Skal loysa seg at skifta lívshátt

Hevur tú mist koyrikortið fyri lívstíð, so skal tað loysa seg at broyta lívsstíl, og kunna taka málið uppaftur, heldur Javnaðarflokkurin, sum mælir til lógarbroyting

 

KOYRIKORT

Nú skulu reglurnar um, hvussu tú kanst fáa koyrikortið aftur, um tú hevur mist tað fleiri ferðir av promillu- ella rúsdrekkakoyring, gerast greiðari.

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta eina grein í ferðslulógini, sum snýr seg um, hvussu tú kanst søkja um at fáa koyrirættin aftur, um tú fleiri ferðir hevur mist koyrikortið ? ella um tú hevur mist tað fyri lívstíð.

Broytingin er soljóðandi: »Um koyrirætturin verður frádømdur av nýggjum, áðrenn frádømingartíðin er farin, verða tær í stk. 1 og 2 nevndu freistir fyri fyriløgu fyri dómstólarnar av spurninginum um at fáa koyrirættin aftur roknaðar frá dagfestingini fyri tann seinasta dómin, ið frádømir viðkomandi koyrirættin«.

Javnaðarflokkurin sigur í viðmerkingunum, at við hesari broyting veðrur óvissan um útrokningarháttin burturbeind í málum, har fleiri fráømingartíðarskeið eru í framhaldi hvørt av øðrum. Í málum um at fáa koyrirættin aftur, áðrenn frádømingartíðin er farin, veðrur tað hereftir bara seinasti dómsdagur, sum verður avgerðandi.

Í dag verður lógin tulkað soleiðis, at freistin at leggja spurningin fyri dómstólarnar um at fáa koyrirættin aftur, áðrenn frádømingartíðin er farin, verður roknað frá tí degi, har ein áður tíðaravmerkað frádøming er lokin.

Hetta hevur við sær, at hevur tú meira enn ein dóm, so skulu frádømingartíðarskeiðini leggjast oman á hvørt annað. Tá eitt frádømingartíðarskeið er runnið, tekur frádømingartíðin í næsta dómi við. Hetta hevur við sær, at tað í fleiri førum kunnu ganga nógv ár, áðrenn spurningurin um at fáa koyrirættin aftur kann leggjast fyri dómsstólarnar.

Javnaðarflokkurin nevnir í viðmerkingunum eitt dømi:

Ein 32 ára gamal maður misti koyrirættin fyri fyrstu ferð, tá hann var 17 ára gamal við dómi í 1986. 19 ára gamal fær hann seinasta dómin í 1988. Tá hann missir koyrirættindi fyri allar tíðir. Eftir verandi lóg kann hesin maður ikki taka koyrikortið aftur fyrr enn í 2003, um hann tá lýkur treytirnar. Tá er maðurin 34 ár, og 15 ár eru liðin síðani seinasta dóm. Eisini eru nógv ár liðin, síðani maðurin var í rúsdrekkaviðgerð og broytti lívshátt. Henda søga er ikki eindømi, sigur Javnaðarflokkurin.

Flokkurin heldur, at hendan skipan hevur við sær, at fólk, sum ferð eftir ferð eru dømd fyri rúsdrekka- ella promillukoyring, sum helst eru orsakað av veruligari viðgerðarkrevjandi rúsdrekkamisnýtslu, ikki nóg væl verða stuðlað og eggjað til at fara í viðgerð fyri misnýtsluna.

Flokkurin vil við uppskotinum linka tær formligu treytirnar fyri at leggja spurningin fyri rættin um at fáa koyrirættin aftur. Útrokningarhátturin í hesum málinum verður einfaldgjørdur, og tey, ið hava mist mótið um nakrantíð at fáa koyrikortið aftur, síggja sær ein møguleika, gera tey nakað sjálv við støðuna og broyta lívshátt.

Ætlanin við uppskotinum er tó ikki at linka tær materiellu treytirnar fyri at fáa koyrikortið aftur, sigur Javnaðaflokkurin í viðmerkingunum. Men flokkurin vísir á, at sami tulkingartrupulleiki hevur verið í Danmark, seinast ferðslulógin varð broytt har, og tí vórðu tey har eisini noydd at gera somu lógarbroyting í apríl í fjør.

Javnaðarflokkurin sigur, at føroyingar, ið hava tørv á hesi lógarbroyting, hava sum støðan er í dag møguleika at flyta til Danmarkar og royna málið við rættin har, um tey annars kunnu lúka treytirnar.