sín fyrsta arbeiðsgevara, tá hon hevði kioskina og kendu tey hana sum ein góður arbeiðsgevari, bæði við rísi og rósi. Sjálvt um tey ofta vóru rættuliga ung, vísti hon teimum álit. Nú er so tómt norðanfyri [...] góður lutur. Hetta hevur unst okkum, og var Mary ein av teimum. At so nøkur av børnunum vóru javngomul, hevði uttan iva eisini sín leiklut. Fyrst tær báðar Kirstin og Durita, umleið eitt ár er í millum, [...] men tó sum tveir tvinnaðir tráðir og síðani komu teir báðir beiggjanir, bert ein mánaður ímillum. Men sjálvt um tey vuksu upp og seinni fluttu í onnur lond at ganga í skúla, var Mary altíð góð at heita
løgreglan fram á, at maðurin eisini var týðuliga ávirkaður av rúsdrekka, og hann skal tí standa til svars fyri bæði at hava koyrt ov skjótt og at hava koyrt ávirkaður. Mánamorgunin var ein annar bilførari tikin [...] tíðina máldi løgreglan í Havn ein bil í Kaldbakstunnlinum, og hesin koyrdi eftir tólunum hjá løgregluni 115 km/t. Hetta er alt ov skjótt, og løgreglan tók tí bilføraran. Tá hetta varð gjørt, kom løgreglan
væl ávegis við at loysa málið, og nú ætla vit at gera enda á tí. Partarnir eru komnir ásamt um, hvussu trupulleikarnir skulu loysast og hvussu húsið skal skipast framyvir, og tí gongur neyvan long tíð, til [...] miðskeiðis í 80?unum, og undan Lognbrá var eisini dansur á sama staði líka frá miðskeiðis í 70?unum. Men nú er einasta dansistaðið, har ung undir 18 ár sleppa inn, afturlatið, og í hesum sambandi hevur [...] Høgnesen heldur, at samanspælið millum mentanarlívið og onnur umráði í samfelagnum er av týdningi. ? Mentanarlívið hevur tað gott, um vinnulívið hevur tað gott. Og vinnulívið hevur eisini brúk fyri, at mentanarlívið
mansbarni í Føroym, tí hann hevur ferðast dúgliga kring landið og hildið og upplýst um vandan við rúsdrekka- og rúsevnismitsnýtslu á skúlum og aðrastaðni. Annars hevur hann arbeitt hjá ráðgevandi verkfrø [...] Tað er Poul Jákup úr Havn, sum er settur í starvið Hann er 45 ára gamal og hevur seinastu seks árini verið ráðgevari hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum. Í hesum starvinum er hann kendur av næstan hvørjum mansbarni [...] verkfrøðingavirki, umframt at hann hevur undirvíst í leiðslu og hann hevur somuleiðis fyrireika størri verkætlanir. Poul Jákup Thomsen er útbúgving tekniskur assistenur, men hann hevur harumframt útbúgving innan
møti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, Poul Sørensen sigur frá um Grækarismessu. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Kirkju- og mis [...] breyðbróting, kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 heldur møtirøðin áfram við evninum »Frá ótta og stúran til trúgv og gleði«. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Morgunmøti kl. 11 [...] Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti við Sunnivu og Hans Jacob Poulsen. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Johannu Gaard Joensen, Vallalíð 1
cafékvøld við upplestri og tónleiki. Nágreiniligir upplýsingar og skrá er á heimasíðuni hjá Føroya Ungdómsráð: www.fur.fo. FUR og politisku ungmannafeløgini vóna og vænta at nógv ung fara at sýna hesum tiltakinum [...] Ungmannafelagið Samband, Ung fyri Miðflokkin, Sosiakistiskt Ungmannafelag, Unga Sjálvstýrið, Unga Tjóðveldið og Fólkafloksungdómur. Ráðstevnan er fyri ung, men er almenn og opin fyri øllum áhugaðum. Neyðugt [...] Endamálið við ráðstevnuni er, at skapa áhuga millum ung fyri samfelagsviðurskiftum, at koma saman til fyrlestrar og at skifta orð um okkara samfelag og um politiskar hugsjónir. Fyrireikari av ráðstevnuni
listarligu dreymar, og tey fingu nógv burtur úr bæði listarliga og persónliga. Tey ungu hava verið sera virkin og skapandi. Føroya Banki hevur stuðlað tiltakinum ?Ung í Føroyum 2001?, og sum liður í hesum [...] skrivað, málað ella avmyndað á ein ella annan hátt. Framsýningarnar verða frá týsdegi kl. 09.30 til og við fríggjadegi kl. 16.00 á hesum støðum: Tórshavn 13. -16. mars 2001 Saltangará 20. - 23. mars 2001
heimum, og við ymiskum fortreytum. Børn, sum hava nógv frítíðaráhugamál. Børn, hvørs foreldur arbeiða allan dagin. Børn, sum eru nógv einsamøll. Eini 70 børn og ung hvønn dag, seinnapartar og um kvøldið [...] heilt vanlig børn, sum koma á Margarinfabrikkina og í gentubólkarnar, skerst ikki burtur, at ein partur eru børn og ung, sum ikki altíð hava tað so gott og sum hava upplivað ymiskt, tey áttu at verðið spard [...] fyri gentur í aldrinum 8 til 13 ár, og hin er fyri gentur í aldrinum 13 ár og eldri. - Í bólkinum tosa genturnar um ymiskt, tær hava hug til. Tær eru ógvuliga ósmædnar og opnar um persónlig viðurskifti. Tað
hann tá lýkur treytirnar. Tá er maðurin 34 ár, og 15 ár eru liðin síðani seinasta dóm. Eisini eru nógv ár liðin, síðani maðurin var í rúsdrekkaviðgerð og broytti lívshátt. Henda søga er ikki eindømi, sigur [...] sum ferð eftir ferð eru dømd fyri rúsdrekka- ella promillukoyring, sum helst eru orsakað av veruligari viðgerðarkrevjandi rúsdrekkamisnýtslu, ikki nóg væl verða stuðlað og eggjað til at fara í viðgerð fyri [...] hesum málinum verður einfaldgjørdur, og tey, ið hava mist mótið um nakrantíð at fáa koyrikortið aftur, síggja sær ein møguleika, gera tey nakað sjálv við støðuna og broyta lívshátt. Ætlanin við uppskotinum
Edmund Nysted, skrivari, Karstin Hansen, nevndarlimur og sum nýggjur eykalimur varð Solveig Sørensen vald. Skráin fyri fyrru helvt av 2001 er løgd, og er hon mest merkt av hugnakvøldum. Til hesi hugnakvøld [...] annað er á skránni hjá Dansifrøi. Við at halda hesi skeið í standarddansi vóna vit, at ung fólk fáa áhuga fyri dansinum og kanska seinni áhuga fyri fólkadansi, sum er tað ið Dansifrøi stendur fyri. Dansiun [...] at luttøkan verður so stór, at henda ferðin kann fáast í lag. Í janaur 2002 verður Dansifrøi 30 ár, og í hesum sambandi ætla vit at gera eitt hvørt, hvat tað verður, er ikki avgjørt enn.