Røða løgmans er til viðgerðar, og fari eg at tríva eitt sindur í olju- og umhvørvismál, ið eru tey málsøki, sum mær eru litin upp í hendi at umsita.
Oljumál
Síðan málsøkið »ráevni í undirgrundini« varð tikið yvir á heysti 1992, hevur miðvíst verið arbeitt við at evna til grundarlagið fyri eini komandi oljuvinnu á føroyskum øki. Talan hevur lutvíst verið um at fáa til vegar neyðuga lógargrundarlagið, men eisini hevur verið neyðugt at økja vitanina um jarðfrøðina, serliga á landgrunninum.
Lógargrundarlagið kom uppá pláss við lógini um kolvetnisvirksemi, sum løgtingið samtykti í vár. Talan er um væl avrikað lógarverk, ið hevur givið okkum somu møguleikar at stýra eini komandi oljuvinnu, sum myndugleikarnir í okkara grannalondum hava.
Í kolvetnislógini eru reglur um forkanningar, leiting og framleiðslu umframt flutning av kolvetni á føroyskum øki. Nógvar ásetingar hava sum endamál at tryggja myndugleikunum ñ og harvið føroyska samfelagnum ñ innlit í virksemið hjá teimum, sum fáa loyvi at fara undir kolvetnisvinnu.
Dentur verður lagdur á, at kolvetnisvinna á føroyskum øki gerst so trygg sum tilber. Náttúruviðurskiftini á okkara leiðum seta stór krøv til allar partarnar í eini oljuvinnu, tí talan er um leiðir, har dýpið er stórt, streymurin harður og bylgjurnar til tíðir høgar.
Oljuvinna undir slíkum umstøðum er ikki vandaleys, og neyðugt er tí, at myndugleikarnir seta feløgunum krøv, soleiðis at tryggleikin og arbeiðsumhvørvið er á høgum stigi.
Somuleiðis at neyðugt, at verkafólkið er væl útbúgvið, bæði tá ræður um teirra starv, men sanniliga eisini tá talan er um trygd og tilbúgving. Tíðindi bórust í útvarpinum um dagarnar, at nøkur av okkara verkafeløgum eru so smátt farin at kunna seg við arbeiðsumstøðurnar í norsku oljuvinnuni. Hetta er at gleðast um og eg vóni, at fáast kann í lag gott samstarv millum myndugleikar, oljufeløg og verkafeløg, soleiðis at vit í felag kunnu virka fyri, at arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum í framtíðini koma at hava sítt dagliga virki í frálandsvinnu, verða bæði góðar og tryggar.
Eg kann í hesum sambandi nevna, at oljumáladeildin í løtuni arbeiðir við kunngerðum, ið hava til endamáls meira neyvt at áseta krøvini um arbeiðsumhvørvi, trygd og tilbúgving, sum kolvetnislógin nevnir.
Kolvetnislógin hevur eisini ásetingar, ið hava til endamáls at verja umhvørvið, men hesar kann eg venda aftur til, tá eg seinni fari undir at viðgera umhvørvi sum heild.
Tó skal eg nevna, at endamálsorðingin í kolvetnislógini leggur dent á, at virksemið verður soleiðis skipað, at neyðug fyrivarni eru tikin fyri fiskiskapi. Henda ásetingin verður tikin í álvara. Í vetur hava oljumáladeildin og Vaktar- og bjargingartænastan í felag bøtt um treytirnar fyri at gera seismiskar kanningar á føroyskum øki, m.a. soleiðis at væl verður boðað frá, hvar seismikkskipini til eina og hvørja tíð gera kanningar.
*tlanin er seinni at stovna eitt samstarvsforum fyri fiski- og oljuvinnu, og eisini skal skaðabótanevndin mannast, tá tíðin er búgvin.
Vitanargrundarlagið er somuleiðis fingið til vegar. Tulkingar av innkomnum seismiskum data benda á, at tað eru strukturir í undirgrundini, sum áhugavert kann verða at seta borin í.
Nógvar ymiskar forkanningar eru gjørdar, og nú verður hildið, at vitanin er um at vera nóg holl til at øki ella teigar kunnu bjóðast út. Samstundis er einki dulsmál, at nógvu oljufeløgini ella samtøkini av feløgum, ið hava brúkt stórar upphæddir at kanna føroysku undirgrundina, nú ótolnast eftir at fara undir veruliga oljuleiting á føroyskum øki, herundir leitiboringar.
Hetta førir okkum til tær kanska týdningarmestu reglurnar í kolvetnislógini, t. e. reglurnar um sjálva loyvisveitingina.
Landsstýrið hevur heimild at veita loyvi at leita eftir olju og jarðgassi á ávísum økjum og sambært nærri ásettum treytum, tó soleiðis at teigarnir og almennu loyvistreytirnar skulu ásetast við løgtingslóg, áðrenn boðið verður út.
Sum nevnt í løgmansrøðuni og løglistanum er tað mín vón at kunna leggja uppskot til løgtingslóg um øki og treytir fyri 1. útbjóðingarumfar fyri løgtingið einaferð eftir nýggjár. Avgerðin um hetta verður tikin í samráð við løgmann, ið varðar av samráðingunum við bretar um landgrunsmarkið. Vónandi verður um ikki langa tíð funnin ein samráðingarloysn á marknatrætuni, soleiðis at sleppast kann undan at leggja málið fyri altjóða dómstólin í Haag.
Endar málið í Haag, verða vit noyddir at kanna møguleikarnar fyri kortini at hava eitt útbjóðingarumfar. Undir øllum umstøðum er tað mín ætlan at bera so í bandi, at fyrireikingarnar í sambandi við 1. útbjóðingarumfar verða komnar somikið áleiðis, at lógaruppskotið um øki og treytir kann verða lagt fyri løgtingið beinanvegin marknamálið liggur greiðari fyri.
Almennu loyvistreytirnar, sum løgtingið skal taka støðu til, eru m.a. loyvistíðin; loyvisgjøldini; arbeiðsskyldur tvs. leitiskráin hjá loyvishavaranum, t.d. talið av boringum. Loyvini skulu hava ásetingar um brúk av føroyskari arbeiðsmegi, veitingar og tænastur frá føroyskum fyritøkum v.m., umframt at ásetast skal, hvaðani loyvishavararnir skulu reka sítt virksemi, m.a. við útgerðarstøðum.
Løgtingið gjørdi í vár ta broyting í uppskoti landsstýrisins til kolvetnislóg, at loyvini eisini eiga at krevja, at allur flutningur av vørum og fólki skal yvir føroyska bryggju ella floghavn. Samanumtikið kann tí verða sagt, at løgtingsviðgerðin av treytunum í sambandi við 1. útbjóðingarumfar verður rætta høvið at taka upp spurningar um vinnutreytir í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Landsstýrið vil royna at bera so í bandi, at føroyskar fyritøkur kunnu nýta eitt byrjanarskeið í oljuvinnu við Føroyar sum lopfjøl til at menna yrkisførleikan, soleiðis at vinnan sum frálíður hevur lættari við at tillaga seg broytingar og gerst kappingarfør í altjóða høpi.
Løgmaður hevur longu svarað Jóannesi Eidesgaard, ið vildi vita nærri um avleiðingarnar, sum ein EBS-avtala kann fáa fyri oljupolitikkin, umframt hvørja støðu landsstýrið hevur til útgerðarstøðir. Spurningin um EBS-avtalu skal eg ikki gera nógv burturúr, men bara nevna, at sjálvandi mugu okkara møguleikar fyri at skipa ein oljupolitikk, sum er Føroyum og føroyskum fyritøkum at gagni, verða tikin við í myndina, tá okkara framtíðar viðurskifti við ES verða tikin til viðgerðar. Um útgerðarstøðir kann eg endurtaka, at lógaruppskotið í sambandi við 1. útbjóðingar-umfar eigur at áseta eitthvørt hesum viðvíkjandi. Eg eri samdur við løgmanni í, at tað er ógvuliga ivasamt, um tað er skilagott at áseta við lóg, hvar í landinum ein útgerðarstøð skal liggja í einum leitiskeiði, sum bert førir til avmarkað virksemi, tá leitiboringar fara fram. Eg eri ikki samdur við teimum sum halda, at um politisk støða ikki verður tikin til útgerðarstøðir beinanvegin, so hava politikkarar fráskrivað sær møguleikan at stýra avgerandi pørtum av eini oljuvinnu. Kolvetnislógin ásetir beinleiðis, at loyvishavararnir bert kunnu stovna havstøð ella virki og útbúnað á landi at brúka til kolvetnisframleiðslu, um landsstýrið frammanundan hevur góðkent eina leiðbyggiætlan. Helst er tað rætta løtan til at taka spurningin um útgerðarstøð upp, tí tá verður talan um regluligt virksemi, vónandi í áratíggju.
Í bløðunum verður spurt, um landsstýrið ætlar at góðtaka sjónvarpsfráboðanina hjá onkrum oljusamtaki, ið er farið undir virksemi í Føroyum, um at tað ikki verður rúm fyri at skatta oljufeløgini. Til hetta er at siga, at tað ivaleyst verður landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum ñ helst seint í heyst ñ fer at leggja fram uppskot til løgtingslóg um kolvetnisskatt. Síðan er tað møguliga onkur misskiljing, tí á fundi við okkum legði umboðsmaðurin fyri oljusamtakið dent á sambandið millum oljuprísir og skattareglur. Tað var ikki soleiðis, at samtakið hevði hugsað sær at sleppa heilt undan at gjalda skatt, t.d. partafelagsskatt. Spurningurin var heldur, um tað er ráðiligt at leggja serskatt á oljufeløg nú oljuprísirnir eru lágir.
Lítil ivi man vera um, at okkara møguleikar fyri at skipa eina komandi oljuvinnu verða ávirkaðir av oljuprísum og oljupolitisku støðuni í heiminum. Lágu oljuprísirnir, sum seinasta hálvárið hava verið á heimsmarknaðinum, m.a. orsakað av kreppuni í Asia, minka um íløguhugin. Samstundis kappast nógv lond um oljuíløgurnar. Eru okkara treytir ikki kappingarførar við onnur lond, sammett við vánirnar fyri at finna olju, so er vandi fyri, at íløgurnar fara aðrar vegir. Tað kundi tí verið uppá pláss, at ávarað ímóti longu nú at fyrigykla sær eina norska oljuvinnu, tí enn kenna vit lítið til vánirnar fyri at finna olju og prísirnir eru sum nevnt lágir sammett við 70íini, tá Noreg bygdi upp sína oljuvinnu. Harafturat vóru stórir partar av heiminum ikki atkomuligir hjá oljufeløgum, t.d. Sovjet og Kina, partar av Afrika, Asia og Suðuramerika.
Uppgávan hjá myndugleikunum (landsstýri og løgtingi) verður, bæði tá talan er um kolvetnisskatt og uppskotið um 1. útbjóðingarumfar, at bera so í bandi, at funnin verður ein javnvág, sum tryggjar føroyska samfelagnum sín part av sonevndu tilfeingisrentuni, men samstundis tryggjar oljufeløgunum somikið áhugaverdar leititreytir, at tey vilja gera íløgur í Føroyum.
Mín vón er, at løgting og landsstýrið fáa gott samstarv um hesi viðurskifti. Eg vil í hesum sambandi takka Thomasi Arabo fyri, at hann í røðu sínu skoraði undir hugsjónir mínar um oljumál.
Umhvørvismál
Eg skal ikki gera nógv burturúr umhvørvismálum ídag. Tey fylla heldur ikki stórvegis í løgmansrøðuni.
Kortini verður í røðuni nevnt, at møguleikarnir fyri at gera havumhvørvið til føroyskt málsøkið burturav eiga at verða kannaðir. Hetta kann taka nakað av tíð, og verður ríkislógartilmælið um nýggja lóg til verju av havumhvørvinum helst framlagt av nýggjum. Uppskotið varð lagt fram í vár, men fall burtur, tá val varð útskrivað. Nýggj havumhvørvislóg er fortreyt fyri at seta OSPAR-sáttmálan um verju av havumhvørvinum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í gildi. OSPAR-sáttmálin og nevndirnar, sum virka undir honum, hava týdning m.a. fyri eina komandi oljuvinnu, tí her verður ásett, hvørji evni, sum nýtt verða í sambandi við oljuleiting og ñframleiðslu, loyvt er at láta út á sjógv.
Møguleikarnir fyri at gera eina føroyska umhvørvislóg, ið fevnir um land- og havumhvørvið, eiga eisini at verða kannaðir.
Í samgonguskjalinum verður sagt, at Føroyar í altjóða høpi skulu stríðast ímóti dálking frá stóru ídnaðarlondunum á meginlandinum. Slíkt arbeiðið krevur, at Føroyar taka lut í altjóða samstarvi av ymiskum slagi og fyri at gera tað verður helst neyðgt at styrkja umhvørvisfyrisitingina. Tí eigur at verða kannað, um tað letur seg gera við verandi fíggjarkarmum at raðfesta umhvørvisfyrisiting hægri.
Aftur til ásetingarnar í kolvetnislógini, ið hava til endamáls at tryggja umhvørvið. Sjálv endamálsorðingin í kolvetnislógini leggur dent á, at virksemið verður skipað soleiðis, at fyrivarni verða tikin fyri umhvørvis- og náttúruáhugamálum. Hetta eigur at viðføra, at øll tilrættislegging av oljuvirksemið, bæði hjá oljufeløgum og myndugleikum, eigur at hava umhvørvismál í huganum. Afturat hesum eru fleiri aðrar ásetingar, sum viðvíkja umhvørvismálum, og kann eg serliga nevna kravið um, at gerast skulu metingar um fylgjurnar, ið einstakar oljuverkætlanir kunnu hava fyri umhvørvið.
Nógv hava óttast fyri, hvat verður at henda við okkara lutfalsligu óspiltu náttúru, tá oljuleitingar og seinni møguliga oljuframleiðsla tekur seg upp á føroysku havleiðunum.
Tað er vandi í hvørjari vælferð, men hendan hálvantriðja mánaðin, sum eg havi verið landsstýrismaður, hava nógv umboð fyri oljufeløg vitjað. Uttan undantak hava umboðini havt vøkru og ódálkaðu føroysku náttúruna á orði, eins og tey altíð gera nógv burturúr at greiða frá, hvørji stig júst teirra felag hevur tikið fyri at tryggja, at oljuleiting og ñframleiðsla ikki verður at skaða náttúruna.
Nú kunnu tit kanska halda, at eg eri heldur góðvarin - bara soleiðis at lurta eftir tí oljufeløgini siga. Talan er tó ikki um góðvarni, men heldur at vit taka oljufeløgini uppá orðið og seta teimum neyðug krøv.
Eg vil kortini gera vart við, at oljufeløgini ikki bara í orðum leggja dent á okkara óspilta umhvørvi. Saman við føroyskum kanningarstovnum, t.d. Fiskirannsóknarstovuni og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, hava oljufeløgini eftir áheitan frá Oljufyrisitingini tikið seg saman um eina verkætlan (GEM-verkætlanin), ið hevur til endamáls at fáa til vega ta vitan, sum neyðug er fyri at leggja leitivirksemið til rættis á ein fyri umhvørvið skilagóðan hátt. GEM-verkætlanin sigst vera eindømi í oljuvinnuni, tí hetta er fyrstu ferð eitt land hevur fingið oljufeløg at nýta pening til umhvørvismál, áðrenn tey hava fingið tillutað teigar at leita á. Hetta er somuleiðis dømi um, at okkara oljufyrisiting higartil hevur havt gott hegni at leggja komandi vinnuna til rættis á ein skilagóðan hátt.
Harra formaður! Sum landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum fari eg at virka fyri, at ein komandi oljuvinna ikki verður at oyðileggja ella dálka okkara umhvørvi. Mín vón er, at vit framhaldandi kunnu taka undir við skaldinum Hans A. Djurhuus, tá hann sigur:
Land mítt har grasið í líðum grør,
og sólin skínur á bláan fjørð,
og roykur upp yvir tekju fer,
og flóðin fløðir um sand og sker.
Takk fyri
Eyðun Elttør









