ODDAGREIN: umhugsið skattapolitikkin

Føroyska samfelagið hevur yms­ar álv­ar­sam­ar trup­ul­leik­ar at drag­ast við. Ein tann størsti vand­in er fólk­a­frá­flyt­ing­in – ella tann trup­ul­leiki, at fólk, sum fara utt­an­lands í lestr­ar­ør­ind­um, ikki flyta heim­a­ft­ur. Hetta er ein stór av­bjóð­ing, sum okk­ara kosnu fólk ikki taka í nóg stór­um álv­ara.

Seinastu dagarnar hevur verið tos­að um før­oysk­ar el­ek­trik­ar­ar í hópa­tali, sum hava leit­að sær til Nor­egs at ar­beiða, har løn­ar­við­ur­skift­ini eru mun­andi bet­ur – serliga tí, at skatt­ur­in er so lág­ur.

Hetta er vandamikil gongd. Tí leita fleiri fólk sær utt­an­lands, so verða færri krón­ur í okk­ara egna skatta­kassa. Og tað er einki duls­­mál, at skatt­a­trýst­ið er høgt, ov høgt, og at ein stór­ur trup­ul­leiki er tann sera høgi marg­in­al­skatt­ur­in. Hetta forð­ar bú­skap­ar­vøkstri og hev­u­r við sær, at dugna­lig starvs­fólk og onn­ur ikki vilja bú­seta seg í Før­oy­um.

Fyrr í summar boðaði Føroya Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag frá, at marg­in­al­skatt­ur­in í Før­oy­um er so høg­ur, at ar­beiðs­gev­ar­ar hava trup­ult við at fáa fólk til ar­beið­is. Løn­tak­ar­ar vilja ikki ar­beiða meira enn neyð­ugt, tí ov nóg­v­ur skatt­ur fer av inn­tøk­u­ni.

Hetta er sjálvandi ein álvarslig av­bjóð­ing fyri før­oyska vinnu­lív­ið, sum bløðir undir høga skattinum. Sam­an­bor­ið við onn­ur lond hava før­oy­ing­ar hægsta skatt­a­trýst á løn­ar­inn­tøku yv­ir­høv­u­r. Og tá skatta­pros­ent­ið í Før­oy­um er – og hægri enn í bæði Dan­mark, Ís­landi og Nor­egi, so eiga onkr­ar áv­ar­in­g­ar­lamp­ur ­at blunka.

Í valstríðnum, sum júst hevur ver­ið, hava ikki nógv boð ver­ið upp á hend­an tru­p­ul­leik­an. Vón­andi kem­ur hetta bet­ur fram í val­stríð­num kom­andi. Nógv hev­ur ver­ið tos­að um sjálv­ber­andi bú­skap sein­astu 13 ár­ini, og meir­i­luti av løg­ting­i­num hev­ur sam­tykt at minka um blokk­stuð­ul­in og at fast­frysta tann part­in, sum eftir er.

Tað er alt í lagi við tí, at pol­it­ik­arar hava stór­ar ætl­a­n­in og stór­ar vón­ir – og stór­ar ill­u­si­ó­n­ir um, hvussu bú­skap­ar­vøkst­ur skal kom­pens­era hes­ar peng­ar, sum vit ikki long­ur hava. Men úr­s­lit­ið tal­ar ikki fyri, at hesi fólk­ini heilt hava grein í sín­um máli. Tað er ikki gott nokk, at okk­ara fólk­a­valdu skerja eina slíka veit­ing – og í álv­ara tosa um, at Før­oya fólk fer at ar­beiða meira, at kýta seg meira.

Nýggi meir­i­lut­in í Da­n­mark vil hava fólk at ar­beiða ein tíma eyka um vik­u­na til tess at fremja bú­skap­ar­vøkst­ur­in. Í Før­oy­um brand­skatta vit tey, sum vilja arbeiða meira. Og Javn­að­ar­flokk­ur­in vil eisini skatta illa sperdu vinn­una enn meira.
Tað skurr­ar. Ein nýggj samgonga eig­­ur tí at um­­hugsa skatt­­­a­pol­­­it­ikk­in full­komi­liga av nýggj­um, utt­an at lata tjóð­skap­ar­lig­ar for­dóm­ar koyra hann av spor­i­num.