mundi slík royndin nytta at sigla faðirs kjalarvørr og longur á leið føra prúðari knørr Fattur steig eðilingur á hallargólv fram brá sínum brandi, á víðvøllum vann Við snildi hann talar og leikar so væl vitugur [...] hellurond Á Tvøroyri aldist so mangur alvi lærdi seg leikir í lívsins talvi við móðurmjolk seyg tú innlit og hugsjón um javnari menning og bjartari vón Har javnaðarvøggan á kletti stóð stóð eisini tín á grundini [...] fá hava stríðið kent og leikin sæð uttan møddi kappin í fremsta rað Í harðasta víggi leiddi lið fram á leið eftir droyrreyðum grasi, har høgg mangan sveið tá stríð loksins lætnar og útsjónin batnar í sjónarringi
vóru tvey lið við sjálvsálitinum í lagi, sum fóru inn á vøllin í høllini á Hálsi leygardagin. Bæði Neistin og H71 høvdu fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, har tað bert hevði verið VÍF, sum hevði [...] dysturin í roynd og veru avgjørdur. Og tað bendi spælið í seinna hálvleiki eisini á, at hann var. Ferðin kom ongan tíð upp á sama støði. Einamest tí Neistin nú bert skuldi koyra sigurin heim, og tá hovyíkingar [...] útvísingar, og heta eydnaðist sum so eisini. Spennandi støða Við sigrinum tók Neistin seg upp á ovastu tindarnar á stigatalvuni, har teir nú eru tvey stig undan næstu liðunum, tó at hesi hava leikt ein dyst
og Bárður á Lakjuni, fara at undirhalda við tónleiki og Jóannes S. Hansen, sum eisini er listamálari og hevur verið ein góður stuðul hjá Sámali, fer at hugleiða. Í 1989 var Sámal fyrstu ferð við á eini [...] hevur Sámal verið við á ólavsøkuframsýningini, og tvær ferðir hevur hann verið við á várframsýningum, umframt í Smiðjuni í Lítluvík. Í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Hjørring á Jútlandi hevur hann eisini [...] Fuglafirði. Við á framsýningini hevur hann umleið 25 málningar, sum hann serliga hevur málið seinastu tríggjar mánaðirnar. Sámal er ein vælumtóktur, nattúralistiskur málari, og hetta sæst eisini aftur á málningunum
hvørt av eygum teirra". Op. 7, 9-17. Meðan ápostulin Jóhannes situr sum fangi á oynni Patmos vegna sína trúgv, opinberar Gud seg á undurfullan hátt fyri honum, hann fær tildømis boð um at skriva brøv til sjey [...] hendur, tí lendu tey á himna føgru strond. 2.Óteljandi er hesin frelsti skarin, sum heim er komin, hesum foldum frá; frá vinum elskaðu tey eru farin, til tess at vera faðir sínum hjá. 3.Á himni høga, gleði [...] stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar, og teir fullu niður fyri hásætinum á andlit síni og tilbóðu Guð og søgdu: ?Amen! Signingin og dýrdin og vísdómurin og takkargerðin og heiðurin
Toftanes, listamálara í Leirvík. Kaffi er klárt, tá ið eg komi inn og kaka er á borðinum. Stórur koppur og gott kaffi. Inni á køksgólvinum standa fleiri málningar; teir flestu við ongari rammu. - Eg geri [...] allir málningarnir lidnir út. Ár eru liðin, síðan vit báðir, Toftanes og eg, gingu á kvøldskúla hjá Jóannesi S. Hansen á Glyvrum! Longu tá sást, at Sámal var óførur at mála. Men tá vóru málningarnir ljósari [...] gongur aftur sum "tema" á teimum flestu málningunum hesaferð. - Sámal er nógv upptikin av árstíðini. Nú málar hann heystið meira enn nakað annað, sigur konan, Aimi, sum er komin inn á gólvið, meðan vit práta
av leikinum List verður leygarkvøldur á gamla Meiarínum. Har hevur annars verið spælt fyri fullum húsi seinastu vikurnar við Ginu søgum. Hesar søgurnar fara nú á ferð kring landið, og so er pláss fyri [...] SJÒNLEIKUR Leygardagin verður fyrsta sýningin av leikinum List á gamla Meiarínum. Tað er franski rithøvundurin Yasmina Reza, sum hevur skrivað leikin. Týtt til føroyskt hava Jette og Gunnar Hoydal. Leikurin [...] vunnið frama í útlondum. Hann er týddur til fleiri enn tjúgu mál, og virðislønir hópa seg støðugt upp. Á føroyskum eitur leikurin so List. Leikurin snýr seg um teir tríggjar vinmenninar, Marc, Serge og Yvan
brádliga við aftur í dystinum. At Kyndil illneitaðist inn á hetta, kom eisini til sjóndar, tá Hanus Jensen fekk reyða kortið fyri at gera seg inn á Jákup á Borg beint fyri steðgin, men samstundis var hetta helst [...] Hoyvíkingar vóru illa sperdir, tá teir sunudagin komu í Ítróttarhøllina á Hálsi. Tveir av mest týðandi leikarunum hjá liðnum, Bárður Brimvík og Halgir Dahl-Olesen, skudlu koma við sunnudagsflogfarinum, men [...] at steðga kyndilsleikarunum, áðrenn støðurnar gjørdust alt ov vandamiklar, fyri síðani at dúva upp á kontraálopini. Og tá teir hjá Kyndli als ikki tóktust hava fatað, at teir kundu verða noyddir at striðast
Undirtekstur Hans Tórgarð og Bárður Persson darra, rista og titra av kenslum, tí bardagin um valdi millum hesar menn er øgiligur, sáraðu kenslunar og stoltleikin tala. Serliga Bárður spælir ein brandleik sum [...] kærleika. List Listaheimurin er altíð á gosi, har allar avantgardurørslur í 20 øld, hava roynt at sprongt, brent og útstilla vesikummur, sum í 1917 tá Duschamp loypti ekka á borgaraskapið. Eingin vil fáa at [...] sá, hvussu hetta, at hava skil á list, víni og vanligari "fínmentan" í Fraklandi var við til at skilja fólk sundur. Handan bólkalyndi liva mytur, um at t.d. listin byggir á almen virðir, ið ikki broytast
rin kom á staðið? - Tá ið eg steig út úr bilinum á vanlukkustaðnum, var so hált, at torført var at standa á beinunum. Eg sá beinanvegin, at 7 ára gamla gentan var komin út úr bilinum og var á veg niðan [...] merkiliga rólig. Hon hevði fingið fatur á tí 2 ára gomlu dóttrini og helt henni aftrat sær úr sjónum. Allar tríggjar vóru rennvátar. Ein stórur rútur á síðuni á bilinum, sum vendi niðaneftir, var brotin [...] sjónum? Jógvan sigur, at til alla lukku vendi gronin á bilinum niðaneftir. Bilurin lá annars á takinum við hjólunum uppeftir. - Vendi gronin í staðin út á sjógv, og rúturin ikki var brotin niðaneftir, hevði
læt upp, undirhildu Lakju-brøðurnir, Høgni og Bárður, við tónleiki, og Jóannes S. Hansen hugleiddi. - Hesa løtuna var húsið fult, eini 80 fólk vóru inni á gólvinum í senn. Fólk komu og fóru, og eg trúgvi [...] málning, og í slíkum førum fer hann ofta á staðið, so myndin og tað, hann sær, tá ið hann er úti, kunnu supplera hvørt annað. - Vanliga tekni eg eina skitsu á staðnum, og tað kemur eisini fyri, at eg taki [...] leygardagin, tá ið hon læt upp. Sunnudagin var eisini væl av fólki, og síðan hava nøkur fólk vitjað inni á gólvinum hvønn dag, sigur Sámal. Enn hanga allir málningarnir í Riberhúsi uttan tann eini, sum er keyptur