stendur í fólkateljingini í 1870 at vera lærarinna við skúlan. Skúlin hevði ein kvinnuligan nevndarlim, Madam Djurhuus, og man hon vera fyrsti kvinnuligi nevndarlimur í almennari nevnd í Føroyum. Í 1863 [...] garðinum eftir pápan í 1842. Hann giftist í 1833 í Kvívíkar kirkju við Mette Maniella Helena Holm f. 13.11.1806. Hon var dóttir prestin í Kvívík, Niels Lassen Holm, sum fyrr er umrøddur í hesi røð. Seinni [...] hava verið í Føroyum. Leiðari á handarbeiðsskúlanum Í hvussu er árini 1850, 1855, 1860 og 1870 hevur Anna Sofía verið lærari við handarbeiðsskúlan í Havn, sum hevur verið eitt serligt tiltak tá í tíðini.
heilfígging, bara við trygd í húsunum. 9 vikur seinnu keyptu tey ein Chevrolet Spark við 10% í útgjaldi og 0% í rentu! 2600 kr um mánaðin. ? ?Og so skulu vit líka nevna, at í donsku kommununi var eingin [...] ikki endarnar at røkka saman fíggjarliga. Teimum stóð í boði at fáa arbeiði í Danmark og tey tóku av. Seldu bilin, pakkaðu og fluttu. Maðurin er í dag timburmaður og konan arbeiðir hjá ISS. Samlaða br [...] munandi betur í tí fíggjarliga, enn tey gjørdu í Føroyum.? ?Og so standa føroyskir politikkarar framvegis undrandi og spyrja, hví føroyingarnir ikki flyta heimaftur!? ?Alt steðgar upp!??Í mei verður eitt
sjógvurin, sum oftast var álitið í teirri tíðini, dró ikki, so Ottar valdi at fara í bankalæru í gamla Føroya banka í Tórsgøtu, tí tøl og rokningin lógu eina fremst í huga hjá Ottari, tá tað snúði seg [...] og standa á odda í almennu Føroyum, standa enn tann dag í dag í takklæti til Ottar, sum kom at týða so nógv fyri teir á leiðini framyvir. Í 1970 gjørdist hann varaskúlastjóri, og í 1972 skúlastjóri, og [...] heimi teirra uppi undir Varða í Havn. Eftir lokna skúlagongd niðri á Vaglinum í Gamla kommunuskúla fór Ottar í Realskúlan, sum tá var ein av teimum fáu framhaldsskúlunum í Føroyum. Og hugurin hjá honum
vitjaði í Reykjavík, hittu vit ein teirra, Jens Petursson, sum er formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Jens er ættaður av Nesi í Vági. Hann æt Jens Splidt, tá hann búði í Føroyum [...] Hon var komin til Íslands í 1947 og býr nú í Reykjavík.« Tað eru rættiliga nógvir føroyingar í Íslandi, sigur Jens. Men trupult er at skráseta teir. Ikki allir eru limir í føroyingafeløgum, til dømis [...] heldur seg til at byrja kortini. Gamla Sjómanssstovan í Reykjavík varð vígd í 1958, greiðir Jens frá, og Johan Olsen, trúboðari, var hvørt ár í eini 30 ár í Reykjavík. Men tað kom so har til, at húsið gjørdist
Turið og Sámal úti í Tinganesi og Brøttulíð var sami blíðskapur sum í Klaksvík. Í 1968 hitti Katrin Hera , ið gjørdist maki og stuðil hennara alt lívið. Katrin fór á Ryslinge Háskúla og í fylgi við henni [...] miskunnarleysa óvin, fekk hann í fleiri umførum í andglettin, men nú fekk hann so seinasta orðið. Seint í fjør segði Katrin seg úr starvi. Tað var vorðið ov krevjandi hjá henni í landsins størstu kommunu at [...] gjørdi. Vit fingu tær inn í oyrað, tá hann streyk eftir violinstreingjunum inni í arbeiðsrúminum. Sámal var so fjølbroyttur, stjórnaði sangkóri og Klaksvíkar Hornorkestri, sat í sóknarstýri og á løgtingi
Aðrar umstøður Bæði í Kambsdali og í Hoydølum hava tey kór. Í báðum kórunum eru umleið fjøruti sangarar, og bæði kórini skulu syngja í morgin ? einar tríggjar ella fýra sangir í part. Harafturat fara [...] vikuna í eitt ár) ella á hástigi (fimm tímar um vikuna í tvey ár). Millum krøvini til hesar vallærugreinarnar er, at næmingarnir skulu vera við í einari konsert. Í fjør vóru næmingarnir á Kambsdali í Hoydølum [...] og tann í 3. S í Hoydølum fara at taka lut, umframt ein miðstigsbólkur í Kambsdali. Og harafturat fara ein HF og ein studentaskúlaflokkur í Kambsdali at vísa, hvat tey hava fingið burturúr í tónleikatímunum
avrikunum í hesi deildini, so eiga tvey tey bestu feløgini í U-18 deildini góða framtíð. KÍ var meistari í fjør og í 2010, og NSÍ var meistari í 2008 og 2009 og so aftur í 2013. HB vann unglingadeildina í 2011 [...] Í góðveðrinum í fyrrakvøldið vóru nógv eygnavitni við Løkin í Runavík, tá ið U-18 liðið hjá NSÍ staðfesti sína støðu sum besta unglingaliðið í 2013. Longu undan dystarbyrjan var greitt, at NSÍ hevði [...] unglingaliðnum í tvey ár aftrat. Avbjóðingarnar Spurningurin er so, hvørjar avbjóðingar Egil og Sámal og hinir í føðiketuni til besta liðið síggja fyri sær: – Í fyrstu atløgu snýr tað seg um karmarnar í og kring
settur sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba. Men hetta starv røkti hann bert í einar 6–7 mánaðir. Byrjar at prædika Hann fór at lesa lestur í skúlanum í Søldarfirði, tí ungur sum hann [...] Victor beinanvegin í 1937 undir at týða Gamla Testamenti. Hann sigur sjálvur soleiðis frá í eini grein frá 1952: “Í mars 1937 byrjaði eg at um seta Gamla Testamenti og var liðugur í mai 1939 (í kladdu). Síðani [...] gongdin í hesum máli verður lýst. Sum ein inngang til bókina »Bíblian á føroyskum í hálva øld« sum forlagið Leirkerið gav út í 2000 skrivar Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði um ta søguligu gongdina í sambandi
á sumri í 1966 í býnum Subotiça, sum liggur einar 15 kilometrar suður úr Ungarska markinum. Subotiça er millum 5 teir størstu býirnar í Jugoslavia í løtuni. Tá, eins og nú, búðu fólk, sum vit í dag bólka [...] ið er fingið mær í beini sum barn, og tað ber snøgt sagt ikki til at broyta, nú eg eri vaksin. Tomislav er rættiliga í villareiða, tí at tíðindini, hann fær úr gráu skálantennuni í túninum, samsvara ikki [...] uppaftur meira..! Kendar gøtur í Beograd Í hesum døgum eri eg fullkomuliga niðurnívdur. Hesar báðar vikurnar, álopini hava gingið, havi eg ikki havt bindindi til nakað. Eg siti í fríløtunum og hyggi at tíðindunum
m úr Ukraina. Hildnar vóru fýra konsertir. Tær vóru í Christianskirkjuni í Klaksvík, á Toftum, í Norðurlandahúsinum og í Vesturkirkjuni, har tað í øllum plássum kom væl av fólki. Hetta vóru slíkar konsertir [...] viðgerð mátti gerast í Svøríki. Tað vóru bert tríggir læknar í heiminum, herav ein í Svøríki, sum kundu geva hesa viðgerðina. Nevnda upphædd eru sjálvt hjá okkum nógvir pengar, men í Ukraina var tað óhugsandi [...] Evu, var í FF-blaðnum fyrst í 2003, har millum annað varð sagt: Eva varð løgd undir skurð beint undan jólum (2002) á sjúkrahúsinum hjá lærda háskúlanum í Lund. Skurviðgerðin tók heilar 11 tímar. Í fyrsta