Tá nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi á ólavsøku í fyrraárið broyttist leikluturin hjá tingformanninum.
Tingformaðurin skuldi ikki longur vera limur í løgtingsnevndum, og hann skuldi í nógv minni mun, enn tað higartil hevði verið vanligt, taka lut í partapolitiska arbeiðnum og orðaskiftunum í dagligu viðgerðunum.
Tingskipanin sigur, at formaðurin ansar eftir, at arbeiði løgtingsins verður væl fyriskipað og úr hondum greitt. Hann stýrir umrøðum løgtingsins og ansar eftir, at alt er í góðum skili, og at viðgerðin er virðilig.
Á breiðum grundarlagi
Hjá nógvum var tað eitt ynski, at tingformaðurin skuldi veljast í breiðari semju millum flokkarnar í løgtinginum.
Sambært stýrisskipanini hevur løgtingsformaðurin hægstu tignina í landinum, og tey eru nógv, sum eru av tí áskoðan, at hetta eigur at hava við sær, at formanssessurin verður hildin uttanfyri politiska býtið av sessum, sum verður gjørt, tá kabalin skal ganga upp, eftir at samgonga er skipað.
Fram til á ólavsøku í fyrraárið var tað skikkur, at ein formansskapur varð valdur, tá tingið kom saman fyrstu ferð eftir løgtingsval, men hann var so at siga bara fyribils, tí tá samgongan var skipað, var nýggjur formansskapur valdur.
Nú ber hetta so at siga ikki til. Tingskipanin, sum sjálvsagt er skorin til eftir leistinum í stýrisskipanarlógini, sigur, at løgtingsformaður og formansskapur skulu veljast á fyrsta tingfundinum eftir løgtingsval. Um formaðurin og formansskapurin skulu skiftast út, so ber hetta bara til, um fýra fimtingar av tinginum skrivliga boða løgtingsformanninum frá, at teir krevja nýggjan formansskap í tinginum. Vit kunnu siga, at á pappírinum ber tað til at skifta formannin út, men í politiska lívinum er tað mest sum ómøguligt.
Góðar royndir higartil
Tá Jógvan Ingvard Olsen varð valdur til tingformann, var tað við so breiðari undirtøku í tinginum, sum tað ber til. At tað fyrstu ferð nýggja skipanin skuldi roynast var so lagaligt at fáa breiða semju í tinginum um formannin mundi koma av, at mest upplagdi kandidaturin var úr størtsa flokkinum, at hann hevði drúgvar parlamentariskar royndir, umframt at hann hevði verið landsstýrismaður, og at hann eisini hevði teir menniskjaligu eginleikarnar, sum tað kann roknast við, at hann hevur, sum ber hægstu tignina ? eitt nú at hann er virðiligur, sáttligur og ikki leypur framav.
Royndartúrurin
Tingmenn eru yvirhøvur á einum máli um, at tað hevur eydnast væl hjá tingformanninum, sum nú ætlar sær at leggja politiska arbeiðið á hillina, at liva upp til tað, sum í nýggju stýrisskipanarlógini og í tingskipanini verður roknað við av formanninum.
Síðani hann gjørdist formaður á ólavsøku í fyrraárið hevur Jógvan Ingvard Olsen ógvuliga sjáldan tikið orðið. Hann tók orðið, tá tað var upp á tal, at strandferðslan skuldi gevast at sigla millum Skálafjørðin og Havnina, tá talan var um at niðurleggja fleiri posthús, m.a. tað á Toftum, og so hevur hann onkuntíð tosað um umstøðurnar, sum tingarbeiðið verður rikið undir, og hvussu hann kundi hugsað sær tær at verið í framtíðini.
Formaðurin hevur gingið høgt upp í uppgávuna at stýra umrøðunum. Hetta hevur hann ikki gjørt við at brúka stór orð, men tað er ikki so sjáldan, at hann kimar við klokkuni, tá hann heldur, at tað ikki er nóg friðarligt í salinum. Onkuntíð hevur hann talað at, og við hvørt er tað bara gjørt við einari heilt lítlari glósu.
Lívsroyndirnar góðar
Tá Jógvan Ingvard Olsen kom í løgtingið í 1970, var Leon Joensen, sum var valdur í Vága valdømi, framsøgumaður hjá sambandsflokkinum í fiskivinnumálum. Leon Joensen kom ongantíð aftur á ting, og Jógvan Ingvard Olsen, sum hevði verið skipari í tólv ár, tá hann kom á ting, gjørdist framsøgumaður hjá sambandsflokkinum í fiskivinnumálum. Hann umboðaði altíð flokkin í fiskivinnunevndini, og onkuntíð var hann formaður. Á sumri í 1989 varð hann valdur til landsstýrismann í fiskivinnumálum, og hann sat í tí sessinum, til nýtt landsstýrið tók við í januar 1991.
Jógvan Ingvard Olsen ásannar, at tað er heilt hvør sítt at arbeiða við politiskum spurningum, og so at sita í formanssessinum og ansa eftir, at hinir arbeiða, sum teir eiga at gera:
? Tú hevur við arbeiðið hjá nógvum fólki at gera, og eg haldi, at tað er komið væl við, at eg plagdi at føra skip. Uppgávurnar hjá tingformanninum eru ikki so ólíkar teimum hjá skiparanum.