Við at vinna 29-26 á Kyndli staðfesti H71 sunnudagin, at teir eru besta hondbóltslið í høvuðsstaðnum.
Dysturin sunnudagin var tættur, spennandi og stundum vælleiktur. Kyndil kom betur frá byrjanini, H71 reisti seg aftur, Kyndil kom afturíaftur, men H71 fekk síðsta orðið.
Tað sást frá byrjan, at nógv stóð upp á spæl. Fyri bæði liðini hevði tað stóran týdning at vinna fyri at halda sambandið við VÍF og StÍF í toppinum. Og harafturat var tað dysturin millum tað gamla etableraða og tað nýggja uppkomandi felagið. Gamla samanberingin millum Dávid og Goliat varð drigin fram aftur, og tað vísti seg eisini hesaferð, at Dávid endaði omaná.
Tað var annars Kyndil, ið byrjaði sum eitt ódnarveður og tók seg upp á 5-1 fyrstu fimm minuttirnar. Hans Guðmundsson varð mansvardur frá byrjan av, men skjótt varð hesin taktikkurin sleptur, og H71 kom inn í dystin aftur. Ikki fyrr enn móti endanum fór Kyndil aftur at mansverja, hesa ferð Halgir Dahl-Olesen, men tá var ov seint.
Kyndil reisti seg aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki. Einu løtuna var Kyndil framman fyri 19-18, men avgerðin fall, tá Bárður Johannesen noyddist út, og tá Kyndil fekk brotskast við støðuni 25-22 til H71. Tá vóru fimm minuttir eftir av dystinum. Egin Høgnesen í H71-málinum fekk fótin á skotið hjá Hannis Wardum. Bólturin fór á stongina, og í mótálopinum skoraði H71, so støðan gjørdist 26-22 í staðin fyri 25-23.
Maðurin í brennideplinum sunnudagin var uttan iva Andreas F. Hansen, sum hesa ferð spældi við H71 móti sínum gamla felag. Serliga viðhaldsfólkini hjá Kyndli vóru eftir Andreas, sum varð væl ansaður, men sum megnaði at skapa so nógv pláss fyri hinar, at hóast hann bert fekk eitt mál sjálvur, hevði hann stóran týdning fyri sigurin.
Týdningarmiklasti maður hjá Kyndli var aftur liðskiparin Bárður Johannesen. Tá hann meiddi sær fótin og noyddist út einu løtuna, fekk Kyndil einki burturúr. Bárður gjørdi 11 mál, men tað var ikki nóg mikið hjá Kyndli, sum nú allarhelst hevur mist FM-møguleikan. Komandi vikuskifti skal Kyndil til Vestmanna, og hóast havnarmenn vinna føroyska hondbóltsklassikaran, eru fýra stig á muni, og tað er ov nógv, nú kappingin er so langt útliðin, sum hon er. Kyndlamenn hava bert steypafinaluna eftir at spæla um, og hon verður móti júst H71 tann 14. februar.
Liðið hjá hoyvíkingum vann uppiborið og kann nú av røttum kalla seg besta hondbóltslið í høvuðsstaðnum. Um H71 kann gerast føroyameistari, er ov tíðliga at siga. Um tvær vikur skulu hoyvíkingar spæla móti StÍF á Skála, og aftan á tann dystin ber betur til at siga, um FM-stríðið bert skal standa millum VÍF og StÍF, ella um H71 megnar at blanda seg heilt uppi millum tey ovastu.
Kyndil-H71 26-29 (11-14)
Kyndil: Bárður Johannesen 11, Bjarni Wardum 7, Hannis Wardum 7, Niklas Djurhuus 1
H71: Annfinn N. Debess 7, Jákup S. Simonsen 7, Halgir D. Olesen 6, Hans Guðmundsson 5, Olaf Vestergaard 2, Hallur Danielsen 1, Andreas F. Hansen 1.
Útvísingar: Kyndil 4, H71 5.