs fyri tær. Tær gleða seg sum smáar gentur at síggja øll aftur. Og um eina løtu fara tær ein túr oman í býin at minnast.
? Vit njóta tað og eru næstan ørar av øllum. Vit skulu náa so nógv.