Dansifrøi hevði aðalfund í januar mánaði, har teir tríggir nevndarlimirnir, sum stóðu fyri vali, vórðu afturvaldir. Nevndin, ið skipar seg sjálv, er nú henda: Erling Jørgensen, formaður, Árni Svartafoss, næstformaður, Ann-Mary á Rógvi Rasmussen, kassameistari, Edmund Nysted, skrivari, Karstin Hansen, nevndarlimur og sum nýggjur eykalimur varð Solveig Sørensen vald.
Skráin fyri fyrru helvt av 2001 er løgd, og er hon mest merkt av hugnakvøldum. Til hesi hugnakvøld ætla vit at hava okkurt áhugavert so sum at vísa onkran film, sum vísir teir dansir, sum vit dansa, dansaðir av feløgum úti í heimi.
Aftur í ár fáa vit Onnu Kirstin av Tvøroyri at hava vikuskiftisskeið. Hesi skeið verða hildin tey vikuskifti, einki annað er á skránni hjá Dansifrøi. Við at halda hesi skeið í standarddansi vóna vit, at ung fólk fáa áhuga fyri dansinum og kanska seinni áhuga fyri fólkadansi, sum er tað ið Dansifrøi stendur fyri.
Dansiundirvísingin endar 31. mars við veitslu. Á hesari veitslu dansa vit teir dansir, sum vit hava lært ígjøgnum árið. Sjálvt um tað eitur avdansingarveitsla, so eru allir limir hjartaliga vælkomnir.
Sum altíð endar fyrra helvt við einari útferð. Í ár verður hon 2. vikuskifti í juni. Hvar farið verður, er ikki avgjørt enn. Hesar útferðir eru stak hugnaligar.
Ein kenningur hjá Dansifrøi, Grethe Bach Hansen hevur bjóðað Dansifrøi at luttaka á eini dansistevnu, sum verður hildin í Borris á Jútlandi í døgunum 1. til 6. august. Vit vóna, at luttøkan verður so stór, at henda ferðin kann fáast í lag.
Í janaur 2002 verður Dansifrøi 30 ár, og í hesum sambandi ætla vit at gera eitt hvørt, hvat tað verður, er ikki avgjørt enn.