Stúvstappaðu áhoyraraplássini gjørdu helst sítt til, at orðaskiftið um svarið hjá Eilif Samuelsen gjørdist ógvuliga drúgt. Tveir og ein hálvan tíma vardi tað.
Signar á Brúnni hevði spurt Eilif Samuelsen, hvør orsøkin var til, at umleið 900 næmingar í HF- og studentaskúlunum ikki sleppa í skúla aftur, nú ið skúlarnir hava spart ta upphædd, ið landsstýrið kravdi skuldi sparast.
Svarið hjá Eilifi var drúgt, men kortini bert ein gjøgnumgongd av gongdini í málinum. Sostatt fekst einki ítøkiligt at vita frá landsstýrismanninum í fyrsta umfari, um hvør orsøkin til framhaldandi verkfallið var. Hetta kom tó fram seinni, tá Eilif í einum av sínum fimm umførum á røðarapallinum vísti á, at Yrkisfelagið hjá HF- og studentaskúlalærarunum var ótrúliga tungt at dansa við, og tí stóð aftur í botni, tó at ein avtala annars var komin undir land, partanna millum.
Er peningurin spardur?
Svarið var sum nevnt ikki nøktandi í fyrstu syftu, og tí spurdi Signar á Brúnni aftur, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði við málinum. Tjóðveldistingmaðurin vísti á, at nú var enn ein vika gingin, og úrslitið fór nú at gerast, at næmingar fóru ikki upp til próvtøku. Spurningurin var so, um næmingarnir kundu seta fram endurgjaldskrav fyri eitt spilt ár, og í so fall ímóti hvørjum?
Jákup Joensen vísti á, at landsstýrismaðurin hevði ikki svarað spurninginum. Hann vísti á, at landsstýrið hevu ábyrgdina av, at anarki og lógloysi ikki valdar á skúlunum. Eisini vildi Jákup Joensen hava at vita, um peningurin veruliga var spardur. Yrkisfelagið hevði greitt boða frá, at teir sanniliga ikki væntaðu at verða afturhildnir í løn, og tá landsstýrið sostatt framvegis hevði hesar lønarútreiðslur, hvar var so sparingin.
Haldið á til
semja er fingin
Óli Jacobsen segði, at Yrkisfelagið var amatørkent. Teir søgdu upp avtalur, ið binda teir, men ikki avtalur, ið binda landsstýrið. Soleiðis virka sáttmálar og samráðingar ikki. Óli vísti á, at hann sjálvur hevði 30 ára royndir við samráðingum, og hann helt, at eitt so banalt mál átti at verið loyst meiri siviliserað.
Ofta draga samráðingar út, men verður ikki givist í hálvum gekki, ber nærum altíð til at mýkja málini so mikið, at ein loysn fekst. Hann dugdi tí als ikki at skilja Yrkisfelagið, tá teir kundu avlýsa samráðingar, tí teir orkaðu ikki at samráðast. Og hetta eftir eitt samráðingarumfar, ið bert hevði vart einar 12 tímar.
Hesa somu áskoðan høvdu fleiri aðrir tingmenn, og heittu teir eisini á landsstýrismannin um at boða Yrkisfelagnum til fundar og sita har, til ein semja var fingin.
Prinsippmál
Finnbogi Ísakson ásannaði, at løgtingið ikki var nakar semingsstovnur, men kortini kundi ein gera sær sínar tankar um málið. Hann segði, at svarið frá Eilifi var ikki nakað svar, men bert ein gjøgnumgongd av málinum, sum nú var broytt frá einum máli um sparingar til eitt prinsippmál um leiðslurættin á skúlaøkinum.
Og her var einki at tvistast um: leiðslurætturin liggur í síðsta enda hjá landsstýrinum. Men tá nú málið við sparingunum var rokkið, og framvegis eingin semja var fingin, kundi talan nú bert vera um stoltleika.
Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum vísti á, at næmingarnir vóru tapararnir í málinum. Hann metti tað lítið sømiligt, at eitt so lítið mál, sum í veruleikanum snúði seg um fýra næmingar, ið vóru komnir í klemmu, skuldi halda 900 øðrum næmingum frá at sleppa í skúla.
Bjarni vísti eisini á, at hóast 24 næmingar í hvørjum flokki var eitt stórt tal, so hevði Yrkisfelagið víst lítlan vilja at loysa málið. Hann segði, at tað var heilt burtur við av Yrkisfelagnum at draga aðrar spurningar inn í hetta málið, samstundis sum hann heitti á landsstýrismannin um nú ikki at ganga í smáum skóm. Landsstýrið skyldar ikki Yrkisfelagnum nakað, men næmingunum.
Avtala var undirskrivað
Eilif Samuelsen viðgekk, at næmingarnir merktu sviðan av ósemjuni. Um tað bert hevði verið eitt stríð millum landsstírið og Yrkisfelagið, so kundi tað verið tað, tað var. Men tað syrgiliga var, at næmingarnir vóru gíslar í málinum.
Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at landsstýrið hevði víst ein vilja at loysa málið. Ein avtala var fingin í lag, og eisini undirskrivað. Ein avtala, ið greitt segði, at flokkarnir við HF- og studentaskúlan á Kambsdali kundu halda fram sum framman undan, men at limirnir í Yrkisfelagnum høvdu avvíst hesa semju.
Hann harmaðist eisini, at Yrkisfelagið hvørki vildi hava gerðarrætt at avgera málið, ella semingsmann upp í samráðingarnar. Orsøkirnar til hetta vóru, at Yrkisfelagið ikki vildi »risikera« at tapa ein úrskurð í gerðarrættinum.
Men samanum tikið kann sigast, at løgtingið var samt um, at nú mátti ein semja fáast á trætuni, ongatíð ov skjótt, og allir flokkar heittu á landsstýrismanninum um at gera alt fyri, at næmingarnir sluppu aftur í skúla ? helst tann dag í dag.