Gravgangur eftir málningunum hjá Toftanes

Týsdagin hevði hann longu selt 28 av teimum tilsamans 31 málningunum, hann sýnir fram í Riberhúsi í Fuglafirði.
Framsýningin er opin til hálvan november

Tiltøk
Herfyri læt leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, upp málningaframsýning í Riberhúsi í Fuglafirði við tilsamans 31 málningum.
 Sigast kann ikki annað enn, at tað hevur gingið ógvuliga væl hjá Sámali, tí longu fáar dagar eftir, at framsýningin læt upp, vóru 28 málningar seldir!
 Framsýningin er opin hvønn dag fram til hálvan november. Vanligar dagar er opið frá kl. 15.00-17.30 og leygardag og sunnudag frá kl. 15-18.
 Spurdur, hvør keypir málningarnar, sigur listamaðurin, at tað bæði eru privatfólk, lánistovnar, almennir stovnar, kommunur og onnur.
 - Eg eri sera fegin um stóru undirtøkuna, sigur málarin.
 
Fult hús
Tá ið framsýningin læt upp, undirhildu Lakju-brøðurnir, Høgni og Bárður, við tónleiki, og Jóannes S. Hansen hugleiddi.
- Hesa løtuna var húsið fult, eini 80 fólk vóru inni á gólvinum í senn. Fólk komu og fóru, og eg trúgvi, at fleiri enn 100 fólk tilsamans vitjaðu framsýningina leygardagin, tá ið hon læt upp. Sunnudagin var eisini væl av fólki, og síðan hava nøkur fólk vitjað inni á gólvinum hvønn dag, sigur Sámal.
 Enn hanga allir málningarnir í Riberhúsi uttan tann eini, sum er keyptur til gávu.
 - Eg plagi altíð at hava allar málningarnar hangandi ? eisini teir, sum eru seldir, til framsýningin er liðug, men í hesum førinum gav eg eftir, tí gávan skuldi handast í samband við eitt serligt høvi.
 Framvegis hanga so 30 málningar hjá Sámali Toftanes í Riberhúsi, sum fólk, ið vitja inn á gólvið, kunnu síggja.

Bíleggingar
Tá ið framsýningin hjá leirvíksmálaranum letur aftur, verður Sámal ikki arbeiðsleysur. Hann hevur nevniliga fleiri bíleggingar av málningum, sum skulu fáast frá hondini.
 Hann sigur, at motivini, hann skal mála eftir ynski frá fólki, eru víða um í landinum.
 - Mær dámar best at hava hampiliga fríar ræsur, tá ið eg máli motivir, ið fólk vilja hava.
 Hann sigur, at tað hendir seg, at fólk koma við eini fotomynd, sum tey vilja hava til málning, og í slíkum førum fer hann ofta á staðið, so myndin og tað, hann sær, tá ið hann er úti, kunnu supplera hvørt annað.
 - Vanliga tekni eg eina skitsu á staðnum, og tað kemur eisini fyri, at eg taki eina mynd við myndatólinum, sigur Sámal Toftanes.
 Eini sjey ár tilsamans hevur leirvíksmálarin havt kvøldskúla í Leirvíkar skúla í tekning og máling. Hetta er eitt kvøld um vikuna, og skeiðið í vetur er júst byrjað.