Latið ei søguna doyggja

Á Norðoyarstevnu skipar stuðulsfelagið Dragin fyri áhugaverdari framsýning av gomlum myndum, gomlum lutum og søguligum lutum úr Norðoyggjum

Ein og undanfarnu ár, skipar stuðulsfelagið Dragin fyri stórari framsýning á Norðoyastevnu. Framsýningin er í fimleikarhøllini í skúlanum á Ziskátrøð, og verður hon opin báðar dagarnar frá klokkan 15 til 22.


Absalon Joensen og Ole Biskopstø

Absalon í Gerðum, sum var prestur, fekst nógv við at fotografera , og eftir hann liggur hópur av myndum. Myndirnar eru frá 1930 til 1940, og vórðu tær tiknar á glasplátur. Nógvar av teimum eru sera týðuligar og áhugaverdar at síggja í dag. Ole Biskopstø var bróður til Jákup Bónda á Biskopstø, og var eisini fotografur. Tær myndirnar eru tiknar um aldarskiftið. Annars eru myndir úr Kunoy, Kalsoy, viðareiði og Klaksvík, ið eru læntar frá fólki. Myndirnar hjá Absalon í Gerðum og Ole Biskopstø eru læntar frá Føroya Fornminnissavni og Norðoya Forminnissavni.


Konvojin í Eysturgrønlandi

Í ár eru 40 ár liðin síðani felagið hjá J. F. Kjølbro sendi farmaskipið Karin K. og tíggju útróðrarbátar til royndarfiskiskap undir Eysturgrønlandi. Tíverri gjørdist tað eitt av ringastu árunum til ís, og gjørdi hetta, at ómøguligt var at fiska. Umleið 100 mans vóru mynstraðir við. Á framsýningini eru nógvar myndir frá hesi ferð, sum tíbetur spældi væl av.


Gamlir lutir og søgulig skjøl

Á framsýningini hjá Draganum verða eisini sýndir fram gamlir lutir og søgulig skjøl. skjølini eru úr vártingbókum, har greitt verður frá skalvalopinum í Gerðalíð í 1765, sum er stórsta vanlukka, sum hend er á landi í Føroyum. Har doyðu nevniliga 20 fólk. Eisini eru skjøl frá Háskúlanum í Føgrulíð, sum júst varð bygdur fyri 100 árum síðani.


Avlopið - 8 mannafar úr Kunoy á siglingarstevnu í Lofoten

Hendan bát hevur Jákup Joensen á Nesi smíðað í 1897. Um Hvítusununa hevur báturin verið í Noregi, har hann hevur luttikið á einari siglingarstevnu í Lofoten. Hesin bátur verður eisini at síggja á framsýningini.


Mat- og køkutombola

Í norðaru fimleikahøll verður stórt mat- og køkutombola, so har verður høvi at vinna sær ein góðan døgurðabita ella okkurt gott aftur við kaffinum á Norðoyarstevnu.


Vitja Dragan

Báðar Norðoyarstevnudagarnar frá klokkan 16 til19 hava fólk høvi at vitja umborð á skúlaskipinum Draganum, ið liggur við Varpabrúnna sunnan fyri ferjuleguna. Peningurin, ið kemur inn frá framsýningini og toboloa fer óskerdur til umbyggingina av Drag anum til Seglskip.