VB fekk endiliga sín fyrsta sigur, og Skála tapti fyri áttandu ferð á rað í landskappingini. 2. deildarfótbóltur spøkir nú av álvara inni á Skála.
Tað vóru tvey sera sperd lið, sum runnu inn á vøllin á Eiðinum í Vági sunnudagin. Hesi liðini vóru tey einastu, sum enn ikki høvdu vunnið í 1. deild í ár. VB var favorittur undan dystinum og fekk eisini ein gyltan møguleika at leggja seg framum, tá bert tríggir minuttir vórðu leiktir.
Eftir eitt hornaspark bríkslaði dómarin fyri brotssparki, sum Milan Kulic varð settur at skjóta. Málverjin Eugen Voda, sum aftur hevði fingið álitið millum stengurnar, tveitti seg tó væl og bjargaði í stórum stíli. Hetta var triðja brotssparkið, sum VB hevur brent í ár.
Og tað er kanska ógvuliga symptomatiskt fyri VB, tí liðið hevur ikki havt marginalarnar á sínari síðu. Trý brend brotsspørk geva tó eisini eina ábending um vánaligar skjúttar.
Skert Skála-lið
Skála manglaði tríggjar leikarar til dystin móti VB. Teir vóru Bogi Gregersen og Sveinur Justinussen, sum vóru leikbannaðir, og Arnhold Berg, sum var leikbannaður. Tó var Marius Joensen, sum hevur verið niðri í Danmark, aftur at síggja á liðnum.
Tá hópurin frammanundan er í veikara lagi, er tað torført at klára seg uttan so nógvar leikarar.
Og Skála hevði eisini stórt mannfall í fyrra hálvleiki. Fyrst fekk Bent Djurhuus ein skaða og mátti av vøllinum eftir fimtan minuttir. Inn fyri hann kom Rói Jacobsen. Síðani bleiv Agnar Højgaard eisini skaddur og varð skiftur út við Jógvan Martin Hansen. Skála misti sostatt tveir verjuleikarar í fyrra hálvleiki, og venjarin Johan Nielsen mátti flyta spælarar runt á vøllinum.
VB hevði yvirvág allan dystin og skapti fleiri málmøguleikar enn Skála. Tí var tað eisini uppiborið, at heimaliðið fór við sigrinum.
Tó gekk long tíð, áðrenn VB endiliga fekk hol á. Tað var tann stóri syndarin frá fyrra hálvleiki, Milan Kulic, sum legði VB framum tá umleið eitt korter var eftir at spæla.
Tað var Palli Augustinussen, sum legði innfyri úr høgru síðu, og Milan Kulic setti høvdið á bóltin, og so var 1-0. Hetta mundi koma sum ein stórur lætti fyri VB-liðið, tí hesin dysturin skuldi vinnast fyri teirra viðkomandi.
Fleiri høvdu ta kenslu, at hóast nógvar málmøguleikar fór VB at hava torført við at draga sigurin í land. Leikararnir vóru eisini blivnir fjálturstungnir, sum dysturin leið.
Birgir slær sigurin fastan
Fimm minuttir eftir fyrra málið skorar Birgir Jørgensen til endaliga úrslitið 2-0. Jón Pauli Olsen vinnur nærdyst við ein verjuleikara, og bólturin dettur til ein púra leysan Birgir, sum sendir flatt framvið málverjanum.
Tað eydnaðist sostatt VB at fáa fyrsta sigurin í ár, meðan Skála nú er útifryst í botninum. Tað verður ógvuliga torført hjá skálamonnum at bjarga sær luttøku í fyrstu deild komandi kappingarár.
Mikukvøldið er FS Vágar gestur á Skála. Um botnliðið ikki vinnur hendan dystin, er ilt at síggja, hvussu teir kunnu lívbjarga sær.
VB fær EB/Streym á vitjan, og vágbingar ætla sær nú at fáa samband við hini liðini. Við einum sigri kann VB fara framum FS Vágar og fáa samband við EB/Streym.
VB - Skála 2-0 (0-0)
1-0: Milan Kulic
2-0: Birgir Jørgensen
VB: Bjarni Johansen - Dejan Nicolic, Slobodan Madzar, Michael í Lágabø - Milan Kulic, Dan Djurhuus, Palli Augustinussen, Mortan úr Hørg - Jón Pauli Olsen, Birgir Jørgensen (Janus Kjærbo), Predrag Ziskovic
Skála: Eugen Voda - Agnar Højgaard (Jógvan Martin Hansen), Dusan Jaic, Bent Djurhuus (Rói Jacobsen), Iulian Florescu - Marius Joensen, Alexandar Jovevic, Hanus Thorleifsson, Pauli Hansen, Alexandur Johansen - Jónhard Frederiksberg