Skanderborg tryggjaði sær javnleik í evsta sekundinum

Súna Krossteig Hansen avrikaði væl fyri Skanderborg í kvøld

Súna Krossteig Hansen og liðfelagar hennara í Skanderborg spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Bjerringbro.

 

Í Bjerringbro Idræts- & Kulturcenter eydnaðist tað Skanderborg at knógva javnleik 28-28. Astrid Leslie javnaði fyri Skanderborg til støðuna 28-28 í allarseinasta sekundinum av dystinum. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-13.

 

Súna avrikaði væl í kvøld. Hon skoraði seks mál, og hon legði upp til fýra mál. Súna var næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg. 

 

Skanderborg er framvegis aftast í deildini, men nú við trimum stigum. 

 

4. november hevur Skanderborg dyst á heimavølli móti verandi meistarunum, Odense.