Bæði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, og Snorri Fjallsbak, formaður í Yrkisfelagnum, siga, at teir eru væl nøgdir við semjuna, sum at enda er gjørd í trætuni millum studentaskúla- og HF-lærarar og Landsstýrið.
Eilif Samuelsen er nøgdur, tí hann metir seg hava fingið sína støðu váttaða, og Snorri Fjallsbak, tí hann metir seg hava fingið krøv læraranna gingin á møti.
Semja varð mikunáttina gjørd í skúlatrætuni, og so sluppu studentskúla- og HF-næmingarnir aftur í skúla eftir eina jólafrí, sum vardi meira enn ein mánaða.
Samráðingarnar vóru tungar at byrja við, sigur Snorri Fjallsbak, formaður í Yrkisfelagnum.
»Men so knappliga bar alt til, og vit gjørdu semju, sum limirnir eru væl nøgdir við,« sigur hann.
Semjan
Semjan, sum partarnir hava gjørt, er soljóðandi:
1.Roknað frá 1. august 1998 fer avtalan frá 25. september 1992 úr gildi, og ístaðin verður hetta galdandi:
Næmingatalið í einum studentaskúla- og HF-flokki eigur vanliga ikki at fara upp um 24. Í undantaksføri kann tó verða farið upp um 24 næmingar. Áðrenn myndugleikin tekur avgerð um hetta, skal málið verða sent Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara til ummælis.
2.Flokkarnir 1.x og 1.y á Kambsdali halda hetta skúlaárið fram sum 1.x og 1.y.
3.Øll viðurskifti restina av skúlaárinum verða fingin í rættlag. Víst verður til hjálagda fylgiskjal.
4.Sáttmálin verður dagførdur sambært omanfyristandandi.
Taka upp aftur
Fylgisskjalið, nevnt verður í semjuni, sigur, at lærararnir hava skyldu at undirvísa næmingunum soleiðis, at verkfallið fer at darva teimum sum minst, tá próvtøka verður í summar.
Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, sigur, at hann er væl nøgdur við semjuna, og at hann skilir hana soleiðis, at Landsstýrið hevur fingið rætt í tí, landsstýrið alla tíðina hevur hildið uppá.
Fylgisskjalið leggur Eilif Samuelsen soleiðis út, at tað áliggur lærarunum ein skylda at rudda upp eftir alt tað ólag, teir ólógliga hava volt við verkfallinum.
Hann sigur, at orðingin um, at málið skal sendast Yrkisfelagnum til ummælis, ikki merkir annað enn tað, sum nágreiniliga er definerað í orðinum ummæli.
»Tað vil siga,« sigur Eilif Samuelsen, » at heilt greitt er, at tað er myndugleikin, sum hevur avgerðarrættin um, hvussu nógvir næmingar skulu vera í hvørjum flokki.«
Og her er Snorri Fjallsbak samdur.
»Tað er rætt, at vit hava slakað har,« sigur hann. »1992 avtaluna hava vit lisið soleiðis, at vit høvdu vetorætt. Men hann hava vit so mist, noyðast vit at ásanna.«
Men formaðurin í Yrkisfelagnum metir tó felagið hava vunnið ein sigur í og við, at flokkarnir á Kambsdali, sum stríðið stóðst um, verða verðandi, sum teir eru, restina av skúlaárinum.
Ein lætti
Bæði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, og Snorri Fjallsbak, formaður í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, siga, at tað er ein stórur lætti, at verkfallið nú er av. Og báðir gleðast vegna næmingarnar, sum óvart komu í hesa støðuna.
Eilif Samuelsen sigur, at ósemjan, sum lærararnir settu í verk, var púra óneyðug.
Men tað kundi ikki vera ørðvísi, tá samráðast skuldi við eina nevnd, sum ongar heimildir hevur.
Tað vísir tann fyrsta semjan, sum gjørd varð, sigur Eilif Samuelsen.
Tá mátti nevndin aftur til limirnar við úrslitinum. Og limirnir kolldømdu tað, nevndin hevði gjørt.
Ein nevnd, sum fær slíkan dóm, átti at verið so mikið at sær komin, at hon legði frá sær, heldur Eilif Samuelsen.
Og tað hava avgjørt ikki verið nakrar lættar samráðingar, sum verið hava nú, sigur hann.
Seinasta umfarið vardi góðar 12 tímar. Og ikki bar til at samráðast í sama rúmi heldur, sigur Eilif Samuelsen. Samráðingarnar fóru fram yvir telefon, telefaks og Internet.
Landsstýrið hevði eingi krøv til samráðingarnar, sigur Eilif Samuelsen, landsstýrismaður.
»Tað einasta vit vildu, var at fáa staðfest, at tað er myndugleikin, sum hevur avgerðarrættin. Og tað fingu vit undirstrikað við hesi semjuni.«
Fulla undirvísing
Tað hevur verið ført fram, at næmingar hava tikið seg úr skúlanum og ætla at ganga umaftur, tí undirvísingin hevur svikið.
Til hetta sigur Eilif Samuelsen, at tað hava næmingarnir ikki fyri neyðini, tí fylgiskjalið sigur, at lærararnir hava skyldu at geva næmingunum ta undirvísing, sum krevst, til tess, at teir kunnu fara til próvtøku til vanliga tíð í summar.
Snorri Fjallsbak, formaður í Yrkisfelagnum, sigur, at tað, sum stendur í semjuni er, at lærararnir skulu royna at gera tað, teir kunnu, fyri at næmingarnir fáa tikið aftur tað, teir møguliga hava mist.
Sagt verður í fylgisskjalinum, at hetta verður gjørt í vanligu undirvísingartíðini fram til seinasta skúladag í skúlaárinum 1997 / 1998. Tað vil siga, at frídagar so sum leygardagar og halgidagar, skulu ikki nýtast til hetta.
Eisini stendur í fylgiskjalinum, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann virka fyri, at lesipensum verður skert nakað, men kortini ikki, at nortið verður við próvtøkupensum. Hetta er bert galdandi í próvtøkuflokkum, ið fara til próvtøku í mai/juni 1998 og í samráð við læraran í lærugreinini og tekur Undirvísingar- og Mentamálastýrið hereftir avgerð um, hvussu berast skal í bandi hesum viðvíkjandi, stendur í fylgiskjalinum, sum gjørt er til semjuna.