- Viðmerkingar til fyrrverandi ríkisumboðið um føroyskan kjaksið í Dimmalætting 25. oktober 2001.
?....sig mær fáa vit føroyingar ongantíð frið?
Kári P.
KRONIKK
Kim Simonsen
Vit skilja danskt sum føroyingar, men vit skilja ikki alt sum liggur aftanfyri og ikki minst mátan danir siga ávís ting. Tað sama er galdandi fyri danir. Teir kunnu læra at skilja føroyskt, men oftani tekur tað nærum eitt heilt lív, áðrenn danir veruliga skilja føroyingar.
Reint leksikalt skilja danir, og aðrir útlendingar, ið duga føroyskt, hvat vit meina við, men teir vanta kenslurnar við orðunum, og skilja tí heldur ikki alt tað, sum er púra innforstaðið og kontekstuelt. Teir vanta mangan kunnleika um føroyska mentan, serliga kanska tað vit eru uppvaksin við í fjølmiðlunum innan tónleik og mentan. Mál er royndir, praksis og felagsskapur. Tú skalt gera royndirnar, uppliva málið í praksis og liva teg inn í felagsskapin, ella ert tú bert uttanfyri. Mál er ikki reinur logikkur, har týdningur kann týðast beint yvir. Sjálvandi vísir málið mangan, við øllum teim tilvildarligu orðunum, aftur á ein felags veruleika og víst er veruleikin felags. Ein kann bara ikki uppliva eina mentan uttanifrá. Er man innanfyri, so kann ein ikki longur siga, hvussu tað er at vera innanfyri, tí tað er nærum ógjørligt at vera refleksivur og umhugsa, hvussu mentanin finst í einum. Hvat er mentan og hvat er ein sjálvur? Skal man trívast, so er neyðugt at liva seg inn í mentanina og syngja sangirnar, liva við siðunum og tosa við í øllum tí hini tosa um.
Vibeke Larsen og donsk semjumentan
Fordómar eru hesar miskiljingar, ið stava av at hava ymiskar referansur. Sum nýggjur borgari í Føroyum fær ein góður nýføroyingur ella fremmandur eitt slag av dupultum samleika við tveimum málum, tveimum referansum og tveimum mátum at hugsa uppá. Men mangan er integratiónin ikki so væleydnað, tí ein sær altíð nýggja landið við eins egnu mentan í mentu. Alt verður vent og dragað frá einum skeivum sjónarmiði, har mentanir verða samanbornar. Einki er galið við samanberingum, men tá tann eina og minna mentanin verður við undirlutan vegna fordómar og misskiljingar, so er okkurt galið. Hetta ger seg galdandi í samrøðuni við fráfarandi ríkisumboðsmannin, Vibeke Larsen. Hon hevur púra rætt í at føroyskur politikkur mangan er borin av einum hørðum orðaskifti, har tað heldur eru persónarnir farið verður eftir enn sjálvt kjakið. Men so er tað, at tað gongur púra galið. Hon trýr, at ein donsk ?kensensus? ella semjumentan bara soleiðis skal innflytast til Føroyar. Men hvat er hetta fyri nakað? Jú, danir hava ta kjakmentan, har formurin nærum er líka, ella meiri umráðandi enn innihaldið. Skal ein t.d. vinna frama millum danir, er neyðugt at duga at argumentera á teirra hátt. Tað nyttar einki at langa sína meining á borðið við tað sama ? dønum dámar ikki væl, at fólk eru fýrakantað sum teir siga. Rætti hátturin er at nevna dømi fyri og ímóti eini , og so kanst tú siga tína meining (líka mikið hvussu langt úti hon er) ? úrslitið er tað sama, men mátin er heilt ymiskur, og tað er mátin, ið er umráðandi fyri danir. Onkur meinar, at hetta er franskur retorikkur frá 17 øld, ið hevur sníkt seg til Danmarkar. Eg haldi tó, at hetta hevur fleiri fadrar og ein er ungdómsuppreisturin í 1968, ið dyrkaði tað relativa og tað, at øll skuldu siga sína meining. Hesir tankar um tolsemi, demokrati og valdsfrítt samskifti og konsensus ? ella semjumentan eyðkenna (ella gjøgnumsúrga) danir, og hetta er heilt við síðuna av í mun til føroyingar. Vit skulu menna okkara egnu kjakmentan, ið er tillagað til føroyska mentan, søgu og samleika. Tað er sum um Vibeke Larsen sær allan føroyska heimin við donskum eygum og hevði hon verið innvandrari hevði ein kunna tosað um vánaliga integratión. Vibeke Larsen er illa integrerað í føroyska samfelagið, sum ættarlið av embætismonnum undan henni í 600 ár. Ella vit kunnu tosa um tað imperiala eygað, hitt betrivitandi hjálandaeygað, sum skal læra okkum primitivu føroyingar demokratiskt stev og hetta tykist ikki sørt niðursetandi. Hetta minnir meg um juristin Hjalmar Hammersheimb, sum í 1886 segði, at:
?Det går mere og mere op for mig, hvor forkert det er at have embedsmænd, som hverken vil eller kan forstå færøsk tænkemåde og færøsk åndsliv. De betragter Færøerne som et forvisningssted og taler næsten ikke om andet end hvor ?gyseligt? færingerne står tilbage for danskerne i civilisation. De taler aldrig med ?en indfødt? uden i forretninger og omgås ikke engang de pænere og dannede familier her. Det eksklusive princip er strengt gennemført, fordi de står på et for højt dannelsestrin til at omgås andre end ?os selv?.
Hjalmar Hamersheimb 1886
Líka so nógv tað fellur mær fyri bróstið at hoyra føroyskt politiskt kjak, líka so stuttligt er tað mangan at hoyra teir kjakast, tí kjakið er beinhart og tí sera sjálvdan keðiligt. Ein orsøk til hetta er, at hin sonevnda eindarmentanin í Føroyum ikki er ein veruleiki. Vit føroyingar eru nærum ikki samdir um nakað, annað enn at vit eru ósamdir. Vit hava stórar og ymiskar bólkar í samfelaginum, ið alsamt vilja vera í svárari andstøðu. Nevnast kann kjak um virði innan kristindóm, innan tjóðskap og altíð livandi kjakið um bygda- og økismenning. Um hetta skrivaði Proff. & dr.med Sk.V.Gudjonsson í 1940:
?Færingerne forekommer mig mere indesluttede end islænderne, mere mistænksomme overfor fremmede (...) Færingerne mangler selvtillid, sammenhold og social modenhed (...) De er uenige, og meningerne og interesserne lige så delte, som deres øer er spredte i havet. ? Færingen er langsom. Livet gaar med sneglefart i første gear. De har tid, og nutidens tempo har endnu ikke naaet disse fredelige øer. (...)Proff. & dr.med Sk.V.Gudjonsson, 1940
Føroyingar hava verið fyri nógvum atfinningum, og vit eru von við, at onnur hava hartað okkum. Vit hava ment eina serføroyska útgávu av føroyskum tjóðskaparligum undirlutakenslum, ið snúgva seg um at tiga, at vera trælir altíð undir øðrum á ein ella annan hátt.
Retorikkur og kjakmentan
At tosa við ein týskara er ein sonn frøi. Teir eru eftir annan heimsbardaga vorðnir heimsmeistarar í at argumentera (tað var eisini bráðneyðugt at teir lærdu tað). Ein týskari brúkar mangan fýra til sjey premissir í einum argumenti, áðrenn konklusiónin kemur. Við fransmonnum ánar ein neyvan, hvat teir siga, men tað ljóðaði sum reinur tónleikur. Donsk kjakmentan er ein blandingur av fronskum effektum og týskum argumentum. Har fronsk kjakmentan er føgur og týsk er heimsins mest ratiónella kjakmentan, endar hin danska við at detta niðurfyri sum ein mangan veik og ódjørv kjakmentan. Tær veruligu ósemjurnar tora danir ikki at taka fram, t.d. Tamilsakin, ið kostaði kanska 20 milliónir. Hon var ikki bert um ein ministari hevði framt nakað ólógligt, men um viðurskifti dana mótvegis flóttafólki og innvandrarum í Danmark. Hetta er síðani komið fram undan kavi við gráum kálvskinni og ikki er hitt danska vantandi tolsemið tespuligt á hesum øki.
Føroyskir politikarar brúka ikki danskan retorikk, m.a. tí teir eru føroyingar og ikki danir. Teir skeldast og bítast á ein annan hátt enn eitt nú danir gera. Men hvat er danskur politikkur mangan annað enn vatndeyður greytur og retorisk tómgongd, og hetta sigi eg ikki, tí eg ikki skilji, hvat teir siga, men tí eg meini, at um mátin ein sigur nakað verður meiri umráðandi enn tað ein sigur, ja, so ríkur tað ratiónella og logiska mangan. Poul Nyrup, Holger K. Nielsen og Helge Adam Møller eru góð aktuell dømi um væl vændar papageykar, ið sum vindhanar venda við rákinum og ríða á øllum populistiskum bylgjum, ið finnast. Poul Nyrup er ikki ein persónur, hann er eitt sirkus, eitt fjølmiðlasirkus við hópin av ráðgevarum, spindoctors og PR-fólki. Alt, sum hann sigur, er vigað á eini vekt, ið bert tevjar og vigar atkvøður. Nyrup veit t.d., at hann tosar til donsku smáligheitina og ?hin innari svínahundin?, tá hann t.d. hartar Føroyar heldur enn at royna at fremja kjak.
Tvangshugna tær ?ella halt kjaftin!
Antropologurin og blaðstjórin á Weekendavisen, Anne Knudsen, sigur um danir í bókini ?Her går det godt ? send flere penge?, at teir mangan eru bæði sjálvglaðir og bangnir fyri órógv, og at tað er her frá trongdin til at ?hugna sær? kemur. Danin dámar ikki, um onkur órógvar hugnan og vil altíð enda í avdramatisering av øllum tvístøðum, á tann hátt, at tann ella tey, ið ikki passa inn í semjumentanina, vilja verða hildin uttanfyri. Anne Knudsen meinar, at tað er tí, at Danmark er eitt slíkt land fyri feløg, tí um fólk ikki kunnu semjast, so eru tey noydd at gera annað felag av sama slag. Í Danmark er demokrati á øllum økjum. Hetta er eisini leivd frá andelsrørsluni í 19. øld og frá 1970´inum, har øll skuldu hava lut í avgerðum og valdi ? frá barnagørðum, fólkaskúlum til ellisheim. Men demokrati hoyrir heima í politikki, og eg haldi ikki, at allur heimurin er politiskur. Taka vit eitt nu vísindi, so kunnu vísindamenn ikki bert atkvøða um sannleikan hvørja ferð eitt ókent fyribrigdi skal definerast. Millum fólk er best um ikki alt gerst ein spurningur um retorikk, vald, demokrati og pragmatikk, men at veruliga menniskjað torur at koma undan kavi, við øllum tess ófullkomileika, ósikkurheit og kensluborna lyndi, heldur enn tær vælsmurdu psykopatisku maskinur, vit síggja í donskum politikki.
Danmark er mangan karmurin um føroyska útisetan, ið kemur niður og skjót lærir, at í hesum landinum tosar man um alt, man setur seg niður (tað er hugnaligt) og kjakast (fyri at vinna og fremja semjumentanina), og verður eingin semja, ja so er tað føroyski útisetin, sum mangan gerst hann, sum noyðist at finna sær ein nýggjan bólk, og so byrjar alt umaftur. Somu støðu stendur sjónarmiðið hjá Vibeke Larsen í hesum høpi. Tað er gjørligt, at hon hevur rætt, men hví ólukkan skulu vit taka tað mest tápuliga danska eyðkenni (at ræðast tvístøður) inn í føroyskan politikk og mentan?
Líta vit eftir okkara demokrati, so byggir hetta á eina hugsan, ella sannleikaástøði, at sannleikin ikki kann vinnast ella finnast v.ø.o ein skeptisk teori. Eingin endalig semja er gjørlig, tí er tað at konsensus er neyðugt. Hetta kompromis snýr seg um, at tey, ið eru flest hava rætt, sjálvt um tey fara skeivt. Veikleikin í demokratiska argumentinum er, at sannleikin var at fólkið t.d. valdi Hitler ? men demokrati er jú ein heilag kúgv, sum eingin vágar sær at finnast at, og so er skipanin tíverri eisini hin minst ringa vit hava. Í Danmark er trupulleikin mangan, at alt verður blandað saman. Demokrati og politikur eru í øllum, og tað er skeivt. Kærleikin, vinskapur, gleði, sorg og sjálvt lívið eru ikki demokratisk viðurskifti. Vísindi, tað góða, tað sanna og tað vakra, ella sjálvur sannleikin, er ikki nakað vit kunnu atkvøða um. Demokrati hoyrir heima innan politikk og ikki sum í Danmark, har sjálvt lívið mangan endar sum eitt óendaligt kjak og ein endaleys atkvøðugreiðsla. Tá demokrati kemur ímillum fólk í gerandisdegnum, byggir hetta á vantandi álit á okkara næsta. Tá danin vil kjakast, endar hann mangan við at grava kjakið niður, at demontera alt tað vandamikla, at skúgva alt undir teppið í gongini, og setur seg niður at drekka kaffi ella øl og hugnar sær, meðan teppið endar við at vera fleiri metrar høgt. Tað er tað ,sum er undir teppinum, ið er alt tað áhugaverda. Hetta minnir eisini um vanligt danskt misskilt tolsemi, ið er eitt slag av repressivum tolsemi, ið vil gera øll garvill sjónarmið til hugna, har hvør nazistur, barnalokkari og terroristur fær loyvi at virka og t.d. gera heimasíður.
Alt hatta skvaldrið Vibeke Larsen sigur tørvar okkum ikki. Okkum tørvar at menna okkum frá grundini og at halda á vit at útbyggja tað føroyska og okkum tørvar eina serføroyska kjakmentan, ið hóskar til okkara. Okkum tørvar ikki at læra av danskari kjakmentan ? teir kunnu sjálvur læra okkurt. Latum okkum heldur lesa Platon, Aristoteles og latum okkum læra av the real thing - týskari, enskari og franskari kjakmentan ? einki minni.
MYND: ÚR LØGTINGINUM
Myndatekstur: Føroyskir politikarar brúka ikki danskan retorikk, m.a. tí teir eru føroyingar og ikki danir. Teir skeldast og bítast á ein annan hátt enn eitt nú danir gera. Savnsmynd