Manshondbóltur
Hoyvíkingar vóru illa sperdir, tá teir sunudagin komu í Ítróttarhøllina á Hálsi. Tveir av mest týðandi leikarunum hjá liðnum, Bárður Brimvík og Halgir Dahl-Olesen, skudlu koma við sunnudagsflogfarinum, men vánaliga veðrið viðførdi, at teir báðir ikki vóru tøkir til dystin.
Var Kyndil favorittur undan hesum, so gjørdist leikluturin ikki minni eftir hetta, og tó at alt tóktist ganga sum ætlað fyrstu løtuna, so máttu teir grønu tó ásanna, at sigurin kemur ikki av sær sjálvum.
Argaðu leingi
Eftir eina heldur ógvusliga byrjan frá teimum grønu so var tað nevnliga so, at hovyíkingarnir leingi argaðu Kyndil. Við kontantum verjuspælið royndu teir at steðga kyndilsleikarunum, áðrenn støðurnar gjørdust alt ov vandamiklar, fyri síðani at dúva upp á kontraálopini. Og tá teir hjá Kyndli als ikki tóktust hava fatað, at teir kundu verða noyddir at striðast fyri stigunum, so vóru hoyvíkingar brádliga við aftur í dystinum.
At Kyndil illneitaðist inn á hetta, kom eisini til sjóndar, tá Hanus Jensen fekk reyða kortið fyri at gera seg inn á Jákup á Borg beint fyri steðgin, men samstundis var hetta helst nakað, sum fekk teir grønu at ásanna, at teir máttu taka annað skinn um bak.
Í øllum førum var talan um heilt øðrvísi dyst, tá liðini komu útaftur. Kyndil var nú spælstýrandi alt fyri eitt, og tó at tlaan ongan tíð um gjørdist um nakra niðurspæling av mótstøðuni, so framdu teir ikki sama mistakið aftur. Sigurin varð koyrdur heim uttan stórvegis trupulleikar, og soleiðis er Kyndil framvegis við í oddastríðnum.
Skal meira til
Tað er tó eingin loyna, at annað og betri spæl skal til, um Kyndil skal gera sær vónir um at halda fast um hesa støðu. Longu mikudagin skulu teir aftur í eldin, tá staðið er Vestmanna og mótstøðuliðið er eitt sært VÍF lið, sum longu nú hevur tapt tvær ferðir, og sum ivaleyst fer at leggja nógv fyri í royndunum at forða triðja tapinum.
Dysturin í tølum:
Kyndil-H71 28-21 (12-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Finnur Hansson 8(1), Jacob Jónsson 6(1), Rúni Mohr 3, Ken Zachariasen 3, Regin Johannesen 3(1), Hanus Jensen 2, Heini Bendtsen 2, Høgni Klein 1
H71: Johnny Djurhuss 7(3), Niels Viggo Niclasen 7, Jákup á Borg 2, Anfinn N. Debes 2, Høgni M. Joensen 1
Brotskøst: Kyndil 6, H71 3
Útvísingar: Kyndil 2, H71 3
Diskvalifikatión: Kyndil 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen.