2. deild: HB-LÍF 2-2 (2-1)
HB og LÍF fingu eitt stig í part burturúr uppgerðini í Gundadali leygardagin.
Havnarliðið var á odda bæði 1-0 og 2-1, men í báðum førum megnaði póllendingurin Mirek Gil at javna.
Heimaliðið legði seg á odda longu í fimta minutti, tá bólturin bleiv stungin inn um verjuna til Eyðstein Simonsen, sum einsamallur við málverjanum hevði lætt spæl.
Miðskeiðis í hálvleikinum stóð Mirek Gil leysur inni í brotsteiginum, tá hornaspark varð sent innfyri, og hann setti høvdið á til 1-1.
Tað bleiv 2-1 til HB móti endanum av fyrra hálvleiki. Málið var eitt sindur heppið. Jákup Lamhauge royndi seg úr spískum. Málverjin toygdi seg, men rakk ikki bóltinum, sum fór í stongina, í ryggin á málmanninum og í málið.
Í seinna hálvleiki vóru tað mest leirvíkingar, sum trýstu, men HB hevði eisini onkran góðan møguleika. LÍF fekk kortini løn fyri stríðið, og enn einaferð var tað Mirek, sum var síðsti maður á. HB-verjan fekk ikki ruddað ordiliga upp, og úr góðum 20 metrum royndi polski spælarin seg. Bólturin streyk millum vinir og fíggindar í netið til 2-2.
Sostatt eitt stig í part til HB og LÍF, sum bæði hava sjey stig. Leirvíkingar hava betri málmun, fyrst og fremst takkað verið trivaliga sigrinum á Skála herfyri. Næsta avbjóðing hjá LÍF verður á heimavølli móti Royn, meðan HB skal spæla úti móti FS Vágum.