Tveir bilførarar revsaðir fyri leys børn

Løgreglan hevur, síðani skúlarnir byrjaðu aftur eftir summarferiuna, fleiri ferðir verið við skúlar kring landið og kannað ferðsluna um morgunin, tá børnini fara í skúla.

Og tá hyggur løgreglan eftir, um fólk koyra hampiliga, um børn sita í trygdarbelti, og um smáu børnini eisini sita á barnasetri. 

Løgreglan kannar eisini um børnini sita við tasku á rygginum, tí tá hava tey onga nakkastuðul, skuldi eitt óhapp hent.

Vaktleiðarin sigur, at støðan hevur verið heilt góð, og fleiri ferðir hevur einki verið at viðmerkja.

Men tað var tað gjáramorginin, tá ið løgreglan kannaði ferðsluna við skúlan á Toftum.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at har fingu tveir bilførarar bót, og klipp í koyrikortið fyri at hava børn í biliunm, uttan at tey sótu í trygdarbelti.