Byrjaðu stillisliga og róliga

? Tað ger onki, um vit ikki hava havt so nógvan fisk at selja hesar fyrstu dagarnar, sigur formaðurin

? Vit hava fingið eina slaka byrjan. Men tað ger onki, tí so fáa vit arbeitt allar barnasjúkurnar av okkum í friði og náðum.

Nýggja uppboðssølan hjá Sjótorginum í Klaksvík hevur fingið eina bleyta byrjan.

Nú eru tað halvonnur vika síðani hon byrjaði, men enn hava bara tríggjar sølur verið.

Men tað er Jákup Antoniussen, uppboðshaldari, ikki so harmur um.

? Tað ger onki um tað gongur eitt sindur spakiliga í fyrstuni. Tí tað gevur okkum møguleika at finna stevið í friði og náðum og at finna tað rætta arbeiðslagið og tær røttu arbeiðsgongdirnar, sigur hann.


Fimm bátar avreitt

Jákup Antoniussen ivast ikki í, at ein orsøk til tað sløku byrjanina er, at tað er so lítið at fáa í løtuni.

?Teir, sum rógva út her norðuri drepa ikki livandi og tí er ikki so nógv at selja.

?Teir, sum rógva út við línu, hava ikki fingið meiri enn 50-70 pund upp á stampin.

? Í so máta gevur hendan fyrsta hálvonnur vikan púra onga ábending um, hvørja undirtøku nýggja uppboðssølan fer at fáa.

? Tað fáa vit neyvan eina ábening um fyrrenn í heyst aftur, sigur uppboðshaldarin.

Í gjáramorgunin høvdu bara átta bátar selt um uppboðssøluna og teir eru allir útróðrarbátar. Men teir hava ikki havt nógvan fisk, sum sagt.

Tilsamans hava teir átta bátarnir ikki fiskað meiri enn útvið átta tons, tað eru útvið 16.000 pund, ella 160 sentnarar.

? Men av teimum avreiddi Háenni einsamallur 3.400 pund týsdagin og tað er so nógv tað mesta ein einstakur bátur hevur avreitt á nýggju uppboðssøluna.

Hann var aftur á uppboðssøluni mikudagin við sløkum 2.000 pundum.

Annars hava bátarnir ikki havt meiri enn nøkur heilt fá hundrað pund í part.

Mikudagin avreiddi Hilda ein kalva uppá 23 kilo og nøkur fá pund av smáfiski.

Mikudagin avreiddi Nancy sløk 500 pund og í gjár avreiddu Brattaskorð 1.660 pund og Skýlingsklettur 1.800 pund

Eftir ætlan verður fiskur seldur á uppboðssøluni tvær ferðir um dagin, klokkan níggju um morgunin og klokkan tvey seinnapartin.

? Men tær smáu nøgdirnar, sum hava verið, hava bara rokkið til tríggjar sølur.

? Tann fyrsta var tíðliga í farnu viku og hinar báðar hava verið hesa vikuna.

Næsta søla verður klokkan 9 nú í morgun.


Prísurin í lagi

Annars verður sagt úr Klaksvík, at prísurin, sum bátarnir hava fingið fyri fiskin, hevur verið á heilt góðari leið.

? Á teimum báðum fyrstu søluni var miðalprísurin á toski ávikavist 11,78 kr. fyri kilo og 11 krónur.

Á teirri seinastu søluni var prísurin á toski komin upp á 12,60 kr. fyri kilo og miðalprísurin fyri alt var 12,25 kr.

? Tað er á heilt góðari leið, tá ið hugsað verður um, at fiskurin er ikki serliga góður, nú beint aftaná gýtingina.

Men so skal leggjast afturat, at tað er bíligari at selja um uppboðssøluna hjá Sjótorginum enn tað er at selja um hina uppboðssøluna

Á Sjótorginum verður fiskurin ikki skildur í støddir.

? So tey 20 oyruni, tað kostar at skilja fiskin á hinari uppboðssøluni, fáa útróðrarmenn so ístaðin meiri fyri kilo.

Á Sjótorginum verður fiskurin bara skildur við stakroyndum uppá 10% av hvørjum kassa og tað er ókeypis.

Jákup Antoniussen sigur, at tað er í samráð við bæði keypara og seljara, at fiskurin verður skildur uppá hendan mátan.


Vektarseðilin í hondina

Eitt tiltak, sum hendan nýggja uppboðssølan hevur lagt stóran dent á, er, at teir, sum avreiða, skulu fáa vektarseðilin í hondina, sp skjótt fiskurin er vigaður.

Tað hevur annars verið stór misnøgd við, at tað ganga bæði ein og tveir dagar, áðrenn teir fáa vektarseðilin, tá ið teir hav avreitt til uppboðssøluna hjá Fiskamarknaðinum.

? Tað hevur víst seg at hava ónátúrliga stóran týdning, at teir hava fingið vektarseðilin í hondina beinanvegin, tí tað er eitt, sum teir hava verið ómetaliga fegnir um, sigur Jákup Antoniussen.