Starvssetan
Strandferðslan hevur nú sett nýggjan leiðara á Fólkaflutningsdeildini.
Tað er Poul Jákup úr Havn, sum er settur í starvið
Hann er 45 ára gamal og hevur seinastu seks árini verið ráðgevari hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum.
Í hesum starvinum er hann kendur av næstan hvørjum mansbarni í Føroym, tí hann hevur ferðast dúgliga kring landið og hildið og upplýst um vandan við rúsdrekka- og rúsevnismitsnýtslu á skúlum og aðrastaðni.
Annars hevur hann arbeitt hjá ráðgevandi verkfrøðingavirki, umframt at hann hevur undirvíst í leiðslu og hann hevur somuleiðis fyrireika størri verkætlanir.
Poul Jákup Thomsen er útbúgving tekniskur assistenur, men hann hevur harumframt útbúgving innan leiðslu, hagfrøði, ráðgeving o.a.
Poul Jákup byrjar í starvinum longu mánadagin 12. mars 2001