Eldur er komin í bilar í økinum Kiev eftir álopið á Ukraina í nátt. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Zelensky: Trý deyð í russiskum álopi við 580 dronum

Umframt 580 dronur sendi Russland 40 rakettir móti Ukraina í nátt, upplýsir ukrainski forsetin.

Eldur er komin í bilar í økinum Kiev eftir álopið á Ukraina í nátt. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Russland leyp á stórar partar av Ukraina við 40 rakettum og umleið 580 dronum í nátt.

Í minsta lagi trý fólk hava latið lív og nógv fleiri eru særd.

Soleiðis skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij á sosiala miðlinum X.

- Ukraina hevur verið undir einum massivum russiskum álopi alla náttina, skrivar ukrainski forsetin.

Rakettirnar - bæði krússaramissil og ballistiskar rakettir - og dronurnar raktu nógv ymisk støð í Ukraina.

Mált eftir talinum av dronum og rakettum, er hetta eitt av størstu russisku álopinum á Ukraina síðani kríggið byrjaði í februar 2022.

Álopini vóru móti býnum Dnipro og økinum rundan um við sama navni, umframt økjunum Mykolaiv, Chernihiv, Zaporizja, Kiev, Poltava, Odesa, Sumy og Kharkiv.

Í Dnipro rakti ein klyngubumba ein íbúðarbygning, sigur Zelensky.

- Fíggindin fór eftir okkara undirstøðukervi, bústaðarøkjum og sivilum fyritøkum.

- Eg takki øllum okkara hetjum, sum vardu loftrúmið alla náttina, og okkara F-16 flogskiparum, sum enn einaferð prógvaðu sítt dirvi, sigur ukrainski forsetin.

Hann skrivar, at eitthvørt álop sum tað, sum rakti Ukraina leygardagin, "er ikki ein hernaðarlig neyðturviligheit, men ein tilætlað ætlan hjá Russlandi at terrorisera sivilfólk og oyðileggja okkara undirstøðukervi".

Sambært russisku tíðindastovuni Interfax váttar russiska verjumálaráðið, at Russland hevur framt eitt "massivt álop" á Ukraina leygarkvøldið.

Har stendur, at russiski herurin hevur bumbað "hernaðarlig ídnaðarvirki". Har verður ikki nevnt, at íbúðarhús hava verið álopin.

Tað hava verið fleiri stór russisk álop á Ukraina seinastu mánaðirnar.

Tann 7. september varð landið álopið við umleið 800 dronum og 13 rakettum, sum ukrainsku myndugleikarnir tá lýstu sum størsta russiska álopið á Ukraina undir krígnum.

Millum annað varð álopið á stjórnarhøvuðssætið í Kiev.

Trý fólk lótu lív ymsastaðni í Ukraina.

 

/Ritzau/

 

##med2##

 

Eldur er komin í bilar í økinum Kiev eftir álopið á Ukraina í nátt. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix