Kvinnulistar

Ingrid S. Henriksen,

limur í javnstøðubólkinum hjá Javnaðarflokkinum

og landsnevndini hjá Javnaðarflokkinum vegna Suðurstreymoyar Javnaðarfelag

 

Mugu nýta § 18 í vallógini at fremja ein betri landspolitikk

 

Í Føroyum er kvinnuumboðanin í løgtinginum og í landsstýrinum sera lág - einans tríggjar kvinnur ella 9,4% av løgtingslimunum eru kvinnur og ongin kvinna er í landsstýrinum. Ynskja vit at gerast eitt modernað land, har kvinnur hava veruliga politiska javnstøðu, má vend koma í.

Neyðugt er at fáa meira fjølbroytni í politiska arbeiðið, soleiðis at politiska dagsskráin ikki einans verður merkt av áhugamálum hjá monnum og av mannligum virðum, men eisini verður merkt av bleytum virðum – av orðaskifti og viðgerð, ið snýr seg um vælferðarsamfelagið, vælferðartørvir og vælferðartiltøk. Høvdu fleiri kvinnur havt sæti á tingi, hevði orðaskiftið óivað verið meira víðfevnt og í nógv størri mun enn nú snúð seg um annað og meir enn hørð virði: skip, fisk, grót og betong.

Av royndum vita vit, at tað er nærum ógjørligt hjá kvinnum at verða valdar inn í løgtingið á “vanligan hátt” á “vanligu vallistunum” hjá føroysku politisku flokkunum. Til seinasta løgtingsval fingu kvinnurnar, sum stillaðu upp 16,1% av atkvøðunum. 12,8 % atkvøddu ikki fyri nøkrum kyni, men fyri listanum. Hóast hetta fingu kvinnurnar einans 9,4% av sessunum í løgtinginum. Núverandi praksis, har listaatkvøður hjá teimum politisku flokkunum nærum útilokandi gagna monnum – er praksis, ið gevur monnum sersømdir – menn verða við øðrum orðum fyri positivari diskriminatión. Henda praksis hevur við sær, at tað er sera trupult hjá kvinnum at verða valdar í løgtingið. Føroyska samfelagið hevur ikki tørv á, at menn verða positivt diskriminineraðir í politiskum høpi, tvørturímóti. Tískil má staðfestast, at stórur tørvur er á, at broytingar verða gjørdar í vallógini. Vallógarbroytingar, ið tryggja, at kvinnur, ið stilla upp til løgtingsval, fáa í hvussu er eins nógv gagn av listaatkvøðum sum uppstillaðu menninir fáa. Hetta soleiðis at vit kunnu fáa fleiri kvinnur valdar á ting og soleiðis at vit kunnu fáa ein betri landspolitikk.

 

“Soleiðis koma kvinnur á ting”

Í grein í Sosialinum hin 27. august 2007, ið hevur yvirskriftina “ Soleiðis koma kvinnur á ting” vísir Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, á, at hugsast kann, at t. d. kvinnulistar í Suðurstreymi hjá teimum stóru flokkunum kunnu tryggja bæði fleiri atkvøður tilsamans til flokkin umframt javnari kynsbýti. Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, vísir á tað positiva við kvinnulistum og sigur m. a., at kvinnur á einum internum kvinnulista ikki oyðileggja fyri hvørja aðra. Til ber at hava nógvar kvinnur á einum flokslista ella rættari á einum internum flokslista, uttan at tær taka atkvøður frá hvørjari aðrari. Jógvan Mørkøre leggur somuleiðis dent á, at hetta samstundis gevur veljaranum, ið vil atkvøða eina kvinnu inn í løgtingið, trygd fyri, at atkvøðan veruliga fer til eina kvinnu.

Jógvan Mørkøre sigur harumframt í nevndu grein, at verða Føroyar eitt valdømi, so er ikki óhugsandi, at fleiri internir kvinnulistar verða. Hetta í øllum førum hjá størru flokkunum, har tað veruliga kann gagna kvinnunum. Verða Føroyar harafturímóti verandi 7 valdømi, skulu vit valla vænta slíkar kvinnulistar aðrastaðni enn í Suðurstreymi, uttan kanska í ávísum flokkum í Norðoyggjum, í Eysturoynni og í Suðuroy.

Á fundi um “Kvinnur í politikki“ hin 28. august 2007 vísti Kári á Rógvi á, at § 18 í vallógini er ikki nóg greið og at løgtingið greitt má seta í vallógina, hvussu atkvøðurnar á slíkum internum (kvinnu)listum skulu teljast saman, soleiðis at sleppast kann undan løgfrøðisligari togan eftir val. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins legði dent á, at hann helt tað vera rættast at staðfesta í vallógini, at atkvøðurnar á internum kvinnulistum skulu teljast saman við atkvøðunum á vanligu listunum.

Í sambandi við at uppskot um broyting av vallógini júst nú liggur í rættarnevnd løgtingsins hava allir løgtingslimir, rættarnevndin og ikki minst Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í javnstøðumálum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ið varar av vallógini, umframt Jóannes Eidesgaard, løgmaður, framúr góðar møguleikar at fáa nágreinað §18 í vallógini, soleiðis at ásett verður í greinini, at atkvøður til internar kvinnulistar telja saman við “vanliga listanum”, tá uppgjørt verður, hvussu nógvar atkvøður flokkurin hevur fingið tilsamans, soleiðis at politisku flokkarnir fáa møguleika at nýta kvinnulistar longu til komandi val.

Løgtingið eigur at tryggja, at kvinnur fáa eins stóra nyttu av listaatkvøðum sum menn, hetta fyri at tryggja, at føroyska samfelagið verður stýrt av bæði monnum og kvinnum og soleiðis at samfelagið fær ein betri og meira fjøltáttaðan politikk.

 

Neyðugt at nýta kvinnulistar at skunda undir betri kynsjavnstøðu í politikki

Alt bendir á, at tað er neyðugt at nýta internar kvinnulistar sambært § 18 í vallógini – at skunda undir gongd, ið fer at hava við sær, at vit fáa betur javnstøðu millum kvinnur og menn í politikki. Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, og Kári á Rógvi, løgfrøðingur, hava í fjølmiðlunum víst á, at nýtsla av kvinnulistum innan karmarnar á verandi politisku flokkum, er skipan, ið óivað vil hava við sær, at fleiri kvinnur verða valdar í løgtingið.

Kvinnur, sum stilla upp á vanligu listunum hjá politisku flokkunum, fáa aloftast ikki annan leiklut enn at vera “medhjálpir”, pynt og stemmusamlarar hjá kendum, mannligum valevnum. At broyta hesa sera óhepnu og gamalsligu/ómodernaðu siðvenju og fremja veruliga politiska javnstøðu millum kvinnur og menn, er alneyðugt at kvinnur fáa høvi at stilla upp á internum kvinnulistum og er neyðugt at kvinnur fáa minst líka stóra rúmd í fjølmiðlum, á almennum politiskum fundum v.m. sum mannligu valevnini fáa.

 

Føroyar sum modernað samfelag

Ynskja vit at Føroyar skulu gerast eitt modernað samfelag, har rúmd er fyri fjølbroytni og bleytum virðum í politiska rúminum og politiskum arbeiði, mugu vit tryggja, at kvinnurnar fáa nátúrligt og sjálvsagt pláss á ovastu politisku rókum – í løgtinginum og í landsstýrinum.

Tórshavn, hin 10. september 2007