Fór bilurin út av fáar metrar ytri, hendi ein vanlukka

- Tað var sum í einum filmi at síggja bilin fara bóltandi uppum bilverjuna og blíva burtur, sigur Jógvan Ósá, løgreglumaður, sum var tann einasti, ið sá, tá ið móðir og tvær døtur endaðu í kalda sjónum frostmorgunin, 29. oktober.

Hepni
- Tær vóru ógvuliga hepnar, og tað var teirra dagur, tá ið lítli vørubilurin við móðir og tveimum døtrum, ávikavist 2 og 7 ára gamlar, fór út av vegnum í Saltnesi og endaði næstan hálvur á sjónum. Fór bilurin út av bert 2-3 metrar ytri, endaði hann allur, sum hann var, á sjónum, og tá kundi ringasta vanlukkan staðist av hesum.
 Hetta sigur Jógvan Ósá, løgreglumaður í Runavík.
 Hann var tann einasti, ið sá tilburðin í Saltnesi um gott 10-tíðina týsmorgunin, 29. oktober.
 Jógvan var komin úr Havn fyrr um morgunin, og hampiliga gott var at koyra norðureftir, men í lýsingini gjørdust vegirnir óvanliga hálir við svartahálku sum á kalvabaki.
 Komin til arbeiðis, noyddist hann um 10-tíðina út í samband við eitt ferðsluóhapp.
 - Í Saltnesi var óvanliga hált. Nakað uttanfyri Sandsøluna á veg úteftir, møtti eg einum lítlum vørubili, sum kom koyrandi inneftir. Tá ið bilurin var farin fram við, sá eg í speglinum, at hann gleið í hálkuni, snaraði runt á hjólunum og slerdi við nógvari ferð síðuna móti bilverjuni. Bilurin fór bóltandi uppum verjuna við hjólunum hægst og bleiv burtur. Eg trúði ikki mínum egnu eygum, tí hetta var júst sum í einum filmi, og eg dugdi ikki at ímynda mær, hvat kundi vera hent teimum, sum í bilinum vóru, sigur Jógvan Ósá.
 So hált var, at løgreglumaðurin tordi ikki at venda beint úti á vegnum, um aðrir bilar skuldu komið fram við. Hann koyrdi tí nakað longur út, áðrenn hann vendi og fór so á staðið, har vørubilurin var farin uppum bilverjuna.
 Hesa lítlu løtuna, meðan hann vendi og koyrdi inneftir aftur, fekk Jógvan Ósá boðað politistøðini í Runavík og frá, og hann fekk eisini sent boð eftir sjúkrabili og lækna.
 
Rólig mamma
Men hvussu var so støðan hjá móðir og døtrum, tá ið løgreglumaðurin kom á staðið?
- Tá ið eg steig út úr bilinum á vanlukkustaðnum, var so hált, at torført var at standa á beinunum. Eg sá beinanvegin, at 7 ára gamla gentan var komin út úr bilinum og var á veg niðan móti bilverjuni at rópa eftir hjálp. Komin oman til bilin, var gott at hoyra mammuna siga, at ?her er einki hent??
 Jógvan sigur, at mamman var merkiliga rólig. Hon hevði fingið fatur á tí 2 ára gomlu dóttrini og helt henni aftrat sær úr sjónum. Allar tríggjar vóru rennvátar.
 Ein stórur rútur á síðuni á bilinum, sum vendi niðaneftir, var brotin, og haðani var 7 ára gamla gentan sloppin úr bilinum. Her stóð eisini mamman við tí 2 ára gomlu úti í sjónum?
  Jógvan sigur, at til alla lukku vendi gronin á bilinum niðaneftir. Bilurin lá annars á takinum við hjólunum uppeftir. 
 - Vendi gronin í staðin út á sjógv, og rúturin ikki var brotin niðaneftir, hevði støðan verið ógvuliga trupul.
 Løgreglumaðurin metir, at umleið 1/3 av bilinum hingu í sjónum.
 Allar tríggjar fóru fyrst út á politistøðina og síðan á Læknamiðstøðina. Ringt varð eftir pápanum, sum kom inn við turrum klæðum til konu og døtur. Serliga var tað 2 ára gamla dóttirin, sum var rættiliga køld. Hon lá og fleyt inni í bilinum, tá ið mamman fekk fatur á henni.
 Meðan bíðað var eftir klæðunum, ballaði Jógvan Ósá lítlu gentuna inn í jakkan hjá sær.
 Á Læknamiðstøðini staðfesti læknin, at móðir og døtur vóru slopnar ógvuliga væl burtur úr tilburðinum.
 Smágentan hevði fingið eina kúlu á pannina, og mamman hevði fingið okkurt lítið prus á hondina.


: