serliga tí, at skatturin er so lágur. Hetta er vandamikil gongd. Tí leita fleiri fólk sær uttanlands, so verða færri krónur í okkara egna skattakassa. Og tað er einki dulsmál, at skattatrýstið [...] st á lønarinntøku yvirhøvur. Og tá skattaprosentið í Føroyum er – og hægri enn í bæði Danmark, Íslandi og Noregi, so eiga onkrar ávaringarlampur at blunka. Í valstríðnum, sum júst
landsfelagið í Danmark hevur í dag 4000 limir. Felagið hevur sostatt møguleika at skipa fyri fleiri tiltøkum. M.a. góvu 21 bøkur og bóklingar út í fjør, og harafturat eru nakrar heimasíður latnar upp, m.a. HYPERLINK [...] Carlsson, ið tók lut á fundinum sum umboð og formaður í Landsforeningen for autisme í Danmark, greiddi m.a. frá soni sínum, sum er 14 ára gamal. Tá sonurin var 4 ára gamal, var hann sera ringur at fáa fáast [...] hjálp hjá eitt nú lærararum, ið kunnu tykjast heldur einsamallur í slíkum greiðsluevnum. Nevndir vórðu m.a. ergoterapeutar, psykoterapeutar, lærarar og sálarfrøðingar, sum kunnu arbeiða saman í slíkum bólkum
onnur eisini njóta væl av. Bæði innan sjónleik og dans finna vit stevið og endurljóðini aftur, her á Listastevnuni ljóða tey líka úr New York, segði hann m.a. -Og lat meg áðrenn eg seti stevnuna gera púra [...] føroyingar, høgan og lágan, ungan og gamlan. Og eisini fyri hin vitjandi, ið hevur kosið sær hetta land sum heimstað hesar komandi 16 dagarnar. Hugsjónin aftanfyri hetta tiltak, Listastevnu Føroya, er herheima
vitjan í SMS. Gesturin er danin og glímarin, Asbjørn Riis. Ella sum hann eisini er kendur, The Great Dane. Eyknevnið kemur ikki av ongum. Maðurin vigar 140 kilo, og hesi kilo eru ikki fiti, men 100% vøddar [...] hóast meginparturin av arbeiði hansara varð gjørt har. Asbjørn sigur, at skuldi hann valt eitt annað land at búð í, hevði tað verið Kanada. Men, leggur hann við einum brosi afturat, -eg havi jú ikki verið [...] Asbjørn konuna og ein av synunum. Asbjørn hevur seinastu árini arbeitt nógv við børnum. Hann hevur m.a. verið vertur í danskari barnasending á TV2, ið nevndist, Børnebussen. Eisini eru framsýningar hansara
Fleiri høvdu ta kenslu, at hóast nógvar málmøguleikar fór VB at hava torført við at draga sigurin í land. Leikararnir vóru eisini blivnir fjálturstungnir, sum dysturin leið. Birgir slær sigurin fastan Fimm [...] Birgir Jørgensen VB: Bjarni Johansen - Dejan Nicolic, Slobodan Madzar, Michael í Lágabø - Milan Kulic, Dan Djurhuus, Palli Augustinussen, Mortan úr Hørg - Jón Pauli Olsen, Birgir Jørgensen (Janus Kjærbo), Predrag
bøta um onkran vegastubba ? og so koyra vit víðari. Í roynd og veru er tað ein katastrofa fyri okkara land, at vit ár eftir ár missa ungfólk í besta blóma. Ein katastrofa, sum er so ræðuligt, at hon av røttum [...] so ikki tikið broddin av okkara motormani. Og hevði tað verið líka stuttligt at tikið bilin við í dans, um bussurin koyrdi hvønn tíma alla náttina. Og felagið móti ferðsludeyða.... Eitt privat áhugafelag
•Har sum bilar og fólk verða blandað saman, t.d. tá ið farast skal yvirum vegin, verða gjørd trygg yvirgangsstøð, við týðiliga frámerktum gonguteigum, har m.a. bara ein farbreyt verður tikin í senn, og [...] meira, at vit t.d. ganga ella súkkla í skúla ella til arbeiðis, kemur tað okkum aftur um brekku. ----- Fakta: Støð í landinum, sum hava umleið somu trupulleikar, sum Miðvágur hevur, eru t.d.: Sandavágur, [...] skulu yvir um vegin. Landsvegir út um bygt øki Flestu munnu vera samd um, at tað er sera óheppið, at landsvegir ganga í gjøgnum bygdir. Men støðan er tann, at hetta tíverri er veruleiki í fleiri bygdum í
eini vekt, ið bert tevjar og vigar atkvøður. Nyrup veit t.d., at hann tosar til donsku smáligheitina og ?hin innari svínahundin?, tá hann t.d. hartar Føroyar heldur enn at royna at fremja kjak. Tvangshugna [...] danir hava ta kjakmentan, har formurin nærum er líka, ella meiri umráðandi enn innihaldið. Skal ein t.d. vinna frama millum danir, er neyðugt at duga at argumentera á teirra hátt. Tað nyttar einki at langa [...] niðurfyri sum ein mangan veik og ódjørv kjakmentan. Tær veruligu ósemjurnar tora danir ikki at taka fram, t.d. Tamilsakin, ið kostaði kanska 20 milliónir. Hon var ikki bert um ein ministari hevði framt nakað ólógligt
løgtingslimunum eru kvinnur og ongin kvinna er í landsstýrinum. Ynskja vit at gerast eitt modernað land, har kvinnur hava veruliga politiska javnstøðu, má vend koma í. Neyðugt er at fáa meira fjølbroytni [...] Soleiðis koma kvinnur á ting” vísir Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, á, at hugsast kann, at t. d. kvinnulistar í Suðurstreymi hjá teimum stóru flokkunum kunnu tryggja bæði fleiri atkvøður tilsamans [...] javnari kynsbýti. Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, vísir á tað positiva við kvinnulistum og sigur m. a., at kvinnur á einum internum kvinnulista ikki oyðileggja fyri hvørja aðra. Til ber at hava nógvar
endurgeva brot úr hesi greinini, sum gevur ábendingar um, at Johan eisini hevur verið ein úrmælingur: Johan M. Dam fekk á ungum árum aldri pláss á fútakantórinum, har hann hevur virkað mestan partin av ævi síni [...] navigatiónina, og ein vetur virkaði hann sum navigatiónslærari. Hann hevur havt mong álitisstørv, t.d. verið formaður í Tórshavnar valstýri, felagsskrivari í Føroya Skipara og Navigatørfelag, limur av [...] bátum. Sjálvur kom hann sær upp á trolaradekkið í evstu stund, men hin bátsskipanin var skumpað í land av tí eina trolaraskiparnum, sum skundisliga slapp sær avstað. Hinum trolaranum tók hann ræði á og