Mjølnir skipaði fyri flogbóltskapping í Klaksvík um vikuskiftið. Kappast varð í øllum vaksnamannadeildum, bæði hjá monnum og kvinnum. Í meistaradeildini vóru øll liðini við, og tí kundi roknast við spennandi kapping. Hjá monnunum varð roknað við, at Fram og Mjølnir fóru at gera bart, men tað gongst ikki altíð sum væntað, heldur ikki í flogbólti.
Fyrsti dystur Í meistaradeildini hjá monnum var millum Fram og ÍFb. Verður hugt eftir stigatalvuni, so kundi roknast við einum greiðum sigri til Fram, men so varð ikki.
ÍFb legði ógvuliga hart út. Verjuspælið hjá fuglfirðingum hevur altíð verið ein søga fyri seg, og tað má sigast, at teir spentu seg rættiliga út henda leygardagin í Klaksvík. Teir komu nøkur stig framum, og har hildu teir seg. Fram fekk ongantíð glið á tað kontanta álopsspælið, og settið endaði við sigri til ÍFb.
Fram-leikararnir tóku seg saman í øðrum setti og fingu eftir tógvið stríð hálað annað sett heim.
Í triðja setti gekk javnt á. Liðini fylgdust heilt upp til 14-14. Blokadan hjá ÍF virkaði ógvuliga væl, meðan Fram-leikararnir virkaðu troyttir og stirvnir. Eftir at hava togast eina góða løtu, eydnaðist tað ÍFb at trekkja longra stráið og vinna dystin 2-1.
Fleyr leikti síðani móti ÍFa. Har var munurin greiður. Fleyr setti seg á dystin frá byrjan, og vann eisini rímiliga skjótt 2-0.
Fram tapti aftur
Næsti dysturin hjá Fram var ímóti Fleyr. Nú var roknað við, at Fram fór at taka seg rættiliga saman, men tað vísti seg, at teir vóru ikki betur henda dagin. Úrslitið av dystinum var, at Fleyr vann 2-1. Úrslitið var rættvíst, tí spælið hjá Fleyr var meira samanhangandi enn tað var hjá Fram. Sigmund av Teigum, sum annars er tann berandi leikarin hjá Fram, fekk ongantíð sítt spæl at koyra, og tá hann er úti, hava hinir tungt við at taka ábyrgd.
Mjølnir hevur havt eitt gott kappingarár í ár. Teir eru javnt góðir, gera fáar persónligar feilir, og tað er sera týdningarmikið Í flogbólti. Teir vunnu allar sínar dystir í innleiðandi umfarinum og komu leikandi lætt í finaluna.
Hvat mótstøðuliðið skuldi verða var hinvegin ikki greitt, tí bæði Fleyr og ÍFb høvdu ein møguleika, og teirra dystur var eisini spennandi.
Fleyr byrjaði sum eitt ódnarveður, og vann fyrsta sett klárt. Tað var ongin ivi um, at teir vóru uppsettir, men tá fyrsta sett var av, gloymdu teir alt um dystin. ÍF kom fyri seg aftur, og eins og í dystinum móti Fram, fingu teir gongd á eitt flótandi álopsspæl og sera gott verjuspæl. ÍFb vann bæði annað og triðja sett og tískil dystin 2-1. Tískil stóðu teir við meiri enn øðrum beininum í finaluni. Vunnu teir lokaluppgerðina móti ÍFa, so vóru teir í finaluni.
Tað gjørdu teir eisini. Men tað vóru aðrar umstøður sum gjørdu at teir ikki fingu loyvið til at leika hana sunnudagin. Ein av leikarum hjá ÍF fekk av persónligum ávum ikki leikt finaluna sunnudagin, og ÍF valdi tí at trekkja liðið úr finaluni. Av tí at Fleyr var nummar trý, vórðu teir bidnir um at leika finaluna sunnudagin, og teir játtaðu.
Kvinnurnar hjá
Mjølni sett kósina
Tað er Mjølnir sum hevur sett kósina í meistaradeildini hjá kvinnunum Í ár. Kósin hevur alla tíðina staðið móti toppinum, og tær vístu eisini leygardagin, at tað ikki er av tilvild, at tær eru nummar eitt. Hini liðini hava øll vunni ímóti hvør øðrum og tí gjørt klaksvíksgentum lívið lættari í oddinum.
TB, sum liggur nummar tvey í landskappingini, hevði ikki ein góðan dag leygardagin, og vann bert tveir dystir. Tvørágentur kláraðu ikki at halda tað støðið tær hava víst fyrr í ár, og spælið var nakað trilvandi. Hevði TB vunnið síðsta dystin móti Mjølnir, so komu tær í finaluna, men so var ikki.
Hjá Fleyr hevur ikki hilnast serliga væl í ár. Liðið er ikki nóg væl samanspælt og hevur tí trupulleikar at fáa spælið at flóta. Tó so, tær vunnu á TB í innleiðandi umfarinum, og eisini á ÍF, sum tær annars taptu 3-0 fyri í landskappingini fyri stuttum. Dráttur og ÍF vóru hini bæði liðini í meistaradeildini hjá kvinnum, og har hilnaðist onki serligt. Hvørki av liðunum fekk spælið at hanga so mikið saman, at tey gjørdust nøkur hóttan. Dráttur vann fyrsta dystin móti Fleyr, men hevði trupulleikar í restini av dystunum.
Hjá ÍF kom ongantíð gongd á. Tær hava annars fleiri góðar spælarar á liðnum, og tað er onki at ivast í, at tá tær taka seg saman, so kunnu tær hótta øll liðini í meistaradeildini, Hygg bara eftir dystunum í landskappingini, har tær hava vunnið á bæði TB og Fleyr í seinastuni.
Endaliga úrslitið av innleiðandi umfarinum var, at Mjølnir gjørdist klárt nummar eitt. Tær vunnu allar fýra dystirnar og komu tí í finaluna. Á øðrum plássi kom Fleyr ájavnt í stigum við TB, men av tí at settmunurin hjá Fleyr var betri, so kom Fleyr í finaluna sunnudagin.