Allahalgannadagur

Samkenslukvøða

Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skarti, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum; og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: ?Frelsan hoyrir Gudi várum til, sum í hásætinum situr og lambinum". Og allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar, og teir fullu niður fyri hásætinum á andlit síni og tilbóðu Guð og søgdu: ?Amen! Signingin og dýrdin og vísdómurin og takkargerðin og heiðurin og mátturin og kraftin veri Guði várum um aldur og allar ævir! Amen". Og ein av hinum elstu tók til orða og segði við meg: ?Hesir, sum skrýddur eru í teimum longu hvítu klæðunum, hvørjir eru teir, og hvaðan eru teir komnir?" Og eg segði við hann: ?Harri mín, tú veitst tað". Og hann segði við meg: ?Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins. Tess vegna eru teir frammi fyri hásæti Guðs og tæna honum dag og nátt í templi hansara; og tann, sum í hásætinum situr, skal tjaldra yvir teir. Ikki skulu teir longur hungra, og ikki skulu teir heldur longur tysta, og ikki skal heldur sól brenna teir, ikki heldur nakar hiti; tí at lambið, sum er fyri miðjum hásætinum, skal røkta teir og leiða teir til lívsins vatnkeldur, og Guð skal turka hvørt av eygum teirra". Op. 7, 9-17.
Meðan ápostulin Jóhannes situr sum fangi á oynni Patmos vegna sína trúgv, opinberar Gud seg á undurfullan hátt fyri honum, hann fær tildømis boð um at skriva brøv til sjey kirkjulið (samkomur), hetta lesa vit í Opinberingini kapitul 2 og 3, har verður skrivað til tey sjey kirkjuliðini (samkomurnar) um støðu teirra í Gudsbarnalívinum, og er tað ymiskt sum Gudslívið er í hesum kirkjuliðum (samkomum). Í 7. kapitli í Opinberingini lesa vit um ein stóran óteljandi hvítan skara, av øllum fólkasløgum, ættum og tungumálum: hendan opinbering hevur verið mongum syrjandi til undurfulla troyst niður gjøgnum tíðirnar, og er tað enn í dag.
Tað eru mong sum í dag sita við stórari sorg og sakni, tí at deyðin steig inn um dyrnar í heiminum, tað er sum at alt steðgar upp, alt raplaði saman eins og kortspæl, man veit ongan útveg, alt hevur læst seg fæst rundan um ein; í slíkum førum er tað gott at vit kunnu lesa um ein slíkan stóran óteljandi skara frammanfyri trónuna á Himni, júst sum opinberingin sigur okkum frá, hendan opinbering geldur til allar tíðir, eisini í dag, tá mangur stendur við eina opna grøv har ein av okkara elskaðu verður sigin niður og leiði verður tyrvt, hetta kann fáa vónloysið at leggja seg yvir alla tilveru okkara, so at vit ikki hóma nakran veg fram, alt er vónleyst fyri framman, vit vilja bara falla í fátt; tann sum hevur sigrað yvir deyða og grøv, hann kemur til okkara enn í dag og sigur við okkum, tí at livi og tit skulu liva. Jóhs. 14,19.
Hetta lyftið sum Jesus gav lærusveinum sínum áðrenn hann skiltust frá teimum, tað stendur við enn í dag og geldur allar lærusveinar hansara enn í dag, ja, til allar tíðir; tí vil eg heilsa tykkum sum í dag sita niðurtyngd av sorgum og sakni við hesum somu orðum sum Jesus segði við lærusveinar sínar í síni samtíð, eg livi og tit skulu liva. Jóhs. 14.19. Um tit eiga hann í hjørtum tykkara og eru sostatt lærusveinar hansara, so verða tit eisini við í tí stóra óteljandi skaranum fyri Guds trónu, og tit fáa loyvi til at møtast heima í Himlinum, saman við teimum, sum tit máttu skiljast frá her í lívinum. Gud troysti tykkum í sváru sorg tykkara, og vil eg til seinast heilsa tykkum við hesuum Alla hanganna sálminum, sum eg havi yrkt til Alla halganna dag.
Alla halganna sálmur

Lag: Bf. 227. Dk. 409. M. 856

1Ein stórur skari við Guðs trónu stendur,
í hvítum búna, pálmagrein í hond:
tey løgdu seg í Guðs vár faðirs hendur,
tí lendu tey á himna føgru strond.

2.Óteljandi er hesin frelsti skarin,
sum heim er komin, hesum foldum frá;
frá vinum elskaðu tey eru farin,
til tess at vera faðir sínum hjá.

3.Á himni høga, gleði, sæla valdar,
ei sjúka, sorg og tregið eru har;
tey heima eru ævinnar ótaldar.
tí Jesus allar syndir teirra bar.

4.Tey lovsang syngja, um Guðs stóru náði
at hann tey frelsti her í óndu verð;
har er ei nøkur freisting, nakar bági,
tí frelsan var í Jesu sáttargerð.

5.Kom tí mín vinur, bjarga tær frá deyða,
nú, meðan náðitíð tú hevur her;
lat tváa teg í Jesu blóðið reyða,
tað einans móti lívsins landi ber.

6.Ei lívið her á foldum við skal vara
skjótt kallar Guð teg burt úr hesi verð;
skal tú tá vera við í frelsta skara,
so mást tú frelstur vera longu her.