í høvuðsstaðnum. Um H71 kann gerast føroyameistari, er ov tíðliga at siga. Um tvær vikur skulu hoyvíkingar spæla móti StÍF á Skála, og aftan á tann dystin ber betur til at siga, um FM-stríðið bert skal [...] eru fýra stig á muni, og tað er ov nógv, nú kappingin er so langt útliðin, sum hon er. Kyndlamenn hava bert steypafinaluna eftir at spæla um, og hon verður móti júst H71 tann 14. februar. Liðið hjá h [...] etableraða og tað nýggja uppkomandi felagið. Gamla samanberingin millum Dávid og Goliat varð drigin fram aftur, og tað vísti seg eisini hesaferð, at Dávid endaði omaná. Tað var annars Kyndil, ið byrjaði
seg væl. Ætlanin er nevniliga at hava mótasýning og ymiskt undirhald hvønn dag , so at stevnan ikki bara fer at snúgva seg um sølu. Ætlanin er, at undirhaldið skal verða á høgum støði. Og m.a. verður arbeitt [...] til endamálið. At eggja framsýnarum til at gera sítt til at básarnir verða so vakrir sum gjørligt, verður skipað fyri kapping um tann besta básin. Vinnarin sleppur undan at betala leigu fyri básin allar [...] nakað nýtt, er ætlanin at royna at fáa onkra altjóða oljufyritøku at vísa okkurt fram til upplýsingar hjá vanligum fólki um oljuvinnuna. Framsýnararnir hava sent út 120 innbjóðingar til fyritøkur og stovnar
sínum. Vit kenna søguna um fólkið, ið sigldi á flaka tvørtur um Kyrrahavið og um Sindbad, ið sigldi úr Arabisku hálvoynni til India - fyri bert at nevna nakað. Menninir vit tosa um eru heimskendi Tim Severin [...] eitt sera spennandi tiltak, tí Tim Severin er kendur um allan heim fyri ferðir sínar. At so ein føroyingur hevur verið við á flestu av ferðunum er so eisini nakað, sum kundi fingið nógvar føroyingar at [...] gjørt tað so oftani áður - at bjóða av havsins loynidómum og vandum - við at ferðast í kjalarvørrinum á mongum av teimum, sum í forðum løgdu til havs og oftani út í tað ókenda. Vit kenna søguna um Brendan
eins væl kann liggja aðrastaðni enn inni í miðbýnum? Um so verður, at »Gamla Hospitalið« verður burturbeint og økið brúkt til vinnuligt endamál, so missa vit føroyingar ein part av søgu og fortíð okkara [...] Hugsið tykkum væl um, áðrenn stórar broytingar skulu fara fram í einum umhvørvi. Takið granna og áhugað við í samráðingarnar, soleiðis at ikki bert eitt einstaklinga áhugamál kemur fram og vinnur frama [...] Fara vi tút aftur í Sigmundargøtu og hinu megin vegin (t.v.s. eystur eftir ella sum fyrr, so oman móti sjónum), so stendur har tann gamla søguliga og hugnaliga fabrikkin hjá Østrøm, ið hevur sítt heilt sermerkta
dartaðu aftur og fram, men eingin kom út í túnið at tosa við næmingarnar. Og so við og við gjørdist ov kalt hjá teimum, sum uttan fyri stóðu, og so er ikki so galið at hava Kondittaríið so nær, at til ber [...] vónbrotnir um, at heldur ikki mánadagin eydnaðist at fáa nakað úrslit burtur úr samráðingunum millum Landsstýrið og lærarar teirra. Ganga umaftur Men hetta ber ikki til longur, eru tey púra samd um. Og nú [...] væl inn í fjórðu viku. So nógv sansar at hjá summum, at tað frættist fyri vist, at næmingar hava meldað frá og fara ikki upp til roynd í 3. G í summar. »Enn hava vit ikki frætt um nakran, sum hevur boðað
eftir stigatalvuni, so kundi roknast við einum greiðum sigri til Fram, men so varð ikki. ÍFb legði ógvuliga hart út. Verjuspælið hjá fuglfirðingum hevur altíð verið ein søga fyri seg, og tað má sigast, [...] seg á dystin frá byrjan, og vann eisini rímiliga skjótt 2-0. Fram tapti aftur Næsti dysturin hjá Fram var ímóti Fleyr. Nú var roknað við, at Fram fór at taka seg rættiliga saman, men tað vísti seg, at teir [...] fyrsta sett klárt. Tað var ongin ivi um, at teir vóru uppsettir, men tá fyrsta sett var av, gloymdu teir alt um dystin. ÍF kom fyri seg aftur, og eins og í dystinum móti Fram, fingu teir gongd á eitt flótandi
gerast, at næmingar fóru ikki upp til próvtøku. Spurningurin var so, um næmingarnir kundu seta fram endurgjaldskrav fyri eitt spilt ár, og í so fall ímóti hvørjum? Jákup Joensen vísti á, at landsstýrismaðurin [...] sær sínar tankar um málið. Hann segði, at svarið frá Eilifi var ikki nakað svar, men bert ein gjøgnumgongd av málinum, sum nú var broytt frá einum máli um sparingar til eitt prinsippmál um leiðslurættin á [...] fekst einki ítøkiligt at vita frá landsstýrismanninum í fyrsta umfari, um hvør orsøkin til framhaldandi verkfallið var. Hetta kom tó fram seinni, tá Eilif í einum av sínum fimm umførum á røðarapallinum vísti
formansskapur skulu veljast á fyrsta tingfundinum eftir løgtingsval. Um formaðurin og formansskapurin skulu skiftast út, so ber hetta bara til, um fýra fimtingar av tinginum skrivliga boða løgtingsformanninum [...] tingformann, var tað við so breiðari undirtøku í tinginum, sum tað ber til. At tað fyrstu ferð nýggja skipanin skuldi roynast var so lagaligt at fáa breiða semju í tinginum um formannin mundi koma av, [...] gevast at sigla millum Skálafjørðin og Havnina, tá talan var um at niðurleggja fleiri posthús, m.a. tað á Toftum, og so hevur hann onkuntíð tosað um umstøðurnar, sum tingarbeiðið verður rikið undir, og hvussu
studentaskúla- og HF-flokki eigur vanliga ikki at fara upp um 24. Í undantaksføri kann tó verða farið upp um 24 næmingar. Áðrenn myndugleikin tekur avgerð um hetta, skal málið verða sent Yrkisfelag Studentaskúla- [...] Men hann hava vit so mist, noyðast vit at ásanna.« Men formaðurin í Yrkisfelagnum metir tó felagið hava vunnið ein sigur í og við, at flokkarnir á Kambsdali, sum stríðið stóðst um, verða verðandi, sum [...] linum, at hetta verður gjørt í vanligu undirvísingartíðini fram til seinasta skúladag í skúlaárinum 1997 / 1998. Tað vil siga, at frídagar so sum leygardagar og halgidagar, skulu ikki nýtast til hetta
upplýsa hvønn annan um øll viðurskifti av týdningi. Hesir ríkisfundir vóru niðurlagdir so skjótt Sambandsflokkurin ikki meira var í samgongu. Vit tóku teir uppaftur, so skjótt sum vit komu fram at aftur, og góvu [...] sterkari. Í dag kann hvør einstakur sjálvur meta um hetta eydnaðist. Harri formaður Aftaná tað sum eg havi ført fram, kann ein náttúrliga spyrja, um vit í Sambandsflokkinum í einum og øllum eru nøgd við [...] meðan nógvir flokkar og nógvir persónar bera fram, at heimastýrislógin er gomul, og tað kann tað vera nakað um, og av hesi orsøk eigur at verða broytt, so hevur ongin enn víst á, hví og hvussu hon skal