Har koma øll børn, úr øllum heraðshornum í býnum, úr ymiskum heimum, og við ymiskum fortreytum. Børn, sum hava nógv frítíðaráhugamál. Børn, hvørs foreldur arbeiða allan dagin. Børn, sum eru nógv einsamøll. Eini 70 børn og ung hvønn dag, seinnapartar og um kvøldið. Gamla margarinfabrikkin í Havn er frístaður hjá hesum børnum. Og tú hevur ikki verið har leingi til tað ber til at gera tær eina mynd av, hvat rørir seg millum tey, hvørjum tey eru upptikin av og hvat tey tosa um. Eitt barometur, sum sigur, hvussu børn í Føroyum hava tað við seg sjálvi, heima og í skúla. Nógv prutlar undir lokinum, skilst.
Síðani seinasta heyst hevur Lise Larsen arbeitt á Margarinfabrikkini. Og í november fór hon undir tveir gentubólkar, sum koma saman mikudag.
- Endamálið við at savna genturnar saman er upplýsing um nógv ymisk viðurskifti og fyribyrging. Ikki bara um viðurskifti tey skulu vara seg fyri, men eisini um ymiskt, sum gott er at vita. Í skúlanum og heima fáa tey nógv at vita, men eftir øllum at døma ikki nóg mikið., sigur Lise Larsen.
Nógv kemur fram
Tann eini bólkurin er fyri gentur í aldrinum 8 til 13 ár, og hin er fyri gentur í aldrinum 13 ár og eldri.
- Í bólkinum tosa genturnar um ymiskt, tær hava hug til. Tær eru ógvuliga ósmædnar og opnar um persónlig viðurskifti. Tað verður mangan ógvuliga kensluborið og við hvørt velja børnini at fara út, tá okkurt evni gongur teimum ov nær. Onkur av gentunum hevur mist annað av foreldrunum, hjá fleiri eru foreldrini farin hvør til sítt, hjá øðrum drekka foreldrini, onkur verður kanska sligin heima og so framvegis. Alt kemur fram í bólkinum og genturnar vita, at alt sum verður sagt í bólkinum, fer ikki út. Hinvegin um spyrja vit barnið, um vit skulu gera nakað, torir tað ikki. Men tey hava brúk fyri at fortelja tað. Vit góðtaka tey sum tey eru og eru góð við tey, uttan mun til, hvat tey gera ella hava gjørt. Men tað er ikki altíð so tespiligt at hoyra tey siga frá, hvat tey hava upplivað ella verið vitni til heima ella í býnum, sigur Lise Larsen.
Hóast Lise Larsen leggur doyin á, at tað eru heilt vanlig børn, sum koma á Margarinfabrikkina og í gentubólkarnar, skerst ikki burtur, at ein partur eru børn og ung, sum ikki altíð hava tað so gott og sum hava upplivað ymiskt, tey áttu at verðið spard fyri.
- Tey, sum koma frá vanligum heimum, standa eitt sindur fyri seg sjálvi og gera beinanvegin vart við seg, um eitthvørt hendir, sum tær ikki finna seg í. Tað er gott at hava hesi børnini ímillum, tí fara nøkur børn út um mark antin við at siga eitthvørt ella við at gera okkurt, so eru tað hesi børnini sum hála í tey. Tey børnini, sum ikki hava tað gott, eru sokallaðir symptomberarar um eitt ella annað, sum ikki er so gott.
Hevur tú varugan av, at tað eru nógv børn sum ikki hava tað gott?
- Tað havi eg. Eg vil eisini siga tað soleiðis, at eg havi varugan av, at tað eru nógv foreldur, sum ikki hava tað gott. Nógv av børnunum hava tað ikki gott í skúlanum. Og vit hoyra eisini frá børnunum, hvat fer fram í skúlanum. Nógv rættiliga álvarsamt. Í fleiri førum tekur skúlastjórin ikki pedagogisku ábyrgdina.
Nógv virksemi
Lise Larsen leggur stóran dent á, at genturnar verða upplýstar um, hvørji rættindi tær hava. Eitt nú hevur heilsusystir greitt frá, hvussu tær skulu bera seg at, um tær vera fyri harðskapi.
- Eingin skal finna seg í at verða sligin ella misbrúkt av vaksnum, uttan mun um tað er heima ella í skúla. Summar gentur gera greitt, at tær ikki finna seg í at verða illa viðfarnar.
Eldri bólkurin hevur vitjað á politistøðini, har tær hava fingið at vita, hvørjar lógir eru galdandi og hvørji rættindi tær hava, um tær gera lógarbrot og hvørjar avleiðingarnar eru. Eisini í Kvinnuhúsinum hava tær vitjað. Har fingu tær innlit í, hvat hendir við eini familju sum kemur soleiðis fyri, at mamman og børnini mugu rýma úr heiminum. Rúsdrekka- og narkotikaráðið hevur vitjað tvær ferðir. Eitt nú hevur ráðgevin greitt frá, hvussu tað er at halda jól, tá ið onkur vaksin í familjuni drekkur.
- Vit gera nógv saman, baka, gera mat, svimja, bovla ella fara til ymisk tiltøk.
Hóvar ikki øllum
Er Margarinfabrikkin væl umtókt av brúkarunum, eru tað bæði foreldur og lærarar, sum ikki eru so glað fyri, at børn koma har.
- Nógv foreldur vita ikki, at børn teirra koma har. Hesi børnini flippa fullkomiliga út, tá ið tey koma á Margarinfabrikkina, tí tað sleppa tey ikki heima. Tú sært beinanvegin um barnið hvílur í sær sjálvum ella ikki. Og tað eru lærarar, sum halda, at børn skulu ikki koma á Margarinfabrikkina, tí so gera tey ikki skúlating. Men skúlating kunnu tey gera á Margarinfabrikkini.
Mynd: Gamla Margarinfabrikkin
Myndatekstur: Tað er óbindandi at koma á Margarinfabrikkina. Her verður tosað um alt, familjur, skúla, frítíð, og mangt annað.
Mynd: Jens Kristian Vang