Fjarlestur er tí eitt gott tilboð aftrat og heldur nøkrum heima, men tilboðið um fjarlestur í sjálvum sær steðgar ikki fráflytingini.? ?Vit hava brúk fyri fólki við góðum útbúgvingum í arbeiðnum at flyta landið fram til at gerast eitt vitanarsamfelag. Tað er ein stór avbjóðing at tryggja, at føroyingar við góðari útbúgving koma heim til Føroya at liva og arbeiða. Kapping er um vitanina, og í løtuni tapa Føroyar kappingina, tí bara 4 av 10 lesandi føroyingum koma heim aftur til Føroya eftir loknan lestur.? ?Tað, sum ger støðuna uppaftur verri er, at vit, hóast búskaparligan vøkstur og fíggjarliga rættiliga góð ár, ongan veruligan vøkstur hava í fólkatalinum. Og uppá longri sikt er tað reint sjálvmorð. Framtíðarprognosurnar eru ræðandi, tí uttan eina vend verða Føroyar eitt samfelag av pensjónistum, uttan fólk í arbeiðsførum aldri at dríva samfelagið í tí dagliga og til at veita ta tænastu, vit eru von við. Hetta er ein reell hóttan móti vælferðarsamfelagnum!? ?Ungdómurin flytur hagar, hann hevur bestu møguleikarnar fyri eini góðari yrkisleið, góðum trivnaði og góðum frítíðartilboðum. Einans fjórði hvør útiseti í Danmark sigur seg ynskja at flyta heim. Samstundis lækkar lutfalsliga høga burðartalið í landinum av nátúrligum orsøkum. Tá versna eisini møguleikarnir fyri vinnuligari menning sera skjótt, tí týdningarmesta tilfeingið er fólk. Gott fólk. Ungt fólk. Útbúgvið fólk. Fólk at finna uppá nýtt, at bera byrðar og at reka vælferðarsamfelagið.? ?Hvar skulu vit búgva???Havnin er vaksin við rúkandi ferð seinnu árini. Tilboðini eru avbera nógv. Býurin er um at bresta av berari mentan og ítrótti. Bussarnir koyra ókeypis. Og býurin hevur eina vælskipaða visjón og framtíðarætlan, har rættiliga einstandandi góðir karmar verða lagdir um framtíðar vitanarvirksemi í býnum. Viljin er til steðar, hugskotini eru mong og kommunupolitikkararnir tykjast fullkomiliga samdir um at skapa karmarnar. Men fólkatilfeingið vantar.? ?Meðan alt fleiri politikkarar tykjast halda, at bara ungdómurin hevur útbúgvingartilboð, so er trupulleikin loystur, so tykist semja vera um at venda blinda eygað til tann veruleika, at tað nyttar onki at hava útbúgvingartilboð, tá mann ikki hevur ráð at búgva í landinum. Og slett ikki í høvuðsstaðnum.? ?Men tað er ikki tí, at Tórshavnar kommuna einki hevur gjørt. Tvørturímóti hevur kommunan at kalla troytt allar møguleikar fyri at gera bústaðarbygging einfaldari, fjølbroyttari og bíligari, og at tryggja, at útboðið er stórt, tí eftir bókini átti tað at hildið prísunum niðri. Men royndirnar eru tíverri í mongum førum miseydnaðar av teirri orsøk, at uttan mun til, hvørja loysn ein velir, so verður hon ov dýr. Og tað tykist at vera ein náttúrulóg, at ein íbúð ella eini hús skulu kosta meira enn vanlig fólk hava ráð til.? ?Tað er ikki bara í Havn, at tað kostar nógv at byggja og búgva. Tilfarið er dýrt og fíggingin bæði órímilig og dýr. Og sjálvt “systemið” er so trekt, at tað tykist vónleyst at broyta tað. ? ?Hví flyta til Danmarkar???Hoyrdi um eitt konkret dømi. Herfyri flutti ein føroysk familja til Danmarkar. Ein heilt vanlig føroysk familja í tretivunum við tveimum børnum. Í Føroyum høvdu tey eina inntøku uppá tilsamans 49.000 kr brutto um mánaðin. Til konan gjørdist arbeiðsleys og fekk arbeiðsloysisstuðul. So lækkaði bruttoinntøkan til 40.000 kr.? ?Við húsaleigu, tveimum børnum og bili fingu hesi ikki endarnar at røkka saman fíggjarliga. Teimum stóð í boði at fáa arbeiði í Danmark og tey tóku av. Seldu bilin, pakkaðu og fluttu. Maðurin er í dag timburmaður og konan arbeiðir hjá ISS. Samlaða bruttoinntøkan er nú 59.000 kr um mánaðin.? ?Tey fingu fast arbeiði. Við kontrakt. Longu 9 vikur aftaná at tey fluttu keyptu tey hús fyri 1,9 miljón. 1,81% í rentu yvir 30 ár frá BRF. Fyrsta árið rentu- og avdráttarfrítt, gjald: 6.500 kr. um mánaðin netto. Minus nakrar frádráttir og tilskot, barnakekk o.s.fr. ? ?Tey seldu bilin fyri 128 túsund og brúktu pengarnar sum eginpening til húsalánið. Men tey kundu havt fingið heilfígging, bara við trygd í húsunum. 9 vikur seinnu keyptu tey ein Chevrolet Spark við 10% í útgjaldi og 0% í rentu! 2600 kr um mánaðin. ? ?Og so skulu vit líka nevna, at í donsku kommununi var eingin trupulleiki at fáa skúla- og barnagarðspláss uttan bíðitíð. Skjóta niðurstøðan er, at ein føroysk familja, sum flytir til Danmarkar og fær arbeiði, kann eftir fáum vikum keypa bæði hús og bil og standa munandi betur í tí fíggjarliga, enn tey gjørdu í Føroyum.? ?Og so standa føroyskir politikkarar framvegis undrandi og spyrja, hví føroyingarnir ikki flyta heimaftur!? ?Alt steðgar upp!??Í mei verður eitt ár síðan løgtingið samtykti at broyta løgtingslógina um Húsalánsgrunnin. Tá fekk Húsalánsgrunnurin møguleika at veita lán til sethús og íbúðir og at fíggja endurnýggingar og umbyggingar, so orkunýtslan skuldi minka. Uppskotið hevði eisini ásetingar um serligar lutaíbúðir, ætlaðir fólk við breki. Hesin parturin varð tikin burtur, og alt steðgaði upp. Hetta er serliga keðiligt, tí hesi hava ikki ein livandi kjans at keypa hús á privata marknaðinum.? ?Bústaðarpakkin hevur higartil mest verið tos. Vit síggja eisini, at føroyskir peningaveitarar standa klárir við fígging. Tryggingarfelagið LÍV hevur leingi staðið púra klárt við stórum ætlanum um bæði at byggja og fíggja. Men felagið kemur ikki víðari, so leingi bústaðarpakkin ikki er ein veruleiki. Stjórin úttalaði seg herfyri, at hann onga løtu ivaðist í, at tey ungu høvdu valt eina alternativa bústaðarloysn fyrstu árini, júst tí møguleikarnir í dag eru stórir, og tí heimurin stendur víðopin fyri teimum.? ?Ein kommuna kann gera nógv, men ikki alt. Vit kunnu t.d. ikki bjóða útisetum heim til skorin klæði og búgvið borð. Men vit kunnu hinvegin skapa bestu fortreytir fyri, at útisetar kunnu flyta heim at skapa nakað saman við okkum. Okkum vantar eitt støðugt samskifti um framtíðar menning, og harvið eisini um, hvussu kommunan á bestan hátt kann menna teir karmar, okkara skapandi ungdómur skal virka innanfyri.? ?Men okkara arbeiði nyttar lítið, um tað almenna ikki spælir við. Ein rættiliga umfatandi ætlan um lutaíbúðir er bara ein partur av loysnini. Tað má gerast bíligari at seta búgv og tað má bera til at gera fíggingina lagaligari. Tað almenna, húsalánsgrunnur, bankar og aðrir fíggingarstovnar mugu inn á banan at royna at broyta alla fíggingarskipanina, so føroyingar kunnu seta búgv undir lagaligari treytum, samstundis sum vit fara at kanna alt prísstøðið.? ?Annars er vandi fyri, at føroyingar bara fara at lesa fjarlestur úr Danmark!?









