uppgerðini í Gundadali leygardagin. Havnarliðið var á odda bæði 1-0 og 2-1, men í báðum førum megnaði póllendingurin Mirek Gil at javna. Heimaliðið legði seg á odda longu í fimta minutti, tá bólturin bleiv stungin [...] hornaspark varð sent innfyri, og hann setti høvdið á til 1-1. Tað bleiv 2-1 til HB móti endanum av fyrra hálvleiki. Málið var eitt sindur heppið. Jákup Lamhauge royndi seg úr spískum. Málverjin toygdi seg [...] Leirvíkingar hava betri málmun, fyrst og fremst takkað verið trivaliga sigrinum á Skála herfyri. Næsta avbjóðing hjá LÍF verður á heimavølli móti Royn, meðan HB skal spæla úti móti FS Vágum.
er tað sum hjá fleiri øðrum liðum. Tað er stórur munur á liðnum, ið spælir á heimavølli og tí, sum teir av neyð megna at skava saman, tá teir eru á útivølli. Millum nøvnini hesa ferð vóru Pól F. Joensen [...] sett móti 2. deild. Í fjórða umfarinum megnaði HB ikki at manna lið á heimavølli. Hesa ferð eydnaðist tað at skava eitt lið saman at fara á Sevmýri við, og tað eydnaðist at fleirfaldað málini úr einum og upp [...] við í 2. deild, og so Eyðun Gullok Svalbard, sum var eftir á Tvøroyri, tá 2. deild fór norður til Runavíkar. Men tað var HB, sum setti hol á, tá tjúgu minuttir vóru farnir, tíggju minuttir seinni javnaði
Hendan bát hevur Jákup Joensen á Nesi smíðað í 1897. Um Hvítusununa hevur báturin verið í Noregi, har hann hevur luttikið á einari siglingarstevnu í Lofoten. Hesin bátur verður eisini at síggja á framsýningini [...] frá 1930 til 1940, og vórðu tær tiknar á glasplátur. Nógvar av teimum eru sera týðuligar og áhugaverdar at síggja í dag. Ole Biskopstø var bróður til Jákup Bónda á Biskopstø, og var eisini fotografur. Tær [...] undanfarnu ár, skipar stuðulsfelagið Dragin fyri stórari framsýning á Norðoyastevnu. Framsýningin er í fimleikarhøllini í skúlanum á Ziskátrøð, og verður hon opin báðar dagarnar frá klokkan 15 til 22.
ið ikki er so heilt kendur, men sum hevur verið við á nógvum framsýningum, harímillum á Ólavsøkuframsýningum, Norðoyastevnuframsýningum og eisini á framsýningum uttanlands. Bernhardina heldur, at hesin [...] heldur ikki hvør býur í Føroyum, ið kann reypa sær av at hava eitt gallarí, har fólk kunnu støkka inn á gólvið at keypa sær ella øðrum eitthvørt listaverk til gávus, gjørt av kendum føroyskum listamanni. [...] gávuríkum føroyskum listafólkum. Serliga nógv er at finna av oljumálningum, og eitt tað kendasta navnið á bróstinum í Gallerí Carolinu er helst Hanni Bjartalíð. Hesin er við at gerast kendur, ikki bert í N
hevur verið á heilt góðari leið. ? Á teimum báðum fyrstu søluni var miðalprísurin á toski ávikavist 11,78 kr. fyri kilo og 11 krónur. Á teirri seinastu søluni var prísurin á toski komin upp á 12,60 kr. fyri [...] uppboðssøluna Á Sjótorginum verður fiskurin ikki skildur í støddir. ? So tey 20 oyruni, tað kostar at skilja fiskin á hinari uppboðssøluni, fáa útróðrarmenn so ístaðin meiri fyri kilo. Á Sjótorginum verður [...] 400 pund týsdagin og tað er so nógv tað mesta ein einstakur bátur hevur avreitt á nýggju uppboðssøluna. Hann var aftur á uppboðssøluni mikudagin við sløkum 2.000 pundum. Annars hava bátarnir ikki havt
báðir Jákup á Stongum, arkitektur og stjóri í felagnum, og Poul Arni Jacobsen, verkfrøðingur og búskaparfrøðingur, sum hava sett á stovn tekni- og ráðgevingarstovuna West-Tec í Sørvági. Jákup á Stongum [...] uppgávan arbeitt verður við er sambært stjóranum Jákup á Stongum, ætlanin um Krígssavn við Flogvøllin í sjálvum bygninginum hjá Landsverkfrøðinginum á Hálsi, sum var bygdur av bretum undir 2. heimsbardaga [...] undir egið virkið, men vóru tíðirnar ikki til tað tá. Trý tey seinastu árini hevur so verið tørvur á slíkum virki og eisini eftirspurningur, og hevur West-Tec m.a. staðið fyri byggingina av Statoil-støðini
kl. 13.30 og møti sunnukvøldið kl. 19.00. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 11 morgunmøti og sunnudagsskúli. Hvørt sunnukvøld kl. 20-21 eru vit at hoyra á Atlantic Radio. Aqua Vitae Komandi vikuskifti verða [...] verða møti við Hans Berntsen úr Danmark. Fríggjakvøldið í Klaksvík, leygarkvøldið á Sandi, sunnudagin á Glyvrum og Sunnukvøldið í Havnini. Evangeliið verður kunngjørt og biðið verður fyri sjúkum. Evangeliskt [...] 11, altarg., Jógvan Fríðriksson. (Talvan gongur fyri Kosovo) Dalur: kl. 12.00, Skopun: kl. 18.00, Jákup R. Hansen Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Sunnudag kl. 11: Morgunmøti. Sunnudag kl. 12.15: SunnuSkdagsskúli
Keypmannahavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3400 gr. 22. mai fingu Kirstin og Hans Jákup Langgaard, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3890 gr. 22. mai fingu Rannvá K. Hansen [...] ein son. Hann var 59 cm. langur og vigaði 4860 gr. 24. mai fingu Fríðgerð Poulsen, Tórshavn og Jóan Jákup Joensen, Skála, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3000 gr. 24. mai fingu Herborg T. Vilhelm [...] Berg í Århus eina dóttur. Hon var 52 cm. long ov vigaði 3570 gr. 26. mai fingu Guðrið Poulsen og Doru á Torvlaðnum, Kaldbak, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4375 gr.
Ellingsgaard og Jákup Sørensen. Spenningurin Á øllum stevnunum uttan á norðoyarstevnu liggja bátarnir, sum á undanfarnu stevnu hava kappast um oddasessin, við síðuna av hvørjum øðrum í miðjuni. Á norðoyastevnu [...] Hósvík, á Tvøroyri og á Fuglafirði, meðan teinurin í Sandavági og á ólavsøku verður eitt túsund metrar. Høvuðsdómari í dag verður Gunnbjørn Joensen. Máldómari verður Sigurd Andreasen, og úti á startmálinum [...] startin frá túsund metra málinum og út á fimtan hundrað metra máli, men tí trupulleikanum sleppa teir undan hesa ferð, tí teir hava tveir fastar startir ? ein á 1500 og ein á 1000 metra málinum. ? Síðusøkkini
Hann var púra ovfarin, tá vit søgdu honum, at boð vóru á veg frá landsliðsvenjaranum og til hansara. Fróði Benjaminsen arbeiðir á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, og seinnapartin av vikuni hava teir havt úr [...] Julian Johnsson, Kongsvinger, KÍ, Sámal Joensen, GÍ, Fróði Benjaminsen, B68, John Petersen, B36, Jákup á Borg, B36, Uni Arge, Leiftur og Todi Jónsson, FCK. Landsliðsspælararnir hittast í hølunum hjá tryggingini [...] landsdystirnar, sum verða á Svangaskarði komandi leygardag og annan mikudag móti ávikavíst Skotlandi og Bosnia-Hersegovina. Allan Simonsen hevði fleiri enn tjúgu spælarar til venjingar á Svangaskarði týskvøldið