Ólavur í Beiti
Tað eru sørvingarnir báðir Jákup á Stongum, arkitektur og stjóri í felagnum, og Poul Arni Jacobsen, verkfrøðingur og búskaparfrøðingur, sum hava sett á stovn tekni- og ráðgevingarstovuna West-Tec í Sørvági.
Jákup á Stongum og Poul Arni Jacobsen byrjaðu fyri tíggju árum síðani at arbeiða hjá Sørvágs kommunu og hava hesi árini havt teknisku umsitingina, umframt bókhald og fíggjarstýring hjá kommununi.
Longu í 89 varð partafelagið stovnað við ætlanunum um at fara undir egið virkið, men vóru tíðirnar ikki til tað tá.
Trý tey seinastu árini hevur so verið tørvur á slíkum virki og eisini eftirspurningur, og hevur West-Tec m.a. staðið fyri byggingina av Statoil-støðini í Sørvági og útbyggingini av flakavirkinum hjá Pf. Vesturvón.
Umframt arbeiðið í Sørvágs kommunu hava so eisini hinar kommunurnar í Vágum havt brúk fyri tekniskari ráðgeving, og hetta hevur so kravt, at tekni- og ráðgevingarstovan nú hevur leigað sær egin hølir.
Útgerð og framtíð
Av útgerð, sum er tann mest framkomna á økinum, kunnu vit m. a. nevna tekniprogrammið Archi-Cad, sum er tað fyrsta av sínum slag í landinum, og gevur hetta programm møguleika at tekna 3-dimensionalt, soleiðis at kundin sær, hvussu úrslitið tekur seg út so nær veruleikanum sum gjørligt.
Í løtuni stendur tekni- og ráðgevingarstovan West-Tec fyri nýgerð av tekniskum veitingum og fríðkan av høvuðsgøtuni í Sandavági. Um somu tíð verður arbeitt við at umskipa og víðka bygdarplanin til ein framtíðar tørv við bústaðarøkjum, barnagarði o.ø.
Í Miðvágs/Sandavágs skúla samskipar West-Tec um- og nýbygging av alisfrøðisstovuni.
Í Sørvági er høvuðsarbeiðið hjá West-Tec liðugtgerð av Suðurtriðingsvegnum.
Mest spennandi uppgávan arbeitt verður við er sambært stjóranum Jákup á Stongum, ætlanin um Krígssavn við Flogvøllin í sjálvum bygninginum hjá Landsverkfrøðinginum á Hálsi, sum var bygdur av bretum undir 2. heimsbardaga.