Føroyska kvinnulandsliðið rakk ikki finaluni í Baltic Cup á hesum sinni.
Føroyar taptu 0-1 fyri Litava í litaviska býnum, Raudondvario. Litava skoraði sigursmálið sjey minuttir undan steðginum.
Í hinum dystinum vann Lettland 1-0 á Estlandi.
Føroyar skulu tískil mánadagin klokkan 11 spæla dyst móti Estlandi um triðja plássið.
##med2##












