Kvinnan skal akta

Kvinnurnar yvirtaka alsamt meira og meira. Í skúlunum fáa genturnar toppkarakterir og fleiri kvinnur sita á hægstu størvunum kring landið. Nógv er hent í okkara vesturlendsku tanka­gongd, síðan slóðbrótandi kvinnur í 60’unum stóðu fram og kravdu javnrættindi millum kynini. Hóast framgongdin hevur verið stór á okkara leiðum, er søgan ein heilt onnur nógva staðni í heiminum

Annika Hedegaad Isfeldt

sjálvboin á OD-høvuðsskriv­stovuni í Keypmannahavn

----------------------------------------------------

 

 

Í vestafrikanska landinum Niger er tað, at man hevur nógvar konur, eitt tekin um, at man er vælhavandi og væl fyri í samfelagnum. At kvinnurnar ikki fara út um heimið vísir, at maðurin ikki hevur tørv á arbeiðsmegi teirra til ymiskt sum at heinta vatn úr brunninum - tað vísir umheiminum, at maðurin sjálvur megnar at forsyrja familju síni uttan hjálp frá konuni. Men kann tað í fjóðra fátækasta landi heimsins kallast kvinnuundirtrykkjan, um kvinnan ikki fer út um heimið?

Ymisku konurnar búgva í hvør sínum húsi, sova í hvør sínari song og saman gera tær alt tað húsliga arbeiðið. Út eftir sær alt idylliskt út. Tær passa arbeiðið sítt og hugna sær saman – tað sæst ikki á teimum, at arbeiðsdagur teirra er yvir 15 tímar langur.

 

Kvinnan stríðist vegna siðir

- Dagurin hjá mær byrjar kl. fimm hvønn morgun, tá ið eg fari upp fyri at gera klárt til mann mín, sigur Amou Abdou.

Fyri meg er klokkan framvegis ov lítið til, at man kann kalla tað ”morgun” – eygu míni berjast framvegis hart fyri at vera verandi opin. Eg hevði ongantíð sjálv funnið uppá at farið upp mitt um náttina, um tað ikki var tí, eg hevði eina avtalu við Amou. Fyri hana er hetta við at fara tíðliga upp tó ikki nakar trupulleiki – tað er rutina, ein vanasak. Hon hevur longu arbeitt í fleiri tímar við at banka hirsi til at gera hirsibollar. Hetta er eitt dagsarbeiði, tí bollarnir skulu gjøgnumarbeiðast so væl í fleiri umførum og Amou hevur av hesi orsøk ringa tíð til at tosa við meg. – Eg haldi ongantíð frí. Eg arbeiði, frá tí eg fari upp og til eg fari í song aftur. Eg má sjálvandi eisini ansa eftir manni mínum og átta børnum mínum. Tað er mítt arbeiði og tað er eitt fulltíðararbeiði. Eg geri altíð, sum maður mín biður meg, tað er mín plikt, tí vit altíð arbeiða so hart. Tó haldi eg,

tað týdningarmiklasta í einum forholdið millum menn og kvinnur er, at man deilir alt ímillum sín og respekterar hvønn annan. Soleiðis havi eg tað eisini saman við manni mínum; hann gevur mær altíð nógvar gávur, tá ið vit hava ráð til tess og hann hevur enntá eisini givið mær eitt stykki av jørð, eg sjálv kann dyrka.

Uppvaksin í einum heimi, har kvinnur í nógvum førum eru meiri succesfullar enn mannfólk og har javnrættindi eru vorðin ein náttúrligur partur av samfelagnum, tykist okkurt mær sera løgið. Hvussu kann Amou tosa um týdningin av at deila alt, tá ið hon stríðist við arbeiði sínum, meðan maður hennara bert sløvur situr og hyggur at saman við hinum monnunum á gøtuni? Kundi man ikki hugsa sær, at mennirnir kanska hjálptu konum teirra við einum parti av arbeiðinum, tá ið teir alíkavæl einki annað gera?

Amou flennir. – Jú, mítt arbeiði er heilt greitt strævnari enn arbeiði hjá manni mínum; hann heldur nógvar steðgir gjøgnum dagin. Tá ið hann er úti á markini, kann hann seta seg niður eina løtu at práta við hinar mennirnar og um døgurðatíð kemur hann heim og heldur ein langan døgurðasteðg. Tað hevði eg ongantíð kunnað gjørt, so hevði eingin verið til at tikið sær av arbeiði mínum. Eg noyðist at arbeiða sera hart fyri at fáa tað heila at koyra runt, eg havi jú eina stóra familju at forsyrgja. Men soleiðis eru siðirnir. Maður mín hevði ongantíð kunnað gjørt arbeiði mítt, tað er alt ov hart fyri hann.

 

Týdningarmiklast er, at kvinnan aktar

Eftir at hava fingið eitt innlit í gerandisdagin og hugsanirnar hjá eini kvinnu, haldi eg tað vera áhugavert eisini at tosa við ein mann um hesi evni. Amou tosaði um at deila alt, so tað eru kanska bert fordómar, vit hava av monnunum í u-londunum og kynsmyndir teirra? Hevur tað nakra ávirkan á kynsbýtið, at tú livir í 4. fátækasta landi heimsins?

Tá ið eg tosi við føroysku vinmenn mínar, siga teir altíð, sum Hollywoodstjørnurnar gera í kærleiksfilmunum, at ”dreymagentan skal vera fitt og festlig – og sjálvandi skal hon eisini síggja gott út”. Sum 80-ára gamal og leiðari av nomadu-fulanibygdini Kaima, fær Souliy Amadou Garba nógva respekt frá fólki sínum. Øll lurta eftir honum, tá ið hann tosar og orð hansara eru at kalla lóg. Tá ið hann tosar um kvinnur, er tað tó ikki beinleiðis í vesturlendskum vendingum; hann umboðar eina kvinnufatan, ið hjá okkum verður sæð sum avoldað og hann hevur allarhelst ongantíð hoyrt eitt orð um kvinnufrígerðing.

- Tað er gott, um ein kvinnu er vøkur og sterk, men hevur hon ikki respekt fyri manni sínum, er alt annað líkamikið. Týdningarmiklasti eginleikin hjá eini kvinnu er heilt greitt, at hon dugir at vísa respekt; aktar hon ikki mannin, kann hann senda hana burtur, sigur hann. Menn kunnu jú ikki liva saman við eini kvinnu, sum heldur, hon veit betur enn hann. Sjálvandi skal maðurin vera tolin, men tað er hann, sum skal seta grensurnar. Tað er ei heldur sjáldsamt, at kvinnur verða beindar burtar – tað hendir nú á døgum rættiliga ofta, at tær ikki lurta eftir manninum og so er jú einki annað at gera.

 

Eingin vegur út?

Eftir at hava tosað við Souliy, sum umboðar gamaldags kvinnufatanina, og Amou, ið tykist glað fyri lívið sum tænarin hjá manni sínum, verði eg eitt sindur vónleys.

Er tað yvirhøvur møguligt at broyta hetta kynsbýtið, sum í so mong ár hevur verið við til at halda nigersku kvinnunum niðri? Kann man hjálpa fólki, sum ikki vilja hjálpast? Kann man hjálpa kvinnum, sum sjálvar halda seg klára seg væl? Ella kanska er hetta als ikki rætti vinkulin uppá tað. Eg verði samd við meg sjálva í, at kvinnurnar í øllum førum skulu sleppa at hoyra um rættindi teirra og sjálvar velja lívið, tær ynskja at liva. Um tær so velja at halda áfram, sum tær áður hava gjørt, er tað teirra val. Tær hava her í øllum havt møguleikan fyri at velja. Í nigersku lógini stendur nevniliga, at kvinnur og menn at kalla eru jøvn – tað tykist bara ikki sum, at samfelagið verður útint á henda hátt.

Fyri at fáa svar uppá nógvu spurningar mínar, leiti eg meg fram til eina kvinnu, sum í fleiri ár hevur verið forkvinna í felagsskapinum AME, sum arbeiðir fyri kvinnurættindum í Niger.

- Eftir at fokus í langa tíð hevur verið á kvinnurættindi og felagsskapir sum AME hava sett fokus á at stuðla kvinnum, eru nigersku kvinnurnar vorðnar meiri sjálvstøðugar. Tær hava nú sjálvar nakrar møguleikar og ressursir til at gera ymiskt, sigur Indo Oumarou. – Nógvar kvinnur hava sæð, at útbúgving veruliga er vegurin fram eftir – eisini fyri genturnar. Áður hildu tær døtrarnar heima fyri, at tær kundu hjálpa til í húsarhaldinum, men nú hugsa tær fyrst og fremst um at senda tær í skúla. Eg eri vís í, at tað at senda eina gentu í skúla fer at hjálpa samfelagnum at flyta seg rættan vegin. Í lógini stendur, at øll børn skulu hava møguleika fyri at ganga í skúla og hetta má samfelagið sjálvandi royna at liva upp til. Í Niger hava vit ein talumáta, sum sigur, at kvinnurnar áður høvdu høvd teirra í einum ílati, men nú er hetta ílatið burtur og eygu teirra eru opin.

 

 

---------

 

Navn: Rashida Abdou

Aldur: 18

Familja: Eg havi átta systkin, har av hava trý gingið í skúla. Pápi mín er bóndi og marabou (marabou er eins bønarleiðarin í Niger red.) og mamma mín heldur hús heima.

Status: Eg havi verið gift við manni mínum í trý ár. Vit møttust á felagsplássinum í bygdini eitt kvøldið og vórðu forelskaði. Í dag hava vit ein lítlan son saman, sum er tvey ára gamal.

Bústaður: Eg búgvi í bygdini Kaima, sum liggur 1½ tíma frá Maradi (ið er næststørsti býurin í Niger red.), saman við manni mínum og fyrstu konu hansara. Áðrenn hann møtti mær, varð hann giftur við einari aðrari kvinnu, sum hann hevur fýra børn saman við. Vit hava tað gott saman, 1. konan og eg, og vit deilast um tað dagliga arbeiðið.

Útbúgving: Eg havi ongantíð sjálv gingið í skúla, men eg haldi tað vera sera týdningarmikið at nema sær útbúgving og tí vóni eg eisini, at sonur mín fær møguleika fyri at ganga í skúla, tá ið hann verður eldri.

Soleiðis sær ein vanligur dagur út:

Vanliga fari eg upp kl. 5 um morgunin fyri at banka hirsi og gera mat til mannin hjá mær. Eftir at hann er farin út í markina, arbeiði eg heima við m.a. at gera hirsibollar og at fara eftir vatni. Um middagsleitið geri eg mat, sum eg fari út við til mann mín í markina, har eg eisini hjálpi honum við arbeiðinum í nakrar tímar. Tá ið eg komi heim aftur seint um dagin, hvíli eg meg, áðrenn eg skal gera mat til familjuna. Eftir at maður mín hevur biðið kvøldarbørn kl. 20, fari eg útlúgvað í song.

Frítíðarítriv: Tá ið eg havi frí, vitji eg familju mína ella vinir mínar.

Størsta ynski/framtíðardreymur? Hægsta ynski mítt er einaferð at eiga nóg mikið av peningi til at fáa eina tænastugentu at hjálpa mær, so eg sjálv kann hvíla meg av og á.

 

-----------

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Navn: Barbara Vang

Aldur: 18 ár

Bústaður: Tórshavn

Familja: Mín nærmasta familja er deiliga stór, men eitt sindur trupul at greiða frá. Eg búgvi saman við mammu míni, manni hennara og einum 6-ára gomlum hálvbeiggja. Eg havi tó eisini sera tætt samband við pápa mín, konu hansara og tveir hálvbeiggjar, sum eru 3 ár og 1 mánaða, hóast tey í løtuni búgva í Brasilia.

Civilstatus: Støk

Útbúgving: Eg gangi í 2.s á málsligu deild í Hoydølum

Frítíðarítriv: Tað eru nógv ymisk ting, ið mær væl dámar at takast við í frítíðini. Eg elski at vera kreativ - at taka myndir, tekna og mála. Eg eri skóti og haldi, at náttúran er sera hugtakandi. Annars eri eg eisini áhuga í bókmentum, tónleiki og list - í tað heila tikið mentan; bæði føroyskari og útlendskari. Alt hatta royni eg at fáa tíð til út yvir skúlating og “frítíðar størv”.

Ein vanligur dagur: Ein vanligan dag seti eg vekkaran til kl. 6.30, men útseti hann vanliga 10 min. hvørja ferð til klokkan verður uml. 7, tá byrji eg so smátt at vera vakin og minnast til, at eg jú skal í skúla. Eg skundi mær so upp, lúri ígjøgnum persiennirnar fyri at vita hvussu veðrið er, lati meg í og eti morgunmat við einum góðum temunni afturvið. Knappliga plagar klokkan so at vera so nógv, at eg bara má skunda mær avstað og renna yvir til bussin. Eg eri í skúla til uml. kl. 14-15. Tá eg havi frí, skal eg onkrar dagar beint til arbeiðis. Annars fari eg sum oftast heim og royni at koma ígjøgnum bunkan av skúlatingum. Nátturðin verður sum oftast etin við familjuni kl. 18. Aftaná tað fari eg kanska út við vinum, geri okkurt, eg havi hug til, fari á fund ella haldi áfram við skúlatingum. Tá klokkan verður uml. 22 byrji eg at hugsa um at fara í song og kl. 23 liggi eg væl ballað við einari góðari bók og lesi til eyguni ikki orka meira.

Ynskir/dreymar: Tá tað kemur til framtíðina, so er ikki so nógv annað at siga enn – tað má tíðin vísa. Eg ynski peace, love and understanding og so ynski eg, at so nógv sum gjørligt mugu fáa eitt gott og innihaldsríkt lív. Annars ynski eg at sleppa at ferðast nógv og uppliva ymisk fólkasløg og mentanir, kanska eg so finni meg sjálva onkrastaðni har úti í tí stóru verðini, haha.